Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007 Vikuskifti 16 Farna sunnudag há­tíð­ar­ helt kirkjan við Norðskála, at tað í januar í ár vóru 75 ár liðin síðani kirkjan varð vígd. Tvær gudstænastur vóru, modellið av sluppini »Ver­dandi« varð avdúkað og eftir tað var byg­d­a­r­ fólkið savnað í Eydnuni á Oyrar­bakka, har øll vóru vælkomin til nátturða, og nøk­ur orð um kirkjuna vórðu borin fram Tað var tann 10. januar í 1932, at Jákup Dahl, próstur, vígdi Norð­skála kirkju. Tosið um at byggja kirkjuna byrjaði nøkur ár frammanundan, tað var í 1920'u­num. Um várið í 1927 var byggi­nevnd vald og tvey ár seinni sendu nakrir íbúgvar í Svínáum, við Norðskála og av Oyri umbøn til Føroya Løgting, um at fáa stuðul til at byggja kirkju. Áðrenn hetta hevði presturin á Nesi tá, Wilhelm Nielsen, í fyrru helvt av tjúgunum sent út eitt “opraab”, sum hann kallaði tað, har hann heitti á kirkjufólkið, um at fáa bygt eina kirkju, sum skuldi standa liðug í seinasta lagi í 1928. Nær umsóknin er send inn til kirkjustjórnina sæst ikki í gerða­ bókini, men 24. august 1929 hevur kirkjunevndin hjá Løg­tingi­ num lagt álit fram. Í álitinum stend­ur, at umsókn er komin til Før­oya Løgting frá íbúgvum í Svín­ áum, Norðskála og Oyra, um at fáa studning til at byggja kirkju. 23. februar 1930 varð samtykt at bjóða arbeiðini út. Arbeiðið við út­grevstri varð samtykt at fara und­ir beinanvegin. Stoypiarbeiðið byrjaði á Mort­an­s­messu, 11. november 1930, Martin Danielsen tók sær av hesum. Byggiarbeiðið gjørdi Mask­in­snikkaravirkið í Miðvági við Heina Joensen, og tað kostaði 11243 krónur og 52 oyru. Poul Isaksen tók sær av mál­ing­ a­rar­beiðinum, sum kostaði 1175 krón­ur. Tekningina gjørdi H. C. W. Tór­garð Harrin byggir húsið 2. desember sama ár legði Jákup Dahl, próstur, grundarsteinin í fund­a­mentið í eysturgalvinum mið­skeiðis fyri altarinum, og har stóð soleiðis skrivað: “Um Harrin ikki byggir húsið, tá ar­beiða smiðirnir til einkis”. Kirkjan varð bygd í eini tíð, har togan var um kirkjumálið skuldi verða danskt ella før­ oyskt. Sunnudagin hin 18. ok­to­ber var tí fólkaatkvøða um skrif­t­støðini undir altartalvuni og úti í forkirkjuni skuldu verða á føroyskum ella á donskum. Úrslitið var, at 40 atkvøddu fyri før­oyskum og 29 fyri donskum. Prestur í bygginevndini Farna sunnudag greiddi Jóhan Norðskála kirkja 75 ár - Kirkja Rólant Waag Dam blaðmaður rolant@sosialurin.fo Norðskála kirkja var stúgvandi full av fólkum, tá hon hevði hátíðargudstænastu farna sunnudag, í samband við at tað eru 75 ár liðin síðani kirkjan varð vígd Jóhan Petur Petersen er úti í Eydnuni fortelur um arbeiði við kirkjuni við Norðskála. Til vinstru fyri hann hóma vit Emil Olsen, prest, ið lýður á