Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-12, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 12. mars 2007 33 Stutt sagt Rændi pinkubarn Síðani leygarmorgunin hev­ur løgreglan í ameri­ kanska statinum Texas leitað eftir einari kvinnu, sum rændi eitt pinkubarn av einum sjúkrahúsi í bý­num Lubbock. Løg­regl­ an sigur, at kvinnan hevði latið seg í ein búna, sum starvsfólk á sjúkrahúsinum brúka, og at eingin tí varn­ aðist nakað, fyrr enn ov seint var. Mamma pinku­ barnið sat hjá barninum, tá tann fremmenda kvinn­ an kom eftir tí, men hon visti ikki betur, enn at kvinnan arbeiddi á sjúkra­ húsinum. Sambært løg­ regl­uni hevði mamman ikki sæð kvinnuna fyrr, og tí heldur løgreglan, at tað var av tilvild, at kvinn­ an rændi júst hetta barn­ ið. Vorðið sum fongur Løgreglan í Kalifornia fekk ein heldur sjáldsaman fong um vikuskiftið. Tveir løgreglumenn, sum vóru á veg eftir motorvegnum, varnaðust ein lastbil, sum stóð heldur skeivur úti við jaðaran. Tá løgreglu­menn­ inir komu til lastbilin, vísti tað seg, at eingin var í stýrihúsinum, men bil­ur­ in hevði ikki staðið leingi, tí motorurin var framvegis heitur. Tá løgreglumenn­ inir fóru upp á lastina, hildu teir seg kenna roykin av rúsevninum marihuana. So var, og á lastini funnu løgreglumenninir trý tons av marihuana, sum høvdu kostað góðar 100 mió. krón­ur á gøtuni í USA. Løgreglan sigur við AP, at hon veit ikki, hvør átti rús­ evnið, men hon væntar heldur ikki, at nakað fer at gera vart við seg. Meiri luft Bretska stjórnin vil nú hava landsins bileigarar at pumpa meiri luft í dekkini og at koyra alt óneyðugt skrambul úr viðføris­rúm­in­ um. Endamálið við áheit­­ anini er at skerja út­­látið av skaðiligum veð­ur­lagsgassi, og verður áheit­anin fylgd, minkar útlátið hjá bretsku bilaeig­arunum átta prosent um árið, sigur Gillian Mer­ r­on, sam­ferðslu­mála­ráð­ harri. Bretska stjórnin hev­ ur sett sær fyri at skerja CO2-út­látið heili 60 pro­ sent innan 2050. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Eg fari ikki at biðja um tykkara stuðul eina ferð afturat. Tíðin er komin til at gevast (Jacques Chirac) útlond – Eg fari ikki at biðja um tykkara atkvøður eina ferð afturat, segði franski forsetin, tá hann boðaði frá, at hann gevst í politikki Boðini komu ikki óvart á fransmenn, tí tað hevur leingi verið almenn vitan, at Jacques Chirac fór ikki at stilla upp til forsetavalið í vár. Kortini var ein hátíðar­ ligur dámur yvir løtuni, tá tann 74 ára gamli forsetin kunngjørdi avgerð sína. Løtan á sjónvarpsskíggj­ anum var ikki bara hátíðar­ lig, men eisini álvarssom, og Chirac nýtti høvi til at nema við fleiri av teimum stóru og viðkomandi spurn­ ingunum í fronskum poli­ tikki. Hann ávaraði ímóti øllum víðgongdum kreftum og segði, at Frakland má ongantíð ganga við til nakra neyðsemju, tá tað snýr seg um rasismu ella antisemitt­ ismu. Politiskir eygleiðarar í París siga, at Chirac bíðaði leingi við at kunngera, at hann stillar ikki uppaftur, tí hann vildi varðveita møgu­ leikan at royna seg eina ferð afturat. Men eygleiðararnir ivast í, at hann hevði vunnið eitt val afturat, serliga eftir at fransmenn vrakaðu upp­ skotið um ES-grundlógina, sum forsetin var íðin tals­ maður fyri. Tann stóri spurningurin er nú, hvussu Chirac fer at brúka sína støðu til at ávirka valstríðið upp undir for­seta­ valið. Floksfelagið hansara, Nicolas Sarkozy, hevur ligið á odda í teimum flestu meiningakanningunum, men í seinastuni hevur sosial­­isturin Ségolene Roy­ al togað inn á hann. Har­ afturat hevur miðvalevnið Fran­cois Bayrou havt mun­ andi framgongd í seinast­ uni. Tann javna støðan ger, at tann fráfarandi forsetin kann fáa ávirkan á úrslitið, skrivar Reuters úr París. Men fyribils vil Chirac ikki siga, hvønn veljararnir eiga at velja. Meiri enn 500 húski eru rýmd undan oyðandi skógareldi í Kalifornia Í gjárkvøldið gingu løg­ reglu­menn á dyrnar hjá fólki í Orange County í Kali­fornia og bóðu tey fara av húsum, tí vandi var fyri, at ein oyðandi skógareldur fór at breiða seg tann veg­ in. Myndugleikarnir hava sent umleið 800 løgreglu­ menn og 800 sløkkiliðsmenn at basa eldinum, men nógvur vindur hevur gjørt tað vónleyst at steðga eldi­ num, skrivar AP. Harafturat er gróðurin sera turrur, og hitin um dagin er oman fyri 30 stig. Skógareldurin kyknaði seinnapartin í gjár í Ane­ heim Hills, sum er einar 50 kilometrar sunnan fyri Los Angeles. Síðani hevur eld­ urin breitt seg til eitt øki, har nógv múgvandi fólk búgva, og sambært AP eru einstøk hús, sum kosta milliónir av dollarum, farin upp í royk. Hinvegin hevur skógar­ eldurin ikki kravt mannalív, men tríggir sløkkiliðsmenn hava fingið skaða. Chirac takkaði fyri seg Flýggja undan skógareldi Eftir 12 ár sum forseti og 40 ár á ovastu rók í fronskum politikki takkar Jacques Chirac fyri seg