Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 44 - 2. mars 2007 Kunngerð Um broyting av Almennu Byggisamtyktini fyri Runavíkar Kommunu Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt 13. mai 1997, verður við hesum boðað frá, at býráðið á fundi 22/02-2007 hevur samtykt at gera broytingar í Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu. Broytingin umfatar IV Kapittul 1. gr. 3. stk., sum ljóðar soleiðis: 1. gr. Útstykkingar og stødd á grundstykkjum. 1. Byggivaldið kann seta sum treyt, at útstykking einans verður loyvd, um hon hóskar saman við eina útstykkingarætlan, sum byggivaldið hevur góðkent fyri náttúrliga avmarkað øki. 2. Nýtsla av ognum. Á ognum til vanlig sethúsaøki má ikki vera nakað slag av virki, sum við royki, deymi, gangi, við útsjónd, sýni ella á annan hátt kann vera teimum til ónáðir, sum uttanum búgva. 3. Grundstykkir til vanlig sethús, ið standa fyri seg, mugu ikki verða útstykkjað smærri enn 500 m², og grundstykkir til tvíhús, raðhús o.t. smærri enn 300 m² fyri hvørji sethús sær. 4. Verandi grundstykkir smærri enn 300 m² kunnu bara í serstøkum førum verða nýtt at byggja sethús á. Skal broytast til: 3. Grundstykkir til vanlig sethús, ið standa fyri seg, mugu ikki verða útstykkjað smærri enn 500 m², og grundstykkir til tvíhús, raðhús o.t. smærri enn 300 m² fyri hvørji sethús sær. Ein partur av teirri ásettu minstuvídd kann verða lagdur sum felagslendi og sum bilstøðil Broytingarnar eru til skjals á býráðsskrivstovuni í upplatingartíðini frá 5. mars til og við 26. mars 2007 Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 7. juni 2007 Saltangará, tann 2. mars 2007 Runavíkar býráð Runavíkar Býráð Jóansøkan 2007 Feløg og einstaklingar, ið ynskja at hava tiltøk á Jóansøku á Tvøroyri 22. – 24. juni 2007, skulu boða frá til Kunningarstovuna á Tvøroyri tlf. 372480 ella sout-inf@post. olivant.fo, innan 31. mai 2007. Jóansøkunevndin Tvøroyrar Bóltfelag Tórshavnar kommuna Kunngerð Tórshavnar Musikkskúli hevur broytt upplatingartíðirnar. Upp- og afturlatingartíðir: Mánadag - fríggjadag frá kl. 11.00 - 16.00. Telefon: 30 24 70 · Fax: 30 24 71 Teldupostur: musikkskulin@torshavn.fo Frá Eysturoyar Javnaðarfelag Aðalfundur verður í Arbeiðsmannafelagshúsi­ num í Leirvík mánakvøldið 5. mars kl. 19. Kl. 20 verður fundur undir heitinum »Flokkurin møtir veljarunum«. Við á fundunum verða ting­ og landsstýrisumboð floksins. Nýggir limir kunnu tekna seg. Eysturoyar Javnaðarfelag lýsingar