Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007 Vikuskifti 15 Elin og Ad Libitum í Miðlahúsinum Enn gongur ein stund til Yndisløg verður givin út, men longu mánakvøldið verður høvið at uppliva løgini framførd av Elini og Ad Libitum, tá tey fara á pall í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Ein av síðstu framførslunum hjá Svenn Brimheim saman við Ad Libitum, var júst í Miðlahúsinum 29. mai í 2005. Konsertin var sera væleydnað og væl vitja. Nú verður so høvi at uppliva yndisløgini á konsert. Elin flytur heim Eftir 23 ár í Danmark avgjørdi Elin Heinesen í vikuni at flyta heim til Føroyar. Hetta hendi eftir, at hon fekk starvið sum stjóri í Vinnuframastovuni, har hon í framtíðini stendur á odda fyri arbeiðinum hjá almennu Føroyum at betra um umstøðurnar hjá føroyskum vinnulívið. Elin fer í næstum til Danmarkar, at pakka og í miðskeiðis í mars byrjar hon væntandi í nýggja starvinum. la yndisløg krabbameinið, og ofta búði hann hjá mær, og vit sótu og vandu, greiðir hon frá. Ætlanin var so at fara í upp­ tøkuhølið á páskum. Men hetta var altso av ongum. Gjørdu fløguna lidna Elin hevur, síðan Svenn andaðist, arbeitt saman við Ad Libitum við ætlanunum um at gera fløguna lidna. Men tað var ikki fyrr enn nú í januar, at tað lá fyri hjá Elini. Hon og Ad Libitum fóru so aftur í upptøkuhølið og úrslitið var 7 løg afturat. Sostatt liggja 15 løg klár til útgávu. Tað er Christian Clementsen og Elin sjálv, ið hava tikið sær av gittarspælinum á seinnu løgunum. – Vit mangla bara okkurt smávegis, so er fløgan klár til útgávu, men væntandi verður hon ikki givin út fyrr enn á páskum, sigur Elin. Fløgan fær heitið Yndisløg, hetta tí talan er um yndisløg hjá Elini, Svenn og Maud. Her eru nógvir ymiskir slagarar ella evergreens, og fleiri av løgunum eru ikki hoyrd á føroyskum áður. Elin hevur spælt løgini fyri fólki, bæði her heima og í Danmark, og móttøkan hevur verið góð. Summi hava tosað um, at tað minnur eitt sindur um Lisu Ekdahl, og at tað er hugnalig og avslappandið. Hetta kemst kanska av, at fleiri av løgunum eru svensk, greiðir Elin frá. – Eg ætli mær at ogna mammu míni og mammubeiggja mínum fløguna. Hóast eg ikki havi tos­að við Føroya Felag Móti Krabba­ meini enn, so ætli eg mær, at eitt ávíst gjald fyri hvørja selda fløgu fer til teirra, sigur Elin. Verðin undurfull er Upprunalag: “What a wonderful world” v/ Louis Armstrong Orð og lag: George David Weiss og Robert (Bob) Thiele Umyrkt úr enskum: Elin Heinesen Mussa meg Upprunalag: “Besa me” Orð og lag: Consuelo Velázquez, 1940 Umyrkt úr sponskum: Elin Heinesen. Elska eymligt Upprunalag: ”Love me tender” v/ Elvis Presley Orð: Elvis Presley og Vera Matson (Ken Darby), 1956 Lag: Grundað á eldri lag frá 1861 ”Aura Lee” Umyrkt úr enskum: Elin Heinesen Nánd Upprunalag: “De nære ting” Orð: Arne Paasche-Aasen Lag: Kurt Foss og Reidar Bøe, 1955 Umyrkt úr norskum: Thomas M. Smith. Halt mær til góðar Upprunalag: ”Rose Garden” (”I beg your pardon”) v/ Lynn Anderson Orð og lag: Joseph Alfred Souter (Joe South) Umyrkt úr enskum: Elin Heinesen Lættur í lund Upprunalag: “En valsmelodi” (“Dagen er släckt”) Orð: Nils Ferlin Lag: Lille Bror Söderlundh Orð: (á føroyskum): Jens Pauli Heinesen Sangur um frælsi Upprunalag: ”O Kaymos” v/ Mikis Theodorakis ? (Svensk útgáva: “En sång om frihet”) Orð: Bo Setterlind Lag: Mikis Theodorakis Umyrkt úr svenskum: Elin Heinesen Lorelei Upprunalag: Týskt – “Lorelei” Orð: Heinrich Heine, 1823. Lag: Friedrich Silcher, 1838 Umyrkt úr týskum: D. Á H. (Vitin, 1941) Veraldarendi Upprunalag: “The end of the world” v/ Skeeter Davis, 1963 Orð: Sylvia Dee Lag: Arthur Kent. Umyrkt úr enskum: Elin Heinesen So fitt sum í gomlum døgum Upprunalag: “Så sødt som i gamle dage” (Donsk vísa frá sjónleikinum “Puslespil”) Orð: Kaj Munk Lag: Kaj Normann Andersen Umyrkt úr donskum: Hermann Jacobsen Mín einasti eini Upprunalag: Spanskt – “Romance de amor” (Svensk útgáva ”Du är den ende” v/ Lill Lindfors, 1966 Orð: Bo Setterlind Lag: Vicente Gomez, 1939 Umyrkt úr svenskum: Elin Heinesen Áarvegurin Upprunalag: “Streets of London”. Orð og lag: Ralph McTell Elin Heinesen umyrkt úr enskum í 1974 Nu folder jeg haand og tanke Upprunalag: Norskur/danskur sálmur Orð: S.A. Nielsen. Lag: Lars Søraas, 1948 Ynski hvønn dag Upprunalag: “May each day” v/ Andy Williams Orð: Mort Green Lag: George Wyle Elin Heinesen umyrkt úr enskum Lít allar tínar leiðir Upprunalag: Týskur sálmur frá 1601. (Norðurlendsk útgáva “Befal du dine veje”) Lag: H.L.Hassler. Orð: Paul Gerhardt, týskur prestur, 1676. (Týtt til norskt S.S. Stennertsen, norskur professari, 1835.) Umyrkt úr donskum: ? Yndisløg