hósdagur 8. mars 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 48 - 8. mars 2007
tíðindi
Ikki minni enn 650 fólk vóru til rimmarstóra javnstøðutiltakið hjá
blaðnum Kvinnu á Hotel Føroyum í morgun.
Fólk úr øllum landinum høvdu leitað sær niðan á Hotel Føroyar í
morgun, har blaðið Kvinna skipaði fyri stórum javnastøðutiltaki, við
fjølbroyttum fyrilestrum, tónleiki, mati og drekka.
Hýrurin var sera góður og í steðginum vóru orð at hoyra sum føroysk
feminisma, katratiónsangist, pápabarsil, primitivar urkreftir og vitan
er vald.
Í blaðnum í morgin hava vit stóra frágreiðing frá tiltakinum, prát við
luttakarar og fyriskiparar.
Kvinnusøga
Javnstøða • Rigmor Dam • rigmor@sosilurin.fo
Blaðstjórin á Kvinnu,
Lena L. Mohr, bjóðar
vælkomin
Landsstýrismaður í Javnstøðumálum, Bjarni Djurholm í fremstu røð
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, setir ráðstevnuna
Elisabeth Møller Jensen frá Kvinneligt Samfund og Kvinfo talaði um royndir sínar í
kvinnustríðnum
Brynhild Thomsen, journalistur, var orðstýrari og helt ein áhugaverdan og stuttligan fyrilestur
um kvinnukor og fjølmiðlar.