Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. februar 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 • 9. - 11. februar 2007 Vikuskifti 22 Er nakað kjøt á »Mín meining« Í teignum »mín meining« sigur Pauli Ellefsen sína hjartans meining um ymisk samfelagslig viðurskifti. Pauli Ell­ef­sen var løgtingsmaður frá 1974-90. Hann var fólkatingsmaður frá 1977-87 og frá 1988-90. Hann var Føroya Løgmaður frá 1981-85 og hevði tá farloyvi úr Fólkatinginum. Hann var for­mað­ur Sam­bands­ floksins frá 1974-90. Pauli er útbúgvin fjarritari, handilsskúlaútbúgving HD og løggildur grannskoðari. Hann hevði í nógv ár egið grannskoðaravirki Hvat sigur andstøðan? Høgni Hoydal sigur í Sosialinum fyri stuttum, at “Visjón 2015 er ein “propaganda- og prestiguprojekt hjá løgmanni...”. Tá hann kemur til aftur, ætlar hann ikki at arbeiða víðari við hesum tóma hugtaki og sigur víðari:“Tí hvat er visjónin? Eg veit tað ikki, og ongin, sum eg havi prátað við, veit hvat visjónin er fyri nakað....”. Her er talan um rein orð fyri peningin frá andstøðuni í løgtinginum. Hvat sigur sam­ gongan? 2 dagar áðrenn hevur Sosial­urin prát við tveir av lands­stýris­ monnunum, vinnumálaráð­harran og fíggjarmálaráðharran. Orsøkin til, at bert 31% kenna seg aftur í Visjón 2015, og bert 12% trúgva uppá, at rokkið verður á mál, er sambært vinnumálaráð­harran: “Hetta stutta tíðarskeiðið hevur fólkið fingið nógva ymiska kunning, so tað kann vera trupult at kenna seg aftur í visjón­ini”. Palleba, Marsanna og eg hava fingið nógv fleiri upplýsingar, enn vit eru før fyri at “krepera” upp á so stutta tíð. Vit eru slettis ikki nóg klók til at fata tær stóru ætlanirnar. Men hvørjar eru visjónirnar í visjónini? Lat okkum hyggja nærri at tí, sum vinnumála­ ráðharrin og fíggjarmálaráðharrin bera fram. Vinnumálaráðharrin “Lat meg sláa fast, at eg meti Visjón 2015 vera eitt positivt, skilagott og neyðugt stig, sum eg stuðli løgmanni fult í” sigur vinnumálaráðharrin. Gaman í, men hevur hann ikki okkurt ítøkiligt at vísa á? Víst so: “Frá vinnupolitiskari síðu kann eg siga, at eitt gransk­ingararbeiði er í gongd. Vit hava arbeitt nógv við eini granskarapark. Hendan gransk­ara­parkin er partur av vinnupolitikkinum, sum er partur av visjónsarbeiðinum, og eg vóni at síggja hetta aftur á fíggjarlógini fyri komandi ár. Men tað kann vinnumála­ráð­ harrin gott gloyma – sí niðan fyri hvat fíggjarmálaráðharrin sigur. Sum prikkin yvir iið sigur vinnumálaráðharrin seg hava víðkað visjón 2015 (frá hvørjum?) til at fevna um eina dagføring av vinnulóggávuni. Jú men, visjón ella ikki visjón, so er hetta eitt minstakrav, um vit skulu fáa ein føroyskan “virðisbrævamarknað” at virka. Fíggjarmálaráðharrin “Endamálið við visjónini er ikki at játta pening her og nú, men at broyta hugburðin hjá føroyingum, so vit í størri mun venja okkum við at seta okkum mál” sigur fíggjarmála­ráðharrin. Hann er ikki samdur við teimum um, at teir ongan politikk hava. “Um vit vísa á øki, sum vit hava uppraðfest, so síggja vit, at einar 15 milliónir eyka eru játtaðar til útbúgvingarøkið”. Mexico, go home. Fíggjarmálaráðharrin er varin við­víkj­andi hækkan av játtanini til gransking og sigur: “Men um vit bara hækka játtan­ ina, so er vandi fyri, at hon verður bara spjødd í smáum nøgdum, uttan vit og skil”. So vinnu­mála­ ráðharrin skal ikki rokna við tí stóra – og tað skulu vit heldur ikki. Summir føroyingar eru vanir at seta sær mál Hóast fíggjarmálaráðharrin heldur, at vit mugu læra okkum at seta okkum mál, og alt bendir á, at oman fyri nevndu landsstýrismenn ikki enn hava sett sær tey heilt høgu málini, so eru aðrir føroyingar sum eru vanir at seta sær mál. Tak t. d. Høgna Hoydal og hansara flokk. Teir hava sanniliga sett sær mál, so tað forslær. At so úrslitini blivu katastrofal, at alt endaði við “sjálvmálum”, Mín meining Pauli Ellefsen