mikudagur 28. februar 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
Nr. 42 - 28. februar 2007
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
bilar
Nýggju mótabrillur
nar við breiðum
stongum gera tað at
bilførarar við slíkum
brillum ikki síggja
nóg væl til síðurnar,
sigur ein norskur
koyrilærari sum ger
vart við, at hetta kann
koma at kosta
mannalív
Ferðslutrygd
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Breiðar brillustengur forða
bilførarum í at hyggja
seg nóg væl fyri, sigur
norski koyrilærarin Aadne
Fossnes við norska blaðið
„Agderposten“. Hann er
bangin fyri at hetta í ringasta
føri kann koma at kosta
mannalív.
Stengurnar á nýggju móta
brillunum eru alt ov breiðar.
At nakar kann nýta tær sum
koyribrillur er fyri mær
heilt ófatuligt, sigur Aadne
Fossnes við blaðið.
Hann skjýtur upp, at ikki
verður loyvt at koyra bil
við ”breiðu” brillunum. Eg
nokti mínum næmingum at
nýta hesar brillurnar, sigur
hann.
Sven Gustav Paulsen,
ráðgevi hjá ”Norges Optiker
forbund”, viðgongur, at
nýggju brillurnar kunnu vera
ein trupulleiki, og at teir ráða
fólki, sum koyra í ferðsluni,
til ikki at nýta brillur við ov
breiðum stongum.
Vit kunnu leggja afturat
at tey, sum koyra við hesum
brillunum, mugu vera
til reiðar at flyta høvdið
undir koyring, so sleppast
kann undan vandamiklum
blindvinklum.
Kelda: Ferðslutrygd
Norskur koyrilærari:
Breiðu brillustellini eru hættislig
Bilasølan P/F Wenzel hevur
gjørt sponsoravtalu við B71,
sum m.a. inniber at venjari
teirra, Dusan Mokan, fær ein
Ford Focus 1,6 h/b at koyra
í. Eisini skal Ford standa á
búnum, á heimasíðuni og á
lýsingum við vøllin.
P/F Wenzel:
Sponsoravtalu við B71
Oddmar Ørvarodd, stjóri
hjá P/F Wenzel (h.m.),
handar Magnusi H. Olsen,
nevndarlimi og leikara hjá
B71, Ford Focus bilin. Á
myndini er eisini ein av
amerikonsku Ford Explorer
V8 4x4, sum fyritøkan
umboðar
åMynd: Jens Kristian Vang