Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 41 - 27. februar 2007 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 – Tað er ikki nógv rokk’n’roll við smákøkum, segði ein við meg, meðan við stóðu har við okkara kaffikoppum og smákøkum og lurtaðu eftir tunga málmi­ num hjá Sic Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Bólkurin hevði í gjárkvøldið boðið til útgávuveitslu í REX, men tá eg kom á dyrn­ ar á REX var stongt og myrkt. Hóast einki stóð nakra­staðni um, at tiltakið var flutt, so skilti eg á mongd­ini av ungum svart­ klæddum fólki við make- up, ið vóru á veg inn í Eclipse, at tiltakið var flutt úr náttklubbanum til disko­ tekið hjá byin.fo. Inni í Eclipse var heilt nógv fólk. Hesi fingu Sic lag­kaku, Sic smákøkur, kaffi og djús. Harumframt var møguligt at keypa Sic øl. Hetta vaks eitt sindur um rokk´n´roll trúvirðið. Men kundi ikki fora kvøldi­ num í at gerast sera hugna­ ligt. Vit sluppu at hoyra bólkin spæla nøkur løg av fløguni. Teir spældu í trimum um­ førum. Tað var eitt frísk­ligt innslag, at hoyra livandi tón­ leik, men samstundis taldu ringu ljóðviðurskifini nokk­ so fitt niður. Fyri nakrar av trúgvastu Sic fjepparar­un­ um, var hetta eitt kærkomið høvi at pikka korn. Tað er altíð eitt sindur løgið, tá ein bólkur framførur live í sam­ bandi við fløguútgávu, tí með­an fløgan er úrslit av fínpussan og at kýnt hevur verið fyri henni, so er ein konsert ikki brýnd og hetta kann á onkran hátt tykjast at vera í andsøgn við júst hetta at leggja fløguna fram, serliga við somikið ringum ljóði sum í gjár. Fløgan varð millum framførslurnar spæld í annlegginum, fyrsta inntrykkið av henni var sera jaligt. Nógv nýttu høvið at ogna sær fløgur, t-troyggir ella plakatir hjá Sic. Á stórskíggja kunngjørdi Sic, at bólkurin í næstum fer at geva út DVD, har fyrsta sjónbandalagið hjá Sic verður á síggja, umframt upptøkur frá framleiðsluni av sjónbandalagnum og av fløguni, stutt sagt alt um sic. DVD’in verður gjørt í samstarvi við filmsmiðin Eyðun Müller Thomsen. Eitt lýsingarbrot fyri DVD’ini varð spælt á stór­ skíggja, men tíanverri vóru onkrir tøkniligir trupuleikar, soleiðis at spæling av broti­ num var nokkso hakkut. Køkur, kaffi og tungmálmur VERKFRØÐINGUR Starvið Í samband við at meira miðvíst fer at verða arbeitt við orkupolitiskum átøkum, sum hava til endamáls at økja nýtsluna av varandi orkukeldum og at seta orkusparandi tiltøk í verk, verður søkt eftir starvsfólki við útbúgving sum verkfrøðin- gur ella líknandi. Talan er um nýtt starv á loyvis- og orku- deildini, har tú í stóran mun sjálv/ur fær ávirkan á og ábyrgd fyri at menna starvsøkið. Ætlanin er eisini, at tú skalt seta teg inn í arbeiði við heilsu-, trygdar- og umhvørvis- viðurskiftum innan kolvetnisleiting. Útbúgving og royndir Tú skalt hava prógv frá hægri lærustovni umframt viðkomandi royndir. Harumframt er ynskiligt at tú hevur førleika og áhuga fyri at arbeiða innan systemanalysu og matematiskari modellering í samband við framleiðslu og veiting av ravmagni. JARÐFRØÐINGUR Starvið Starvið er knýtt at Landgrunsverkætlanini, har Jarðfeingi í samstarvi við onnur fær til vegar og fyrireikar próvførsluna, sum skal leggjast fyri ST í tilknýti til áseting av ytra markinum á landgrunninum uttan fyri 200 fórðingar. Uppgávan fevnir millum annað um ymiskar greinar av havjarðfrøði, eitt nú at tulka og í aðrar mátar at viðgera seismiskar og aðrar jarðalisfrøðiligar dátur og at skipa tær í ein dátugrunn. Arbeitt verður partvíst í toymum, har vísindafólk frá fleiri stovnum samstarva um ávísar lutir av samlaðu verkætlanini. Í hesum sambandi verður ferðast uttanlands nakrar ferðir um árið. Starvstíðin er treytað av serligari játtan til verkætlanina, sum væntandi tekur nøkur ár. Útbúgving og royndir Tú skalt sum minstamark hava kandidats- prógv frá hægri lærustovni umframt førleika og royndir innan nýtslu av teldutøkni í sambandi við greining av jarðfrøðiligum spurningum. NÁTTÚRULANDAFRØÐINGUR Starvið Starvið er knýtt at Jarðkunningardeildini. Arbeiðsuppgávurnar fevna um rannsóknararbeiði og kortlegging í fakøkju- num landslag, jørð, jarðvandar og veðurlag. Í hesum nýggja starvi verður serligur dentur lagdur á at kanna erosión og aðrar jarðvandar í Føroyum, soleiðis at komandi tiltøk og tilbúgving kunnu grundast á ítøkiliga vitan um vandar fyri t.d. skriðulopum og skalvalopum. Útbúgving og royndir Tú skalt sum minstamark hava kandidats- prógv frá hægri lærustovni, og tú skalt helst eisini hava førleika og royndir í nýtslu av telduamboðum til GIS-kortlegging og onnur náttúrulandafrøðilig evnir. LØNAR- OG SETANARTREYTIR Størvini verða sett sambært sáttmálar millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfeløg. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til JARÐFEINGI á telefon 357000 ella við telduposti til jarðfeingi@jarðfeingi.fo UMSÓKNIR Umsóknir við avriti av viðkomandi prógvum og skjølum skulu vera Jarðfeingi í hendi í seinasta lagi 15. mars 2007. Adressan er: JARÐFEINGI, Brekkutún 1, Postboks 3059, FO-110 Tórshavn JARÐFEINGI er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at fyrisita, granska, ráðgeva og breiða út kunnleika um viðurskifti av týdningi fyri gagnnýtslu og varðveitslu av landsins jarðfeingi umfatandi hesar høvuðspartar: kolvetni, orku og jarðfrøðilig náttúruvirði. Høvuðsuppgávurnar á Jarðfeingi eru: a) Kolvetnismál, og sum partur av hesum at fyrisita lóggávu innan leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. b) Orkumál, og sum partur av hesum at fyrisita lóggávu innan framleiðslu, flutning og veiting av orku. c) Jarðfrøðiligar og náttúrulandafrøðiligar uppgávur innan gransking, ráðgeving, savnsvirksemi og undirvísing. Trý áhugaverd størv á Jarðfeingi Hevur tú áhuga í orkupolitikki, jarðfrøði ella náttúrulandafrøði? JARÐFEINGI søkir eftir trimum starvsfólkum at byrja skjótast til ber. Arbeiðið á stovninum er føltáttað. Vit samstarva og samskifta við nógv viðskiftafólk, myndugleikar, stovnar og vísindafólk bæði her heima og í útlandinum. Dentur verður í øllum trimum størvunum lagdur á førleika at arbeiða sjálvstøðugt og góð evni at samskifta og samstarva, umframt góðan førleika til málsliga og skrivliga at samskifta á norðurlendskum og enskum máli. FAROESE EARTH AND ENERGY DIRECTORATE WWW.JARDFEINGI.FO