mánadagur 5. mars 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 45 - 5. mars 2007
tíðindi
Leygardagin kom
Sunbeam á Vág.
Vágbingar hava keypt
skipið úr Hetlandi og
nógv fólk var á
bryggjuni og tók
ímóti, tá skipið
stevndi inn á Vág
Skip
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Eitt felag í Vági, V-
Invest, hevur keypt størsta
djúpvatnstrolara í Hetlandi.
Leygardagin kom skipið á
Vág. Veðrið skikkaði sær
væl, og sólin sá, tá Sunbeam
klokkan 16 legði at bryggju
í Vági.
Nógv fólk hevði leitað
sær á bryggjuna at taka
ímóti
skipinum.
Kirstin
Strøm Bech, borgarstjóri,
heilsaði skipið, manning og
eigarum vælkomnum og
ynskti alt tað besta. Eisini
vísti hon á, at navnið
Sunbeam er ikki ókent í
Vági, men mundi fyrsta
skipið, sluppin, við hesum
navninum vera í Vági longu
fyrst í 1900 árunum.
Hans Joensen, Hans í
Líðini nevndur, hevur verið
skipari hesa fyrstu ferðina
til Vágs og Conrad Gaard
Joensen
maskinmeistari.
Teir lótu væl at túrinum og
skipinum.
Skipið er 10 ára gamalt,
nú tað er komið á føroyskar
hendur.
Politikkur
Tíðindaskriv frá
Javnaðarflokkinum
Undir heitinum »Flokkurin
møtir
veljarunum«
fer
Javnaðarflokkurin
undir
eitt landsfevnandi átak, har
valdu umboð floksins fáa
høvi at greiða frá, hvørji
úrslit eru rokkin í val
skeiðinum, sum nú fer at
halla, og har veljarin fær
høvi at siga sína hugsan um
politikkin
og
úrslitini.
Við á fundunum verða ting-
og landsstýrisumboð floks
ins.
Skráin ljóðar:
Hesum fóru vit á val við
Hetta er komið burturúr
Hvat heldur veljarin.
Øll
eru
vælkomin
á fundirnar og nýggir
limir kunnu tekna seg.
Fyrsti fundurin verður
í
Arbeiðsmannafelags
húsunum
í
Leirvík
mánakvøldið 5. mars kl. 20.
Hinir fundirnir í mars verða
hildnir soleiðis:
Mikukvøldið 7. mars kl. 20:
Dansistovan í Vestmanna.
Leygarkvøldið 10. mars kl.
19: Samljóð í Skopun.
Skipað varð fyri
rennikapping í Vági í
gjár. Feløgini Hvistan
og Frælsur Ítróttur
skipaðu fyri
Renning
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Hóast einans 10 luttakarar
vóru við í rennikappingini í
Vági leygardagin, so varð
kappast í 4 bólkum. Nevnast
kann, at tá umfar í kapp
ingini var vesturi í Vágum í
farnu viku, vóru eisini 10
luttakarar.
Vinnarar hesaferð í Vági
vóru: hjá monnum Borgar
Biskupstø, Treysti, hjá veter
anum Josvein Herup Olsen,
Bragdi, hjá kvinnum, Kar
ina Magnussen, Hvistan,
hjá gentum ’91-’95, Bjørk
Herup
Olsen, Bragdi, og
hjá dreingjum ’91-’95, Joh
annes Kristensen, Bragdi.
Fyrireikararnir í felagnum
í Suðuroynni, ið nevnist
Hvistan, siga, at kappingin
gekk væl og at næsta á
skránni er flagdagsrenning
in, ið er vorðið afturvend
andi tiltak, og vænta tey tá
um 100 luttakarar.
Herverk er tað, sum
fyllir mest í frágreið
ingini hjá løgregluni
um vikuskiftið, har
millum annað 10
bilar stóðu fyri
skotum. Ein kvinna
síðst í 40-unum er
handtikin í samband
við herverk á nakrar
av bilunum
LØGREGLUTÍÐINDI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Ikki færri enn 10 bilar stóðu
fyri skotum um vikuskiftið,
har onkur hevur stytt sær
stundir við at skøva síð
urnar á teimum. Átta av frá
boðanunum komu úr eystur
býnum, har flestu teirra
høvdu staðið í Bókbindara
gøtu.
