hósdagur 8. mars 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 48 - 8. mars 2007
tíðindi
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
Sølan av plakatini av
føroyskum arbeiðs
kvinnunum frá 1980
gav nærum 200.000
krónur í yvirskoti.
Enn stendur peningur
in frá søluni á bók hjá
Kvinnufelagnum. –
Vit fara í næstum at
síggja til, at peningur
in kemur føroyskum
kvinnum til góðar,
sigur Karin Kjølbro,
nenvdarlimur í
Kvinnufelagnum
Kvinnustríð
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Eyðkenda og vælumtókta
plakatin av arbeiðskvinnum
í Føroyum hevur nú í skjótt
tríati ár prýtt mangan vegg,
bæði her á landi og uttan
lands.
Plakatin var seld á fyrsta
sinni á 8. mars dagshaldinum
í 1980. Sama ár gingu kvinnu
felagskvinnur og seldi plak
atirnar úr barnavognum á
Ólavssøku, og aftur á Norð
oyastevnu árið eftir.
Hetta var tíðin har før
oyska kvinnustríðið var
uppá tað hægsta, og neyvan
hevur tað verið meira virkið
enn júst tá.
Sambært Karin Kjølbro,
sum hevur verið virkin í
Kvinnufelagnum í mong
ár, var endamálið við at
selja plakatina at savna inn
pening, sum skuldi nýtast til
skeiðvirksemi fyri føroyskum
arbeiðskvinnum. Ætlanin
var, at renturnar skuldu fara
í ein grunn til endamálið.
Men skjótt broyttust tíðir
nar, og við eitt megnaðu
arbeiðarafeløgini sjálvi at
rinda fyri eftirútbúgving
av limunum, og tørvur var
ikki longur á olmussu frá
Kvinnufelagnum.
Tí standa tær nærum
200.000 krónurnar frá søluni
enn á bók. Peningur, sum
Kvinnufelagið eigur.
Gáva frá
arbeiðskvinnum
Upphavskvinnan til kvinnu
merkið við arbeiðskvinnunum
var listakvinnan Jórunn
Dánjalsdóttir. Hon fekk eina
bílegging í uppá eitt veggja
teppið til Háskúlan í 1980.
Teppið skuldi vera gáva til
Kvinnufelagið frá arbeiðs
kvinnum, sum høvdu luttikið
á skeiði á háskúlanum.
Karin Kjølbro greiðir so
leiðis frá um teppið, sum
seinni varð prentað til plak
atir:
- Hetta var síðst í sjeyti
árunum, og Kvinnufelagið
skipaði fyri upplýsandi skeið
um fyri føroyskum arbeiðs
kvinnum á Háskúlanum.
Har var eitt nú taluskeið,
sosiallóggávu, heilsa og bú
skapur á skránni. Skeiðini
vóru somikið væl móttikin,
at kvinnurnar sum luttóku
ynsktu at geva eina gávu aftur
fyri. Tað bleiv so vakra teppi,
sum Jórunn Dánjalsdóttir
seymaði, og sum hongur í
forhøllini á Háskúlanum enn
tann dag í dag.
Standa enn á bók
Veggjateppið varð prentað
til plakat, sum varð seld
fyri 50 krónur. Tilsamans
komu einar 200.000 túsund
krónur inn, og standa tær
enn á bók.
– Men vit eru farin undir
at gera eina reglugerð, so
peningurin kann fara til eitt
hvørt javnstøðufremjandi
tiltak í dag, sigur Karin
Kjølbro.
Enn eru nakrar fáa plakatir
eftir og tær hevur Jórunn
Dánjalsdóttir undir hond.
Hon sigur, at enn seta fólk
seg í samband við seg, at fáa
eina plakat.
– Fyri einum ári síðani ella
so ringdi ein maður úr Norra,
tí konan var farin avstað við
plakatini í sambandi við
hjúnaskilnað. So nú vildi
hann frætta, um til bar at
fáa eina nýggja, sigur Jórunn
og flennir. Og jú, hon sendi
honum eina plakat!
Stríðsmerkið hjá føroysku kvinnurørsluni
Í stóru byggiverkætlanini
“Undir Kongavarða” verða nú
5 “penthouse”-íbúðir á
144,5 fermetrar,
5 “penthouse”-íbúðir á 193,5
fermetrar og 5 vinnuhølir á
130 fermetrar lýstar til sølu.
Søla av íbúðum og vinnuhølum “Undir Kongavarða”
Í fyrsta umfarið hava áhugað,
sum standa á bíðilista hjá
Tórshavnar Kommunu fram-
míhjárætt til at keypa íbúðirnar,
men hava hesi ikki latið við seg
koma innan 13. mars 2007,
verða íbúðirnar seldar í fríðari
sølu til teirra, sum eru fyrst at
vísa áhuga.
Vilt tú vita meira um hetta,
ert tú vælkomin at seta teg í
samband við okkum.
Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 110 Tórshavn Tel.: 354200 www.inni.fo inni@inni.fo
.
.
.
.
.