Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-28, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. februar 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 42 - 28. februar 2007 lýsingar Eysturoyar Røktar-og ellisheim Søkt verður eftir fysioterapeuti at byrja 1. apríl 2007 ella eftir nærri avtalu. Hevur tú hug at arbeiða fulla tíð ella í minsta lagi 0,75 tíð, ert tú vælkomin at søkja. Stórur dentur verður lagdur á, at trivnaður bæði fyri búfólk og starvsfólk framvegis eyðkennir heimið og vænta vit tí av tær, at tú hevur áhuga og gleði við at samskifta við eldri fólk og at tú hevur vilja og eginleikar at samskifta við starvsfólk og avvarðandi. Lønar og setanarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmála. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingelise Sørensen, fysioterapeut á tlf. 478200 Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvi, við­ mælum v.m. skulu sendast til: Eysturoyar røktar- og ellisheim att: fyristøðumaðurin Friðartún 620 Runavík Umsóknarfreist 15. mars 2007 Verkfrøðingur/ byggifrøðingur/arkitektur (endurlýsing) Til teknisku deild hjá Fuglafjarðar kommunu er eitt starv sum verkfrøðingur/byggifrøðingur/ arkitektur leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Arbeiðsuppgávur: Uppgávur, sum viðkomandi í høvuðsheitum kann rokna við at skula røkja, eru: • Útstykkingar • Nýgerð og umvæling av vegum og kloakkum • Havnabygging • Útbygging og viðlíkahald av vatnverki • Nýgerð og umvæling av kommunalum bygningum • Byggimálsviðgerð Førleikakrøv: Søkt verður eftir verkfrøðingi/byggifrøðingi/ arkitekti sum sjálvstøðugt kann arbeiða við projektering og eftirliti v.m. innan nevndu virkisøki. Tekniarbeiði verður gjørt á MicroStation for­ riti. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Umsóknir saman við prógvum og upp­ lýsingum um lívsroyndir skulu vera kom­ mununi í hendi í seinasta lagi 15. mars 2007 kl 16.00 á adressuni Fuglafjarðar kommuna Tekniska deild Postboks 30 530 Fuglafjørður Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær Pætur Joensen, býarverkfrøðing, tlf. 444006, lokal 17, e­postur: patur@fugla­ fjordur.fo Fuglafjørður, 26. februar 2007 Fuglafjarðar býráð Fuglafjarðar Býráð SernámSdepilin Serráðgevi/ talilærari í Norðurstreymoy, Eiðis kommunu og eysturoyarbygdum í Sunda kommunu Í Sernámsdeplinum er eitt serráðgevastarv leyst til setan skjótast til ber. Arbeiðsstað: Sum nevnt omanfyri, men kann verða broytt eftit umstøðum og tørvi. Arbeiðsøki: Á leið ½ av arbeiðstíðini fer ætlandi til talilæraraarbeiði við børnum og ungum (0-18 ár), harí vegleiðing viðv. tiltøk- um til málsliga menning hjá smábørnum. Á leið ½ av arbeiðstíðini fer ætlandi til ser- námsfrøðiliga ráðgeving til skúlar og foreldur/ avvarðandi at børnum við serligum tørvi. Lagt verður til rættis í samráð við Sernáms- depilin og skúlaleiðarar/ stovnsleiðarar í øki- num. Uppgávurnar kunnu broytast eftir umstøðum og tørvi í mun til broytingar í sernámsfrøðiligu skipanini, ið Sernámsdepilin skal virka í. Arbeiðstíð: Sambært sáttmála millum Fíggj- armálaráðið og Føroya Lærarafelag. Undir- vísingartíð verður roknað eftir avtalu um arbeiðstíð hjá fólkaskúlalærarum. Løn: Sambært sáttmála millum Fíggjarmála- ráðið og Føroya Lærarafelag, lønarflokkur 30 –1 til 32 – 2. Fyri koyring við egnum bili ímillum skúlar/ stovnar verður endurgoldið kr. 2,90 fyri hvønn km. Førleikakrav: Serlæraraútbúgvin fólkaskúla- lærari við talu/ málmenning sum sergrein ella á annan hátt eftirútbúgvin serlærari við førleika til sernámsfrøðiliga ráðgeving og taliundirvísing/ málmennandi arbeiði. Audiologopedur við sergrein í lesing og pe- dagogiskum royndum er eisini skikkaður at søkja starvið. Umsókn við avriti av próvskjølum og møgu- ligum viðmælum skal vera Sernámsdeplinum í hendi í í seinasta lagi fríggjadagin 23. mars 2007. Nærri fæst at vita við at venda sær til Egon Hansen, tali-hoyriráðgeva ella Hans Eli Dahl, stjóra. Tórshavn tann 20. januar 2007 Sernámsdepilin Frælsið 32 – Postrúm 2036 – FO 165 Argir Tlf. 314522 – Fax 310196 e-postur: sernamsdepilin@snd.fo Reyði Krossur Føroya Delegatur/útsendingur Randi Bjerre frá Dansk Røde Kors heldur fyrilestur týsdagin 6. mars kl. 16:00 – 17:30 og kl. 19:30 um treytirnar at gerðast delegatur hjá Reyða Krossi, møguliga áhugaði kunnu fáa nærri vegleiðing. Skeið í sálarligari 1. hjálp: 8 tímar, kostnaður kr. 350,- Leygardagar 10. og 17. mars kl. 13:00 – 17:00 Aðalfundur felagsins er lýstur til sunnudagin 18. mars 2007 kl. 15:00, Bryggjubakki 10, Tórshavn Tey, ið ynskja at atkvøða, skullu hava goldið limagjaldi fyri 2007, ið er kr. 150,- /einstaklingar/ húski og kr. 400, - virkir/feløg. Luttakari á aðalfundinum kann atkvøða við eini fullmakt. Giro 53252 ella konto í banka/sparikassa Tlf. 319630/226625, Fax: 311217 Mail: redcross@redcross.fo www.redcross.fo Frá Eysturoyar Tjóðveldisfelag Ársaðalfundur verður fríggjadagin 9. mars kl 19:00 í Glyvra Hanusar húsið í Norðragøtu. Skrá sambært lógum felagsins. Eysturoyar Tjóðveldisfelag Eysturoyar tjóðvEldisfElag Støðdama Søkt verður eftir støðdamu til Sp/f Bil og Mini-taxa í Tórshavn at arbeiða í vaktum. Tlf. 232414