Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 1

allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 44 - 2. mars 2007 SAMBAND Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo tlf 341800 tónleikur Showmenn gevast í summar. Bólkurin velur eftir fimm ár sum fremsti dansibólkur í landinum at leggja árarnar inn. Limirnir vilja fegin royna okkurt annað. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Føroya fremsti dansibólkur, Showmenn leggur árarnar inn í summar. Teir fýra Kim, Jens Marni, James og Jóhannus slíta samstarvið, ið hevur fingið føroyskar føtur at dansa seinastu fimm árini. Leygarkvøldið fara Showmenn á pall í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og hetta verður seinastu ferð, at bólkurin spælir í Danmark. Í Showmonnum fingu Føroyar ein superbólk. Teir tríggir Kim, Jens Marni og James stovnaðu bólkin saman við bassleikaranum Paula Magnussen eftir, at Taxi var farin í søguna, og at Jens Marni var farin úr All That Rain. James var komin aftur til Føroyar eftir ár í Íslandi og Danmark, har hann hevði spælt við nøkrum av fremstu bólkum í hesum londum. Talan var beinanvegin um ein bólk, ið taldist millum teir allar best umtóktu í Føroyum. Eftir eina tíð við tí ovurfyltu skránni, fór Pauli úr bólkinum, og avloysarin hjá honum var royndi og dugnaligi Jóhannus á Rógvu. Showmenn hava spælt Føroyar á tamb hesi fimm árini, men nú er tíðin komin at gevast. - Nei, nú er nokk, tíðin er komin at gevast, sigur Kim Hansen, ið heldur at tað er sunt, at fara víðari og at sleppa spæla saman við øðrum tónleikarum. - Vit vilja prøva okkurt nýtt. Hatta var stuttligt, og árini í Showmonnum er ein tíð, sum eg fari at minnast aftur á við gleði. Vit gevast ikki, tí vit eru ósamdir, ella ikki orka meira. Vit gevast fyri at sleppa at royna okkurt annað, sigur Kim. Hann viðgongur, at tað kann vera nokkso hart at spæla somikið nógv til dans, sum Showmenn hava gjørt. - Man doyr kreativt av at spæla so nógvan cover tónleik. Eg havi merkt, at eg ikki hava skrivað nakran tónleik seinastu tíðina. So tí kundi eg hugsað mær at roynt okkurt annað og fingið eitt break frá dansipallinum. Jens Marni kundi eisini hugsa sær, at roynt okkurt annað, og hevur onkrar ætlanir, sigur Kim. Kim ætlar sær tó ikki at gevast við tónleiki. - Nei, tað fari eg ikki! Eg fari at spæla tónleik, til eg liggi undir grønu torvu. Eg havi okkurt í kvittanini. Men eg taki altíð ein dag á í senn. Eg havi valt at búgva í Føroyum. Føroyar eru pinkulítlar, so ambitiónirnar eru ikki so stórar. Eg havi roynt alt, sum er at royna innan føroyskan tónleik, sigur Kim. - Eg hevði tildømis ikki tíma at ferðast kring heimin, soleiðis sum Teitur ger. Eg havi fingið familju og eg vil búgva her. Hetta at spæla kring heimin og vóna, at man fær gjøgnumbrot, er ikki nakað fyri meg. Men sjálvandi er dreymurin um at hava eitt lag ovast á Billboard enn har. Tú hevur internetið, so Føroyar eru vorðnar partur av heimssamfelagnum. Á síðum sum t.d. myspace er møguleiki at koma fram, so dreymurin er enn livandi. Leygarkvøldið fáa útisetarnir í Keypmannahavn so høvið, at hoyra Showmenn Nýggi leiðarin í Føroyahúsinum væntar stúgvandi fult hús, og greiðir frá, at hetta tiltakið er byrjanin til nýggjar tíðir í húsinum. Nógv spennandi og nýskapandi fer at henda í húsinum í ár, og nýggi leiðarin sigur, at fólk kunnu fylgja við hvat hendur á heimasíðuni hjá húsinum. Showmenn leggja árarnar inn Fríggjakvøldið og leygarkvøldið kunnu áhoyrarar dansa og syngja við til allar kendu sangirnar hjá Robbie Williams Tíðindaskriv Robbie Williams er ein dýrur drongur. Hann hevur tað heldur ikki so lætt í hesum døgum við sínum persónligu trupulleikum. Tí er tað nærmast utopi at fáa hann til Føroyar at spæla. Men fært tú ikki tað besta, mást tú noyðast við tí næstbesta. Tað hevur Rex í øllum førum ásannað. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið spælir nevniliga ein danskur bólkur í spælistaðnum. Tað sermerkta við bólkinum er, at hann bert spælir løg hjá Robbie Williams. Bólkurin, ið hóskandi nevnist Robbie Williams Jam, hevur fimm ár á baki, og sigast má, at bólkurin hevur verið væl móttikin í Danmark hesi árini. Meir enn 500 konsertir er tað blivið til, og nú gongur leiðin til Føroyar. Sostatt verður møguleiki at dansa og syngja við til løg, so sum ‘Let Me Entertain You’, ‘Come Undone’ og ‘Angels’ í Rex um vikuskiftið. Fleiri upplýsingar um bólkin eru at finna á www.robbiewilliamsjam. dk. Robbie Williams Jam í REX - Man doyr kreativt av at spæla so nógvan cover tónleik. Kim Hansen Sic og 200 í Mentan­ ar­hús­inum Tveir av bestu føroysku rokkbólkum Sic og 200 fara á pall í Mentanarhúsinum í Fugla­fir­ði í kvøld. Konsertin er út­gávu­ kon­sert hjá Sic, ið gav út fløguna Pan­de­ mon­ium mánadagin. Bólkurin gav á útgávutiltakinum í Eclip­ se mánakvøldið smakksroyndir av sínari góð­sku sum konsertbólkur, men í kvøld verð­ur tað sambært teimum sjálvum ord­i­ ligt. Hetta merkir ivaleyst at Sic smá­kak­ur­ nar og kaffi liggja eftir í Havn. Til at hita fjøldina upp, hevur Sic fingið ein av allar bestu rokkbólkunum í land­in­ um 200. So samanumtikið átti kvøldið at verið ein frálík tónleikauppliving. Bussar koyra úr Havn kl. 22.30, ring 595959 og av Toftum, Strondum og Klaks­ vík kl. 23.30, ring 225220. nud