Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 44 - 2. mars 2007 tíðindi SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk –Vit mugu viðganga, at ta einu løtuna hugsaði eg, at hetta kundi ikki vera rætt løgreglutalsmaður í Keypmannahavn útlond Funnu bumbu­virkir Teir seinastu dagarnar hevur ísraelski herurin leitað eftir vápnum og bumbuverksmiðjum í palestinska býnum Na­ blus, og í gjár segði her­ leiðslan, at her­menninir høvdu funnið tríggjar bumbu­verk­smiðjur, sum her­menninir høvdu lagt í oyði. Átakið í Nablus er tað størsta hernaðarátakið á Vestara Áarbakka síðani í juli í fjør. Ís­ raelski herurin vil vera við, at nógvir av bum­ bumonnunum, sum hava gjørt um seg í Ísrael tey seinastu árini, komu úr Nablus, og at tað tí bvar neyðugt við átakinum. Palestinskir embætis­ menn siga harafturímóti, at átakið er ein roynhd at forkoma samstarvinum millum Fatah og Hamas, sum herfyri samdust um at skipa felags stjórn. Viðførið hvarv Tann 17. desember kom eitt norsk ferðalag aftur til Noregs eftir at hava verið á rundferð í Av­ stralia, Kina og Singa­ pore, men trupulleikin er, at viðførið hjá tveim­ um teirra er ikki komið til Noregs enn. Per Dolm­ seth, sum bíðar eftir sínum kufferti, sigur seg hava fingið at vita, at síðani hann kom til Noregs, hevur hansara kuffert verið í Avstralia, Singapore, Fraklandi, Italia og í Sveis. Norska ferðalagið ferðaðist við bretska flogfelagnum British Airways, men flogfelagið hevur biðið eitt italskt felag finna tey horvnu kuffertini. Kan­ ska eru tey á veg nú. Í gjár frætti Per Dolm­seth, at hansara kuffert stóð í Milano í Italia. Sex við næm­ingum Ein 23 ára gomul lærar­ inna í amerikanska stati­ num South Carolina er sett í varðhald, eftir at tað er komið fram, at hon hevur havt kynsligt sam­ band við fleiri dreingir í skúlanum. Sambært AP er talan um minst fimm dreingir í aldrinum 14 og 15 ár, sum hava havt kynsligt samband við lærarinnuna síðani í des­ ember í fjør. Nú er Al­ lema Williams Ward skuldsett fyri at hava havt kynsligt samband við ov ungar dreingir, og harafturat hevur hon mist sítt arbeiði. Stutt sagt Higartil hevur løg­ reglan í Keyp­manna­ havn tikið 219 fólk í sambandi við ófriðin á Nørrebro og aðra­ staðni í býnum. Tey, sum skipaðu fyri ófriðinum í Keyp­manna­ havn í gjár, ætla sær ikki at gevast so, og tí væntar løgreglan mótmælistiltøk alt vikuskiftið. – Støðan er so spent, at eg vænti, at alt fer at enda í ruðuleika aftur. Eg vænti, at vit fara at síggja fleiri tiltøk afturat, sigur Janne Toft-Lind, sum stendur á odda fyri einum stuðsbólki, ið royndi at hjálpa teimum ungu at verða verandi í Ungdomshuset á Jagtvej á Nørrebro. Í gjárkvøldið breiddi ófriðurin seg til Chris­ tianshavn og Christiania. Ungfólk settu eld á bilar og tveittu brandbumbur eftir løgregluni, men tað eydnaðist tí væl mannaða løgregluliðinum at fáa tamarhald á støðuni. Á Nørrebro vóru fleiri hundrað ungfólk í bardaga við løgregluna. Tey ungu savnaðu burturkast og annað í gøtunum og settu eld á. Men løgreglan var fyrireikað og ruddaði gøturnar við serútgjørdum akførum. Um trýtíðina hevði løgreglan fingið tamarhald á støðuni, og í morgun var friðarligt á Nørrebro. Tá hevði løgreglan tikið 219 fólk. Tað vísti seg, at nógvir útlendingar høvdu verið uppi í ófriðinum, tí millum tey handtiknu vóru sviar, norðmenn, týskarar, amerikanarar, póllending­ar og nøkur úr øðrum londum. Trý fólk fingu skaða í ófriðinum. Tvey teirra eru løgreglufólk. Fleiri hava undrast á, at løgreglan valdi at rudda Ungdomshuset upp undir eitt vikuskifti, og løgreglan væntar eisini, at ófriðurin fer at kykna aftur í kvøld. Talsmaðurin hjá løg­ regluni, Flemming Steen Munch, segði í gjárkvøldið, at løgreglan fer at brúka sama framferðarhátt sum í gjár og í gjárkvøldið. Í gjár sendi løgreglan í Keypmannahavn boð eftir hjálp úr øðrum pørtum av landinum, og hon fær aftur hjálp í dag. Hinvegin er eisini vandi fyri, at mót­ mælisfólkini fáa hjálp um vikuskiftið. Afrika vorðið farleið fyri rúsaevnasmugling Næstan alt opium, sum er á heims­ marknaðinumm, er úr Afghanistan. Smuglarafelagsskapir, sum smugla rúsevni úr Suð­ur­ amerika og Asia til Evropa og Norðuramerika hava funnið eina nýggja flutn­ ingsleið, skrivar ST í einari nýggjari frágreiðing. Í dag fer ein stórur partur av rúsevninum umvegis ymisk lond í Afrika. Or­ søkin er sambært ST, at nógv afrikonsk lond hava ikki umstøður til at tryggja, at landsins ella altjóða lóg­ ir og reglur verða hildnar, og hesum gera rús­evna­ smuglararnir sær dælt av. ST-stovnurin ímóti rús­ evnasmugling, INCB, skrivar í frágreiðingini, at stovnurin stórur fyri tí veksandi handlinum við kokaini í evropeiskum londum og serstakliga í Bretlandi og Spania. Harafturat veksur handilin við kokaini eisini skjótt í teimum múgvandi pørt­ unum av India og í Hong­ kong. Um rúsevnafram­leiðsl­ una skrivar INCB, at næst­ an alt opium í heiminum kemur úr Afghanistan. Í fjør dyrkaðu teir afghonsku bøndurnir 6.100 tons av opium, og tað var næstan 50 prosent meiri enn í 2005, sigur INCB og leggur afturat, at í dag stavar ein triðingur av afghanska búskapinum frá rús­evna­ framleiðslu. Vænta ófriðarligt vikuskifti Í Keypmannahavn