Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 Tað sigur Karl Martin Joensen, skipari á línuskipinum, Jógvani Norði. Tað vóru trý ár í oktober, síðan gamli Jógvan Norði sakk vestanfyri, tá eitt rør í maskinrúminum fór at leka. Í dag stendur hann á brúnni á einum nýggjari Jógvani Norði, sum bæði er størri og betri enn hin gamli - Vit eru vestanfyri Suðuroynna, einar 10 fjórðingar úr landi. Yngsti maður umborð, sum nýliga er fyltur 16, stendur við rulluna. Vit fóru út fyri eini viku síðan og hava higartil fingið stívliga 60.000 pund. Teir fyrstu dagarnar var fiskiskapurin heldur slakur, men í gjár var fitt av fiski á línuni, kanska eini 11.000 pund, sum er rímiliga gott. Tað sigur Karl Martin Joensen, sum býr á Morskranesi, og sum hendan túrin er skipari á línu­ skipinum, Jógvani Norði. Flestu túrarnar er Hákun Jacobsen skipari, og tá hevur Karl Martin leiklutin sum stýrimaður, men tá ið Hákun er í landi, stendur Karl Martin á brúnni. Tað gjørdi hann eisini feigdar­ túrin fyri stívliga trimum árum síðan, tá gamli Jógvan Norði fór at leka vestanfyri og sakk. Øll manningin fór í bjargingar­ bátarnar – og varð bjargað í øllum góðum. Sosialurin var á bryggjuni og tók ímóti, tá vaktar-og hjálpar­skipið kom til lands við manningini og bjargingar­ bátunum, sum menninir høvdu bjargað sær við. – Nei, eg haldi ikki, at hend­ ingin hevur havt nakra serliga ávirkan á okkum seinni. Av monnunum, sum vóru við, tá skipið fórst, eru einir 7-8 framvegis umborð hjá okkum. Eg veit bara um ein mann, sum ikki helt fram at sigla umborð á nýggja skipinum, men eg dugi ikki at siga, um hesin hevur verið til sjós aftur. Karl Martin heldur tí ikki, at skipsbrotið hevur rætt menn at sigla. – Sjálvandi hugsaði eg í fyrstani um, hvat kundi verið hent, um ringast vildi til, men sum tíðin er liðin, hugsi eg ikki nógv um hetta longur. Tað situr eingin skelkur í mær, sigur hann. Vit fara aftur umborð á nýggja Jógvan Norði, sum nú liggur vestanfyri Suðuroynna og dregur. – Tað gongur móti harðari streymi, men hesaferð verður hann ikki meira enn hálvharður. Okkum dámar best, tá góður streymur er, tí tá kanst tú royna á fleiri leiðum. Eftir at streymurin linkar aftur, gerst hann heilt góður hesaferð, og besti streymur verður 11. februar. Karl Martin Joensen sigur, at ætlanin hjá teimum er at landa mánadagin. – Fiskiskapurin hjá línubátunum hevur verið ógvuliga misjavnur hesar seinastu dagarnar, men vestarliga á Mykinesgrunninum hava eitt nú Thomas Nygaard og Stapin fingið nógvan fisk. Thomas Nygaard er um at verða fullur nú, og ætlandi landa teir í dag. Meginparturin av veiðini hjá línubátunum er hýsa, harav hýsa 2 og 3 telja nógv tær størstu nøgdirnar. – Fiskaprísurin er framvegis góður og línuskipini, sum koma til lands við hýsu – og nøkrum kassum við toski - kunnu vænta sær ein miðalprís, sum liggur rundan um 15 krónur fyri kilo – og tað er óført, sigur skiparin. Karl Martin Joensen sigur, at tað gongur væl hjá Jógvani Norði at halda upp á fólkið. – Manningin spennir víða í aldri. Yngsti maður er sum nevnt 16, og tann elsti er 66. Tað gongur ikki so væl at seta ungt fólk við, tí áhugin er eftir øllum at døma ikki so stórur. Umstøðurnar umborð á nýggja Jógvani Norði eru nógv betri