Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 134 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 • 2. - 4. februar 2007 Vikuskifti 17 Pet­ur Petersen, fyrrverandi kirkj­u­ ráðs­lim­ur, á samkomu í Eydnuni á Oyrarbakka frá arbeiðinum við kirkj­uni. Í bygginevndini vóru valdir at sita Hans Poulsen úr Svínáum. Jo­en Jacob Weihe, Axel Pet­ er­sen og Magnus Hansen frá Norðskála. Ole Larsen av Oyr­ar­ bakka, og Jógvan Joensen og Sám­al Debes av Oyri. – Tað er einki at ivast í, at prest­ur eisini hevur verið limur í bygginevndini, men hann sæst ikki at hava verið á fundi, greiddi Jó-han Petur Petersen frá. Hann visti somuleiðis at siga, at í gerð­ a­bókini hjá nevndini byrjaði ikki fyrr enn 1. september í 1929. – Á tí fundinum er heilsan frá presti, at hann hevur fingið játt an frá stj óranum á motorfabrikkini í Tuxam, at teir vilja gjalda se­ menti. Jóan Jacob Weihe, sum var tingmaður tá, setur fram upp­ skot í tinginum um at fáa játt að 14.000 krónur í studningi. Bygdu prám fyri 200 kr. – Byggjast skuldi eisini ein prám­ ur at føra sand við. Hann skuldi vera 20 føtur langur, átt a føtur breið­ur og tríggjar føtur djúpur. Prám­urin skuldi gerast so bíliga sum á nakran hátt møguligt, og mátt i ikki kosta meiri enn 200 krónur, fortaldi Jóhan Petur Pet­er­ sen í Eydnuni á Oyrarbakka. Í mun til henda prámin visti Jó­han Petur Petersen eisini at siga, at hann varð útleigaður fyri 25 oyru um tíman, men varð hann leig­að­ur út utt an fyri øki á leiðini, so kostaði hann fimm krónur um dag­in. – Eitt sindur gav hett a, tí í rokn­skapinum eru bókaðar 53 krón­ur og 50 oyru, sum inntøka av práminum, helt Jóhan Petur Pet­ersen fyri. Av øðrum ítøkiligum upp­ hædd­um, ið nevndar vórðu, er kostn­ aðurin fyri orgulbeinkin. Hes­in kostaði 21 krónur. Veggj­a­ lamp­u­­rnar, sum tey keyptu tíggju av, kostaðu 250 krónur tilsamans – tað vil siga 25 krónur stykkið. Í gerðabókini frá 6. oktober 1929 fæst at vita, at ein listi gong­ur runt at fáa menn at tekna seg til ólønt arbeiði. Listin hevði tá bara verið í Svínáum og við Norð­skála, men teknaðir eru 875 tímar. Fyltu kirkjuna tvær ferðir Smá trý ár eftir, at nakrir íbúgvar í Svín­áum, við Norðskála og av Oyri lótu inn umbøn til Føroya Løg­ ting, um at fáa stuðul til at byggja kirkju, varð kirkjan vígd. Í seinni helvt av sjeytiárunum varð farið undir at umvæla kirkj­ una, og varð tá eisini bygt uppí til fundarhølið og annað. Umframt tað varð forkirkjan vaksin og ka­ pell bygt uppí suðureftir. Men hóast vaksið varð um kirkj­una tá, so var tað eingin trup­ul­leiki at fylla hana farna sunn­u­dag. Á middegi prædikaði Hans Jacob Joensen, bispur, með­an Emil Olsen, sóknarprestur, hevði altartænastuna. Tá mundu knapp­liga 200 fólk vera í kirkjuni. Seinnapartin var so aftur guðs­ tænasta. Hesaferð við Bjarna Bæk, dómprósti, og tá vóru upp aft­ur fleiri fólk. Eftir seinnu gudstænastuna varð boðið til felagsmáltíð í bygdarhúsinum Eydnuni á Oyrar­ bakka. Umframt Jóhan Petur Pet­er­sen, søgdu Emil Olsen og Freydis Poulsen nøkur orð. Hátíðarløtan endaði við, at øll samkoman í felag sang sálmin “Nú dagurin at enda er”. »Verdandi« varð bygd í Yarmouth í Ong­ landi í 1884 og merkt til 85 brt. Mot­or­ urin var ein 47 HK Skandia við ein­um sylindara. Tað vóru feðgarnir Sím­un og Esbern Simonsen á Høgabóli í Salt­ang­ ar­á, sum átt u skipið. Hin 16. september 1944 fór »Ver­dandi« sein­astu ferð sína til Íslands. Roynt varð við línu á Norðurlandinum. Tað hevði ver­ið vánaligt veður har á leiðini hett a heyst­ið, og striltið gekst at fáa so frætt , at tað loysti seg at fara til Aberdeen at selj­a. 26. oktober kl. 13.00, fór skipið av Sigl­ufirði ­til Reykjavíkar, og var ætlanin at keypa so mikið av fiski, sum restaði í fulla last. Á Siglufirði vóru tveir mans komn­ ir umborð sum ferðafólk. Hesir báðir, sum høvdu arbeitt í Íslandi, ætlaðu sær at fáa fart úr Reykjavík til Føroya. Men »Ver­dandi« kom ongantíð til Reykjavíkar. Hó­ast bæði íslendingar og bretska her­set­ ing­arvaldið leitaðu eftir vraklutum, sum kundu stava frá skipinum, varð onki funn­ ið. Roknað verður við, at skipið er farið av min­uávum. 15 mans sjólótust. Nýggju av mann­ing­ ini vóru giftir. Summ ir teirra átt u nógv ó­for­syrgd børn. Tað vóru sostatt djúp sár, sum henda vanlukkan voldi, og fleiri einkj­ur fingu strævin ár, áðrenn børnini komu undan. kelda: www.folkakirkjan.fo Teir ið fórust við »Verdandi« vóru: Ole Larsen, skipari, Oyrarbakka, f. 2/12 - 1888. Jens Knudsen, bestimaður, Glyvrum, f. 28/1 – 1905. Frants Martin Davidsen, motorpassari, Strondum f. 17/7 – 1916. Niels Martin Jacobsen, kokkur, Streym­ nesi, f. 25/1 – 1896. Christian Marius Sofus Frederik Højgaard, Rituvík, f. 20/10 – 1894. Olaf Jacob Larsen, Fuglafirði, f. 24/8 - 1908. Thomas Jacob Wenzel Høj, Strondum, f. 28/9 - 1901. Olaf Martin Larsen, Oyrarbakka, f. 19/9 – 1912. Samuel Peter Petersen, Rituvík, f. 4/8 – 1915. Peter Andras Larsen, Oyrarbakka, f. 23/6 – 1919. Johan Martin Oliver Anton Mikkelsen, Syðr­u­gøtu, f. 21/5 – 1906. Daniel Jacob Henning Højgaard, Toftum, f. 28/3 – 1919. Ernst Peter Sofus Nickel Esmar Petersen, Rit­u­vík, f. 1/8 – 1922. Hans Pauli Frederik Højgaard, Rituvík, f. 5/9 – 1922. Bill Justinussen, Glyvrum, f. 2/3 – 1923. Harrin bygdi húsið Søgan um »Verdandi« Emil Olsen, sóknarprestur, og Bjarni Bæk, dómpróstur, práta sína millum eftir gudstænastuna seinnapartin sunnudagin Charles Johannesen hevur gjørt modellið av »Verdandi«, sum varð avdúkað í Norðskála kirkju síðsta sunnudag