Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-08, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2007síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 - 8. mars 2007 55 Fulltrúi í útlendingamálum Eitt starv sum fulltrúi í útlendinga- málum er leyst at søkja í Innlendis- málaráðnum. Tín høvuðsuppgáva verður at hava ábyrgd av málsviðgerðini í sam- bandi við umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá útlendingum í Føroyum. Málsøkið ber í sær samskifti á enskum og donskum. Harumframt verður tú við til at evna til loysnir á útlendingaøkinum og at menna mannagongdir á út- lendingaøkinum. Í hesum sambandi mást tú kunna tola skipanarligar broytingar á økinum. Góðir møguleikar eru fyri viðkomandi eftirútbúgving. Førleikar Vit vænta, at tú hevur eina løgfrøði- liga ella samfelagsvísindaliga kandidatútbúgving og ert væl fyri málsliga. Eisini vænta vit, at tú hevur góð samstarvsevni, arbeiðir sjálvstøðugt og miðvíst. Løn sambært avtalu við avvarðandi fakfelag. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúna Joensen, aðalstjóra, ella Katrinu M. Johannesen, deildarstjóra, á telefon 358080. Umsóknir við CV, prógvum o.ø. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. mars 2007 kl.12.00. Umsóknir skulu sendast til: Innlendismálaráðið Tinganes Postboks 159 110 Tórshavn Innlendismálaráðið varð stovnað eftir løgtingsvalið í 2004. Í Innlendismálaráðnum starvast í løtuni 16 fólk. Innlendismálaráðið umsitur umframt útlendingamál, lógarmál, kommunumál og umhvørvis-, lendis- og náttúrumál. Tel 35 80 80, Faks 35 80 85, Postboks 159 110 Tórshavn imr@imr.fo, www.imr.fo INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Starvslýsing sansir.fo lýsingar Montørar Førleiki Starvið Vit bjóða timburmaður/snikkari hevur góð samstarvsevni og er røkin hevur koyrikort Tú kemur at koyra út til kundar at seta rútar í, umframt at gera aðrar glasmonteringar, so sum glasveggir og -hurðar eitt áhugavert og avbjóðandi starv í einum faki sum er í menning góðar arbeiðsumstøður góða løn       Arbeiðsfólk til alu-framleiðslu Vit sóknast eftir arbeiðsfólki til okkara aluminium-framleiðslu. Somuleiðis ungum fólki, ið ynskja at koma í læru. Vit gera hurðar, vindeygu og fasadur úr aluminium-profilum frá Schuco International Áhugi fyri byggivinnuni Er røkin og handaligur Góð samstarvsevni og ágrýtin Arbeiðið fevnir m.a. um tilskering og saman- seting av aluminium-profilum eitt áhugavert og avbjóðandi starv í einum faki sum er í menning góðar arbeiðsumstøður góða løn Førleiki Starvið Vit bjóða       Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Eyðfinn Vestergaard, stjóra, á telefon 350 350 ella fartelefon 283 763 Umsókn, saman við møguligum prógvum og viðmælum, skal sendast til: Føroya Termovirki (FTV Glas) Tel: 350 350 Fax: 350 351 T-post: ftvglas@ftvglas.fo skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir tí rætta. Sundsvegur 8 FO-100 Tórshavn Umsóknarfreist: Montørar og fólk til alu-framleiðsluna Vegna økt virksemi sóknast vit eftir montørum til ísetan av glasi og fólki til aluminium-framleiðslu at byrja skjótast gjørligt. Sethús í Søldafirði Vegna Føroya Skiftirætt verður sethúsaognin matr. nr. 40b, Søldarfjarðarvegur 29, Søldar­ fjørður við hesum lýst til sølu. Húsini, sum eru uml. 106 m2, eru bygd í 1976. Grundøkið er 600 m2. Húsini eru træklødd betonghús við plast­ vindeygum og eru innrættaði við íbúð í miðhædd umframt minni íbúð í kjallara­ hæddini. Eisini hoyrir úthús til ognina. Áhugaði kunnu venda sær til Advokatvirkið Páll Nielsen, adv. Eyðhild Skaalum, adv. Sigmund Poulsen, adv. Hans Trygvi Teirin, adv. Skansavegur 1, Postsmoga 85 · 110 Tórshavn · tlf. 31 21 71 telefax 31 58 74 · t­postur: advokatvirkid@advokatid.fo