Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. februar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 42 - 28. februar 2007 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Tíðindaskriv Fríggjadagin 2. mars kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Tróndi Paturs­son, listamanni, upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Tróndur Patursson er kendur fyri at hava prýtt nógvar bygningar, bæði í Føroyum og uttan­lands. Eitt av teimum sein­astu prýðunum er park­eringshúsið “Tróndur” í Vejle. Verkini á framsýningini í Galerie Focus eru innanfyri spontanu listina, ið Tróndur er kendur fyri. Myndevnini eru: hav, klettar og bjørgini – tann stóra náttúran hann hevur møtt. Opið er týsdag til fríggja­ dag kl. 15 til 18 og leygar­dag kl. 16 til 18. Framsýningin verður opin til 16. mars. Fríggjadagin 2. mars kl. 16 til 18 letur ein fram­sýning við verkum hjá Tróndi Patursson upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Tróndur Patursson í Focus Fríggjadagin 2. mars letur ein framsýning við verkum hjá Tróndi Patursson upp í Galerie Focus Mynd: Jens Kristian Vang Skjótt verður betri... Nýtt pensjónsfelag Betri pensjón er nýggja pensjóns felagið í Føroyum. Vit fara heilt einfalt at bjóða føroyingum betri pensjónir og lívstryggingar, og fara í næstum at venda okkum til fakfeløg, virki og einstaklingar runt landið. Málið er at vera fremsta og besta pensjónsfelagið. Tað er okkara mál, at viðskiftafólkini hava fult innlit í alt, sum fyriferst við teirra samansparing, trygging og íløgum. Tú skalt vita, hvat tú rindar fyri, hvat tú fært fyri pengarnar, og hvussu peningurin verður umsitin. Hygg inn á www.betri.fo og fá meira at vita. sansir.fo Betri pensjón, Postsmoga 329, Kongabrúgvin, FO-110 Tórshavn www.betri.fo Kappingin Shark Atlantic fer nú at líða móti endanum, og nú skulu so hem­ ara-kongarnir heiðrast Hemarar Snorri Brend Leygardagin kl. 15 verður forvitnisligt tiltak í Miðla­ húsinum í samband við kappingina Shark Atlantic 2007. Á tiltakinum verða vinn­ ing­ar handaðir teimum, ið veitt hava størstu hemar­ arnar í ár. Við hesa kappingina hava einir 30 mans brúkt ein stóran part av síni frí­tíð at fáa fatur á størsta hem­ aranum. Hetta er ikki at forsmáa, tí Trygd fer nevniliga at lata 25.000 kr. til hann, ið veitt hevur størsta hemaran. Sum støðan er nú, falla hesir pengarnir í lutin hjá Jóannes Gaard, ið higartil hevur veitt tann størsta hem­aran uppá 177 kilo. Men enn eru nakrir dag­ ar eftir til leygardagin, so tað kundi hent at onkur størri hemari kemur und­an vatnskorpuni ein av kom­ andi døgunum. Tann, ið eigur næststørsta hemaran fær 10.000 kr. og hann við tí triðstørsta fær 5.000 kr. frá Trygd. Á samkomuni leygar­ dagin fer kappingarleiðarin, Magni Blástein haraftrat at handa eitt ferðasteyp sum Føroya Banki hevur latið. Umframt handanina av vinningum til tríggjar teir bestu veiðumenninar, verður eisini møguleiki til eitt prát um stórar fiskar. Stórir veiðumenn práta um stórar fiskar