enn umborð á gamla skipinum. – Yvirmenninir hava eitt- manskømur, og manningin annars hevur tvey-manskømur. Vit ganga 6 og 6 og plaga at gera tað soleiðis, at menn, sum ganga ymiskar vaktir, hava sama kamar. Tað merkir, at teir eru ikki á frívakt í senn, og tí hava teir kamarið fyri seg sjálvar á frívaktini. Upphaldsrúmini umborð á hesum skipinum eru eisini nógv betur. Spurdur, um teir hava nakra skipan, har menn eru umborð eitt ávíst túratal, áðrenn teir taka frítúr, sigur skiparin, at so er ikki. – Vanliga eru menn fleiri fylgjandi túrar umborð, og flestu menn eru fáar túrar í landi. Tað fellir ofta soleiðis, at vit liggja inni einar 3-5 dagar annan hvønn túr, tí tað passar soleiðis við streymi, og tá fær manningin nakrar frídagar. Seinasta ár royndist hampiligt hjá skipi og manning. – Hetta var ikki nakað rokár, men eitt miðalár, og tá skulu vit ikki klaga, heldur skiparin fyri. Karl Martin Joensen fór til skips, tá hann var 16 ára gamal. Flestu árini hevur hann verið við línuskipi, men hann hevur eisini roynt við gørnum og snellu. Umborð á Jógvani Norði eru 13 mans hendan túrin, men vanliga er manningartalið 14 og onkuntíð 15. Klumman Finnur Jensen blaðmaður finnur@sosialurin.fo Royktir Hill Billies So hendi tað aftur, at sam­ kynda domino-effektin fekk alt upp aftur á gos. Hesaferð var tað ein politikari, sum í eini vinarligari heilsan til blaðstjóran ikki kundi bara sær at greiða frá, hvat hann hevði fingið burtur úr at lúra undir dýnuna hjá føroyskum tíðindafólki. Tað er kanska lagnunnar speisemi, at ein annar íðin dýnulyftari - enntá við sama navni - dagin eftir boðaði frá, at hann kemur til Føroya at siga nøkur borgarlig orð við yvirklassan í Føroyum. Tað má vera eitt eindømi her á landi, at føroyski yvirklassin lurtar eftir nøkrum. Og teir vilja enntá gjalda fyri tað. Vónandi kann vitjanin eggja til at lata handilin hjá Oscar á Kongabrúnni uppaftur. Hinvegin er keðiligt, at betra kynið eins og í sjórænaratíðini má renna upp í fjøllini at goyma seg. Í tílíkum førum hevði verið gott at havt ein frelsara við ónátúrligum kreftum, men tíverri boðaði nýggi stjórin á einum stovni, sum eingin forrestin visti var til, frá, at hon ikki er Super Woman. Nú vit tosa um politiskt sjálv­morð, so hevur ein annar politikari endiliga funnið út av, hvat hann vil. Gott at hava ein partamann úr Suðuroynni, sum hevur havt sína debut í at gera ”út og inn”. Men teir gloymdu vist at fortelja, hvør avgerðin var. Møguliga var hon - eins og skattalættin - ov hemmilig og vemmilig? ella kanska ein ávísur vága­ tingmaðurin hevur skrætt uppsøgnina? Í øllum førum kann hann altíð melda seg inn í Mið­flokk­ in. Har liva teir av at gera politiskt sjálvmorð. Og so kunnu teir eisini deilast um samkynda spindoktaran, ið hevur bjóðað sær til at hjálpa teimum. Tað hevði verið ein fantastiskur flokkur. Tveir doktarar og tveir politiskir sjálvmorðsmenn. umborð Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007 - Nei, tað situr eingin skelkur í mær eftir skipsbrotið, og eg haldi heldur ikki, at hetta hevur ávirkað hinar, sum við vóru. Vit eru framvegis einir 7-8 av gomlu manningini við nýggja skipinum, sigur Karl Martin Joensen Mynd: Vilmund Jacobsen Skipsbrot nýtist ikki at ræða