Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 • 9. - 11. februar 2007 Vikuskifti 21 so lítlum samfelagi við einum so sterkum sosialum kontrolli. Tá slíkur hugburður verður tikin við inn í tingið, ger ilt verri. – Teirra uppgáva er heilt einfalt ikki at diktera, hvussu eg og tú liva okkara lív, so leingi vit ikki gera okkum inn á okkara næsta, slær Katrin fast. Skrivi- og talufrælsið Ein sentralur spurningur undir øllum grein 266b-málinum var, hvussu vit umsita okkara skrivi- og talufrælsi. Hvussu eiga tey at føra sín boðskap fram, sum av trúarávum eru ímóti samkyndleika? Og hvussu eiga tey at svara aftur, sum eru ímóti bíbliufunderaðum politiskum sjónarmiðum? Yvirfyri hesum spurningi er Katrin Petersen kritisk mótvegis eini og hvørjari skerjing í skrivi- og talufrælsinum. Hóast hon viðurkennir, at tað eru nøkur natúrlig mørk fyri, hvat kann sigast og skrivast í almenna rúminum, sær hon ávísar vandar við yvirhøvur at seta nøkur mørk. – Tingmenn skulu fyri mítt viðkomandi vera vælkomnir til at fara upp á tingsins røðarapall og lesa alla triðju mósebók. Men eg havi eisini mín rætt til at vera grov, illavorðin og órein móti teimum sjónarmiðum, sum eg finnist at. Tá vit kjakast í almenna rúminum, skal ein og hvør sleppa at siga sína hjartans hugsan. Og eg meti tað vera skeivt, tá ymsu partarnir royna at átaka sær offurleiklutin og kæra sína neyð um forfylging og diskriminatión, metir Katrin. Men hvar eru mørkini so fyri skrivi- og talufrælsinum? Hví er skrivi- og talufrælsið so ikki eitt absolutt frælsi, sum ikki skal ásetast løgfrøðiligar leiðreglur? – Onkustaðni gongur mark­ ið jú. Enn hava vit ikki nakran erkleraðan føroyskan haturs­ felagsskap, sum hevur til enda­ máls at útrudda ein annan bólk, men søgan er jú full av dømum við nazismuni sum tí besta. Og ein og hvør forfylging byrjar jú við orðum. Mítt poeng er, at tað kortini eigur at skula sera nógv til, áðrenn grundarlag er fyri einum rættarmáli. Allir partar eiga at tola tað allarmesta. Og tí skulu vit ikki vera erkvisin, tá vit bresta saman, metir Katrin. Tí heldur hon, at politikarar ikki skulu forðast fyri at nýta halgubók, um veruleikin er, at politisku sjónarmið teirra stava frá halgubók. Og samstundis skal mótparturin sleppa at skíra slíkan politikk fyri miðaldarligan ella fanatiskan, um tað er tað, sum mótparturin heldur. – Eg taki ikki undir við teimum, sum forlanga av einum politikara, at hann ikki skal nýta halgubók, tá hann grundgevur fyri sínum sjónarmiðum um t.d. etiskar spurningar. Reglan um at skilja sundur átrúnað og politikk snýr seg ikki um, hvat hvør einstakur hevur loyvi til at siga, men heldur um, at statur og kirkja skulu skiljast at, og at politiska valdið verður tikið frá átrúnaðarliga myndugleikanum, sigur Katrin. Fría orðið Spurningurin um, hvussu vit nýta okkara skrivi- og talufrælsi, er sambært Katrin ein ævig balansugongd millum frælsi og tamarhald. Øðrumegin skulu vit hava frælsi til at siga okkara hjartans hugsan. Og hinumegin má hetta frælsið ikki koppa yvir í hatursherferðir móti útvaldum bólkum. Og uppgávuna at balansera millum hesar báðar pólarnar hevur rættarmyndugleikin, sum í hvørjum einstøkum føri má meta støðuna. – Um myndugleikin setir av­ markingar, má tað vera absolutt neyðugt og í allar ringasta føri. Idealið má vera tað fría orðið fyri allar partar, endar Katrin Petersen. Religión og modernitetur oralskir politistar Religión og modernaða menniskjað Hvønn týdning hevur átrúnaður fyri modernaða menniskjað? Hvønn leiklut hevur religión í almenna rúminum? Og kunnu religión og modernitetur sameinast? Bæði í altjóða høpi og í Føroyum eru hesir spurningar meiri viðkomandi enn nakrantíð. Við jøvnum millumbilum seta átrúnaðarligir og etiskir spurningar dagsskránna í almenna kjakinum. Seinast í sambandi við støðu teirra samkyndu. Í greinarøð kastar Heini í Skorini ljós á hesar spurningar við samrøðum við persónar, sum hava ymsar tilgongdir til og sjónarmið viðvíkjandi spurninginum um religión í modernaða samfelagnum. Hetta er níggjundi og seinasti partur. Tey, sum hava luttikið, eru Rúni Rasmussen, Hans Andrias Sølvará, Marjun Bæk, Richard Schwartson, Carl Johan Jensen, Kathrina Lindenskov Joensen, Bergur Debes Joensen, Knút Háberg Eysturstein og Katrin Petersen. – Okkara politikarar hava ein tendens til at spæla moralskt politi. Tá teir vilja áseta sínum borgarum, hvussu nógv vit hava loyvi til at drekka, hvørjar filmar vit hava loyvi til at hyggja at og hvørjar sjónleikir vit sleppa at síggja, vanvirða teir idealið um frælsi hins einstaka, metir Katrin Petersen, journalistur Mynd: Thomas Koba