Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 40 - 26. februar 2007 ] Ronaldinho er ikki ov feitur Seinastu vikuna hava italskir miðlar kjakast óført um, hvørt brasilski stórspælarin Ronaldinho er blivin ov feitur, og tí ikki spælir eins væl, sum hann gjørdi seinasta kappingarár. Men hetta við venjarin hjá FC Barcelona ikki hoyra talan um. - Vit hava ein heilsubólk, sum kannar kropsligu støðuna hjá okkara spælarum, og teir syrgja fyri, at alt er, sum tað eigur at verða, sigur venjarin Frank Rijkaard. Atli og Andrew sluppu ikki at spæla Hvørki Atli Danielsen, Gunnar Nielsen ella Andrew av Fløtum sluppu at spæla venjingardyst um viku­ skiftið. Frem skuldi spæla ímóti Brøndby, men dyst­urin varð avlýstur orsaka av kava. Støðan var tann sama hjá Fremad Amager. Atli og Andrew skulu tó ikki stríðast við kava næstu vikuna, tí teir fóru leygar­dagin við landsliðnum á venjingarlegu undir sólini í Spania. Trý tey størstu fimleikafeløgini í landinum býttu steypini sínamillum, tá ið fimleikararnir leygardagin kapp­ aðust á gólvinum og í paralellu barrunum. FIMLEIKUR Lív Reinert Kjeld liv.reinert.kjeld@sosialurin.fo Í januar og februar hava tríggj­ar steypakappingar ver­ið í amboðsfimleiki. Sein­asta kappingin í røðini var leygardagin, tá ið Før­ oya Fimleikasamband sam­ an við Ljósinum skipaði fyri steypakapping í amboðs­ fimleiki á gólvi og í para­ lellu barrunum. Rættiliga nógv fólk høvdu leitað sær niðan í høll­ina á Stórheyggi í Havn leygardagin. Tilsamans 23 fimleikarar frá Støkk, Ljósi­ num og Havnar Fimleika­fe­ lag kappaðust. Fimleik­ar­ arnir eru vorðnir nógv betri seinastu tíðina, og tað var stuttligt at síggja, hvussu væl teir megnaðu ymisku tor­føru lopini á gólvinum. Kappingin gekk skjótt og væl, og fimleikararnir góvu áskoðarunum eina sera góða fimleikauppliving. Natasja tykist sterk Hjá kvinnuunglingunum er tað Natasja Olsen frá Ljósi­ num, sum veruliga hevur spent seg út hesar tríggjar kappingarnar. Hon hevur stað­ið á ovastu rók hvørja ferð, so tað verður spenn­ andi at vita, um hon eisini fer at vinna FM-heitini í apríl. Kappingin hjá kvinnunum hevur verið eitt sindur meira spennandi, tí har hev­ ur nýggjur vinnari verið hvørja ferð, og soleiðis var eisini leygardagin. Sonja Joensen og Anita Knudsen, báðar frá Støkk, endaðu javn­ar við 11,2 stigum. Hin­ ar steypakappingarnar hava Kristina Toftegaard frá Støkk og Elinborg T. Dur­ huus frá Ljósinum vunnið, so ilt er at meta um, hvør fer avstað við FM-heitunum hjá kvinnunum um tveir mán­aðar. Fáir mansunglingar Bólkurin hjá mansungling­ unum hevur verið sera lítil til steypakappingarnar, sum hava verið, og leygardagin var bert ein fimleikari á list­ anum. Olivur D. Eiriksfoss frá Havnar Fimleikafelag vann sostatt bæði kapping­ ina á gólvinum og í paralellu barrunum. Bólkurin hjá monnunum er vaksin í ár, og hóast kapp­ ingin hevur verið hørð, hev­ ur Fróði Mortensen frá Havnar Fimleikafelag verið einaræðisharri allar kapp­ ing­arnar, og soleiðis var eis­ ini leygardagin, tá ið hann aftur vann sær tvey steyp. Við góðu úrslitunum er Fróði Mortensen eitt gott boð, um metast skal um, hvør fer at gerast føroya­ meist­ari í amboðsfimleiki hjá monnum í apríl. So er spurningurin, um Fróði Mortensen klárar at vinna alt, sum vinnast kann í ár. Barran komin aftur Leygardagin kappaðust menn­inir og mansungling­ arnir fyri fyrstu ferð í fleiri ár í paralellu barrunum. Kappingin var ein roynd at fáa manligu fimleikararnar eisini at íðka á hesum am­boðnum, sum kappast verð­ur á uttanlands. Tað sást eisini á úrslitunum, at fimleikararnir ikki eru ser­ liga vanir við paralellu barr­ irnar, men gongst sum á øll­ um hinum amboðunum, verð­ur støðið óivað nógv hægri næstu ferð. Hetta er annað árið, at slíkar steypakappingar í am­boðsfimleiki hava verið, og væntandi verður hetta eisini fastur táttur framyvir. Fimleikararnir eru fegnir um at hava fleiri kappingar at fara til, og eru sera væl nøgdir við hesar tríggjar kapp­ingarnar, sum hava ver­ ið í ár. Steypakappingarnar geva teimum høvi til at ar­beiða, venja og síggja fram til fleiri avbjóðingar í fimleikaárinum, og teir gerast eisini vanari við at kappast, soleiðis at trýstið ikki gerst so stórt til FM kapp­ingarnar. FM og Oyggjaleikir Næstu avbjóðingarnar hjá am­boðsf imleikarunum verða í apríl, tá ið føroya­ meist­ararnir skulu finnast. Kappingin fyri tveir teir yngstu bólkarnar verður í Havn vikuskiftið 14.-15. apríl, meðan fimleikararnir í teimum eldru bólkunum fara at kappast í Runavík tvær vikur seinni, viku­skift­ ið 28.-29. apríl. Bæði viku­ skiftini verða føroya­meist­ ararnir funnir fyrra dagin, meðan amboðsfinalurnar vera seinna dagin. Í juni verður skipað fyri fimleika-oyggjaleikum á Isle of Man, har kvinnur, kvinnuunglingar, menn og mansunglingar fara kappast. Føroya Fimleikasamband hev­ur enn ikki tikið avgerð um, hvussu nógvir fimleik­ arar vera við á Isle of Man í summar. Seinastu steypavinnararnir funnir Fimleikaúrslitini Kvinnuunglingar, gólv: 1 Natasja Olsen Ljósið 7,40 2 Eyðna Danielsen HF 7,10 3 Beinta Joensen HF 6,70 Kvinnur, gólv 1 Sonja Joenwsen Støkk 11,20 11 Anita Knudsen Støkk 11,20 3 Kristina H. Toftegaard Støkk 11,10 Mansunglingar, gólv 1 Olivur D. Eiriksfoss HF 10,00 Mansunglingar, paralell barr 11 Olivur D. Eiriksfoss HF 2,65 Menn gólv 1 Rósing Dam HF 11,50 2 Høgni R. Øster HF 11,15 3 Fróði Mortensen HF 11,10 Menn, paralell barr 1 Rósing Dam HF 7,80 2 Eyvind A. Hansen HF 3,85 3 Jóni B. Christiansen HF 2,80 Glaðir steypavinnarar. Frá vinstru: Olivur D. Eiriksfoss (HF), Rósing Dam (HF), Natasja Olsen (Ljósið), Sonja Joensen (Støkk) og Anita Knudsen (Støkk).