Løgreglan gongur út frá,
at herverkið á teir átta ymsu
bilarnar hevur samband við
hvørt annað, og teir hava
eisini illgruna um, at hesir
tilburðir
møguliga
hava
samband við herverkið,
sum varð framt á tveir aðrar
bilar, sum stóðu á parker
ingsplássinum
aftanfyri
løgreglustøðina
í
Jónas
Broncksgøtu í Havn.
Tað var sunnukvøldið, at
herverkið á teir báðar bil
arnar aftanfyri løgreglustøð
ini varð framt. Her hevur
løgreglan handtikið eina
kvinnu síðst í 40-unum,
sum er undir illgruna fyri at
hava framt herverkið á teir
báðar bilarnar, og møguliga
eisini hinar skøvaðu bilarn
ar í eysturbýnum.
At bilarnir í høvuðsstaðn
um veruliga hava staðið
fyri skotum hetta vikuskift
ið, máttu tríggir bileigarar á
Traðarvegnum eisini ásanna
leygarmorgunin, tá numm
arplátur á bilum teirra vóru
skræddar av.
Av herverki annars hava
onkur smámál verið aftrat,
sum altíð eru um vikuskift
ið. Heldur ikki er tað óvan
ligt hjá løgregluni, at tey
taka fólk inn við á støðina,
sum hava verið ov drukkin,
og hetta vikuskiftið hevði
løgreglan fýra liggjandi
gestir.
Einki harðskapsmál
ella rúsdrekkakoyring
Rúsdrekkakoyring og harð
skapur plaga eisini at vera
fastur táttur, men í so máta
var hetta vikuskiftið eitt
undantak. Fríggjamorgunin
um fimmtíðina fór ein bilur
útav vegnum við Sund. Trý
fólk vóru í bilinum, sum
gjørdist vrak, og førarin
varð handtikin og skuld
settur fyri rúsdrekkakoyr
ing og at hava koyrt bil í
frákenningartíðini, sum tað
eitur.
Men síggja vit burtur frá
hesum eina óhappinum, so
tók løgreglan í Havn ongan
fyri rúsdrekkakoyring, og
ei heldur hava teir skrásett
nakað harðskapsmál.
Sunbeam
komin á Vág
Sunbeam stevnir inn á Vág
(Mynd: Finn Johannessen)
Ein rúgva av herverki
Rennikapping í Vági
Skipað varð fyri rennikapping í Vági í gjár. Feløgini Hvistan og
Frælsur Ítróttur skipaðu fyri
(Mynd: Finn Johannessen)
Seinnapartin fríggjadagin vóru bæði løgregla og sjúkrabilur framvið Café Natúr í Havn, har ein
ógvuliga drukkin maður gjørdi um seg. Í hurðini síggja vit, at hann verður borin út á børu
Mynd: Eirikur Lindenskov
Hósdagin vóru børnini
í skúlabólkinum í barna
garðinum í Gøtu á vitjan
í høvuðsstaðnum. Børnini
hava seinastu tíðina havt
tema um mjólk. Tey hava
millum annað verið á
vitjan hjá bónda í Gøtu,
og hósdagin var leiðin
løgd til Havnar fyri at fáa
meira at vita um mjólk.
Børnini vóru inn á gólv
inum hjá Mjólkarvirki
Búnaðarmanna, og har
sóu tey, hvussu mjólkin
verður latin í teir litríku
mjólkarpakkarnar, og
børnini sluppu sjálvsagt
eisini at royna ymisku
sløgini av mjólk og
annað.
Eftir
hesa
vitjan
fóru børnini í Norður
landahúsið, har mat
pakkin varð etin. Síð
ani varð kósin sett í
Vágsbotn, har børnini
vitjaðu í Miðlahúsinum.
Jan Müller, ábyrgdarblað
stjóri á Sosialinum, tók
ímóti, og hann bjóðaði
bæði sodavatn og chips.
Børnini fóru eftir hetta
væl nøgd norður aftur til
Gøtu við Bygdaleiðum.
Gøtubørn á vitjan í Havn
Javnaðarflokkurin møtir veljaranum