týsdagur 6. mars 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 46 - 6. mars 2007
Jógvan Hansen heldur fram í X-Factor, nú
einans 6 luttakarar eru eftir í best umtóktu
sjónvarpssending í Íslandi nakrantíð. Kvinn
ur og samkyndir menn tykjast á einum máli,
Jógvan er lekkur, sigur Jens Guð úr Reykjavík
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Jógvan sang fríggjakvøldið Vertigo hjá U2, og gjørdi
hetta somikið sannførandi, at hann ikki kom í
vandabólkin, ið dómsnevndin skuldi atkvøða ímillum,
og hann er sostatt enn í kappingini um at gerast besta
songrødd í Íslandi. Tá avtornaði var tað
amerikumaðurin Alan, ið varð sendur heim. Í íslendsku
miðlunum tykist at vera semja um, at Jógvan hevur all
ar møguleikar at gerast ein av finalistunum, greiðir
heimildarmaður okkara í Reykjavík, Jens Guð frá.
Íslendsku útgávan av X-Factor kappingini er nógv
tann best umtókta sendingin í íslendskum sjónvarpi
nakrantíð.
Jens Guð greiðir frá, at Jógvan alsamt gerst betur
umtóktur, og á íslendskum blog heimasíðum skriva
nógv um hann. Har eru bert rósandi orð at finna.
T.d skriva Dulli og Doni
- Jógvan er nógv bestur og ótrúliga flottur
sí http://blog.central.is/dulla_og_doni?page=news
http://blog.central.is/dulla_og_doni?page=news
Meðan Thura skrivar:
- Um eg skal hyggja at hesi sendingin aftur, so verður
tað orsakað av Jógvani, tí hann er ein marshmallow.
sí http://thura.blog.is http://thura.blog.is
Jens Guð greiðir frá, at hann ferðast nógv kring
Ísland og alla staðni hann kemur eru viðmælini Jógvan
fær tey somu. At hann er so fittur, tað er líkamikið um
talan er um ungar kvinnur, gentur ella gamlar konur.
Men eisini tey samkyndu hava tikið Jógvan til sín.
- Páll Óskar, ein av dómarunum í sendingini, er
kendur diskosangari og hevur m.a. einaferð umboðað
Ísland í Eurovision. Hann er samkyndur og hann ger
nógv burturúr at greiða fólki frá, hvussu vónbrotin
hann er av, at Jógvan ikki er samkyndur, greiðir Jens
Guð frá.
Jógvan Hansen er nú ein av seks