Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 50 - 12. mars 2007 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 - Hóast hann var vavdur inn í garnastykki og langan nylonenda, vísti kópurin seg at vera væl fyri, men tað hevði hann ikki verið leingi aftrat, um eingin kom honum til hjálpar, sigur skiparin á Teistanum Náttúra Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hósdagin 8. mars sóu menn umborð á strandfara­skip­ inum Teistanum, at ein nylon­endi hekk út úr vestara grótarmi á Gomlurætt. Í fyrstu syfti slapp endin bara at hanga, men á einum seinni túri hendan dagin, helt onkur umborð, at endin hevði hug at »røra« upp á seg. Menn hugsaðu eisini um at taka endan burtur, áðrenn tað fór at fløða, so hann ikki endaði fyri inn­ siglingini. Erlendur Simonsen, sum siglir við Teistanum, fór nú út á pierin at kanna málið. Tá ið hann kom út, vísti tað seg, at ein kópur hevði vavt seg inn í eitt garna­ stykkið og at endin, sum til­ samans var einar 20 metrar langur, hekk tvørtur um høvdið á kópinum og so víðari kring um steinarnar og út á sjógv. Pauli Magnusson, skipari á Teistanum, sigur, at teir gjørdu av at hála kópin við øllum uppi í sær inn á bryggjuna. – Tað vóru nógv fólk, sum hjálptu til at fáa kópin leysan, og tað tók ikki langa tíð, so var alt nylonið skorið burtur av honum. Skiparin sigur, at kópurin var ikki meira leysur, tá hann snaraði 180 stig og fór hoppandi omaneftir grót­in­ um og smoygdi sær niður­ fyri. – Hóast hann var vavdur inn í hetta garnastykkið og langa nylonendan, vísti hann seg at vera væl fyri, men tað hevði hann ikki ver­ ið leingi aftrat, um eingin kom honum til hjálp­ar, sig­ ur Pauli Magnusson. Sum skilst, var hetta ein lítil kópur, og tí gekst skjótt at loysa hann úr »haft­in­ um«. Tað var Jóhan N. Dam, stýri­maður, sum tók mynd­ ina við síni fartelefon. At visa fyrilit Tað kann avgjørt ikki hava verið stuttligt at verið hesin kópurin í síni villu náttúru, púrasta deyðadømdur, um eingin kom honum til hjálp­ ar. Kópurin hevur í fyrsta lagi verið ógvuliga heppin yvirhøvur at vera sloppin upp á land, so vavdur í garnastykki og enda, sum hann var, tá menn umborð á Teistanum tóku um endan. Hetta er ein sjónlig avleið­ ing av tí, sum kann spyrjast burtur úr, tá ið slíkt, sum skuldi verið ført til lands, endar á sjónum og verður til ampa fyri óseku dýrini í havinum. Nú hava vit menniskju náttúrliga eitt nærri tilknýti til hund enn kóp, men hugsa vit okkum, at tað var okk­ ara egni hundur, sum so­leið­ is píndist, hevði hetta virku­ liga gjørt okkum ilt. Vit menniskju mugu eis­ ini duga at taka fyrilit fyri øðrum enn okkum sjálvum. Tað er okkara skylda og ábyrgd. TOYOTA AVENSIS 2,0 SOL AUT STW Skrásetingarnr: KB 969 Árgangur: 14.10.04 Km: 115.000 Kr. 225.000,- TOYOTA COROLLA 2,0 LINEA TER. D-4D Skrásetingarnr: RT 779 Árgangur: 13.03.02 Km: 100.000 Seinast sýnaður: 02.05.06 Kr. 135.000,- TOYOTA AVENSIS 2,0 TD Skrásetingarnr: PD 445 Árgangur: 03.09.99 Km: 235.000 Seinast sýnaður: 15.01.07 Kr. 68.000,- TOYOTA RAV 4 2,0 AUT PLUS Skrásetingarnr: PB 382 Árgangur: 26.10.06 Km: 6.300 Seinast sýnaður: 26.10.06 Kr. 335.000,- FORD FOCUS 1,6 Skrásetingarnr: DF 187 Árgangur: 06.09.02 Km: 49.000 Kr. 95.000,- TOYOTA YARIS 1,0 H/B SOL 5H Skrásetingarnr: UB 560 Árgangur: 24.04.02 Km: 61.000 Seinast sýnaður: 30.05.06 Kr. 82.000,- HYUNDAI SANTA-FE 2,0 Skrásetingarnr: GB 990 Árgangur: 01.02.02 Km: 60.000 Seinast sýnaður: 01.02.02 Kr. 180.000,- MITSUBISHI OUTLANDER 2,0 Skrásetingarnr: HR 954 Árgangur: 28.11.03 Km: 65.000 Kr. 195.000,- RENAULT MEGANE 1,6 Skrásetingarnr: AU 145 Árgangur: 22.04.04 Km: 47.000 Seinast sýnaður: 22.04.04 Kr. 140.000,- MAZDA 6 1,8 SEDAN Skrásetingarnr: DR 325 Árgangur: 04.05.05 Km: 31.000 Kr. 190.000,- Slapp við lívinum Hetta er ein sjónlig avleiðing av tí, sum kann spyrjast burtur úr, tá ið slíkt, sum skuldi verið ført til lands, endar á sjónum og verður til ampa fyri óseku dýrini í havinum Mynd: Jóhan N. Dam