hósdagur 1. mars 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 43 - 1. mars 2007
tíðindi
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
Nýggj
hárfríðkunnarstova
á strondum
v/Maibritt Frederiksberg
Verið vælkomin inn á gólvið. Vit hava
eisini røttu gávuna og kunnu bjóða
gávukort til hárviðgerð og vørur.
Verið vælkomin at ringja á telefon
44 94 44 ella sms’a á tlf 21 86 33.
Tel 44 94 44 / 21 86 33
Mánadagin 12. februar læt
nýggj hárfríðkunnarstova
upp á Strondum
áðrenn
aftaná
Ein stubbi og
hugleiðing frá
Eysturoyar
Dansifelag, nú
dansiveturin er av.
“Ein er tíðin at dansa “ var
fast tiltak hjá Kem-bónda
í Lamba – tað verið seg í
álvara ella í gaman. Vit hóma
tilsipingar til Prædikarin
í Halgubók, um at “alt
hevur sína tíð”. Tiltakið
kemur eisini fyri í føroysku
brúðarvísuni, 21.ørindi:
“Sum Salomon segði, skal
tíð til alt, og ein er tíðin at
dansa”...
Dansitíðin við føroyskum
dansi er av, nú føstan er ein
veruleiki. Eftir gomlum
siði, steðga eisini tey ymsu
dansifeløgini sínum virk
semi í tíðini uppundir kristnu
páskahátíðina.
Hvussu royndist so dansi
veturin 2006-2007? Sum
skilst merkja flestu feløg
framgongd, nøkur onga
broyting og í onkrum føri
afturgongd.
Eysturoyar
Dansifelag hevur ein vaksandi
limaskara og samstundis
eina vaksandi luttøku tey
einstøku dansikvøldini, sum
eru fríggjakvøld. Eitt sera
týðandi virksemi hjá dansi
feløgunum er, at vitja onnur
feløg, ella at fáa vitjan sjálvi.
Hetta gevur dansinum eina
eyka megi og fjølbroytni.
Altíð forvitnisligt at uppliva
aðrar skiparar, aðrar vísur
ella onnur kvæði, ja kanska
eitt heldur øðrvísi dansilag.
Herfyri var Eysturoyar Dansi
felag sína árligu vitjan í
Funningi. Hesaferð saman
við Norðstreymoyar Dansi
felag. Hoyrdi gamlan mann
har í bygdini siga, at hann
hevði ikki uppliva so góðan
føroyskan dans har í bygdini,
síðan hann var heilt ungur.
Ein onnur góð dansiferð var
í Haraldssundi, har eisini
Klaksvíkar Dansifelag vitj
aði. Tað merkist væl, at
Norðoyartunnilin, ger eitt
heilt annað samstarv møgu
ligt á dansiøkinum. Ongin
ivi er um, at hetta fer at fáa
avgerandi týdning fyri økt
dansivirksemi í komandi
tíðum.
Nú føstulávintsdansurin
er av, ber til at líta afturá ein
farnan dansivetur. Í mínum
hugaheimi
var
kanska
besta upplivingin vitjanin
á Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi, fríggjakvøldið
uppundir føstulávint. Felagið
varð boðið at vitja við at dansa
í ein tíma fyri búfólkunum
har. Innbjóðingin fevndi
eisini um børn úr 4. flokki av
Toftum, við Jóhonnu Petersen
á odda. Børnini framførdu
fyrst. “Øskudølgur og sóp
ingarkona”, “Tá eg verði
stórur” og “Stat op Sankta
Simeon “, ið alt samalt týðu
liga nam við búfólkini. Fleiri
av teimum komu uppí. Onnur
sótu og vaggaðu í stólum og
rullistólum. Øll tóku so saman
bæði styttri og longri vísur:
“Jákupsa Skegg”, “Mallebro”
og “Grindavísuna”. Ein
hugtakandi løta, har trý
ættarlið vóru á gólvi saman.
Børnini – ið skulu bera dansin
víðari – tey miðaldrandi í
dansifelagnum og so tey
búfólkini, ið mestsum hava
lagt frá sær, men framvegis
hava
mentanararvin
í
huganum. Somu fólk, ið hava
borið dansin víðari til okkum,
ið enn orka at treða dansin.
Seinni um kvøldið komu eisini
nøkur børn við í Hæddina,
har Eysturoyar Dansifelag
heldur til.Vit tóku ymiskt, ið
tey høvdu lært í skúlanum:
“Veturin kom við kulda og
kava” , “Kall og Svein Ungi”,
“Mær gav Sankti Mortan” og
annað. Ung og eldri saman.
Hvat kann verða betri. Jú,
hesar báðar kvøldarløtur á
Ellisheiminum og í Hæddini
mintu okkum øll á, at “ein er
tíðin at dansa”.
EIN ER TÍÐIN AT DANSA...
Børn í dansi í Hæddini
mynd Jens Dalsgaard
Arbeiðloysið fyri janu
ar 2007 er uppgjørt til
587 fulltíðararbeiðs
leys. Hetta er sera lágt
og svarar til 2,1% av
arbeiðsfjøldini, og er
tað sama talið, ið varð
uppgjørt fyri desem
ber 2006, sigur
Hagstovan
Samfelag
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Flestu ár fer arbeiðsloysið
nakað upp um ársskiftið.
Hetta hendi tó ikki í ár, og
tí vísir tað árstíðarjavnaða
talið fyri januar 2,0%. Tað er
higartil lægsta arbeiðsloysið,
sum er uppgjørt. Hóast býtið
ikki er púra javnt millum
landslutirnar og heldur ikki
millum aldursbólkar og
kyn, er arbeiðsloysið kort
ini yvirhøvur lágt í øllum
bólkum.
Eldri konufólk
Í aldurs- og kynsflokkingini
er bert ein bólkur at finna,
sum fer upp um 4%. Tað
eru konufólk eldri enn 55 ár,
har arbeiðsloysið er 4,8%.
Arbeiðsloysið millum tey
ungu undir 25 ár er uppgjørt
til 1,3% og er hetta lágt at
vísa seg, men neyvan tann
veruliga myndin. Av tí at hesi
arbeiðsloysishagtølini verða
fingin úr skráunum hjá ALS
og Almannastovuni, síggja vit
bert tey, sum eru skrásett har.
Hjá ungum arbeiðsleysum
er trupulleikin ofta tann,
at tey ikki áður hava havt
eitt arbeiði, sum møguligt
útgjald kann roknast eftir.
Harumframt er hetta eisini
aldursbólkurin, har nógv
eru í útbúgving, og sambært
reglunum hjá ALS verða tey
tá vanliga ikki mett at vera
tøk á arbeiðsmarknaðinum
og hava tískil heldur ikki
rætt til stuðul.
Áhugavert í Sandoy
Í sýslu- og kynsflokkingini
eru tveir bólkar, ið koma upp
um 4%: konufólk í Norður
oyggjum og í Suðuroy, har
arbeiðsloysisprosentini
eru ávikavist 4,3% og
5,7%. Í Sandoyar sýslu
er tað áhuvaverda hent, at
arbeiðsloysið millum konu
fólk er farið heilt niður
á botn og er munin lægri
enn hjá mannfólkunum.
Tølini her eru tó so smá, at
tað skal ógvuliga lítið til at
broyta myndina nógv, sigur
Hagstovan á heimasíðuni hjá
stovninum.
Metlágt arbeiðsloysi í januar