týsdagur 13. mars 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 51 - 13. mars 2007
tíðindi
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
– Eg hoyrdi fyrstu
ferð um støðuna hjá
Poul Michelsen í flagg
málinum í Sosiali
num, sigur Anfinn
Kallsberg, sum ongan
tíð hevur upplivað, at
ein fólkafloksmaður
legg slíkt mál fyri ting
ið uttan at tosa við
flokkin fyrst
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Poul Michelsen hevur ong
an nevndarsess mist.
Tað
staðfestir Anfinn
Kallsberg, formaður í Fólk
aflokkinum eftir at Poul
Michelsen á Portalinum
sunnukvøldið (og í blaðnum
í gjár) legði Jørgin Niclasen,
formann Fólkafloksins á
tingi, undir at lúgva í fimm
førum.
- Tað er rætt, at vit hava
umrøtt spurningin um at
broyta býtið av nevndarsess
um. Men hetta er ongantíð
staðfest og var í veruleika
num gjørt eftir at Poul Mich
elsen kravdi at fáa mín sess
í uttanlandsnevndini, sigur
Anfinn Kalsberg, sum stað
festir, at hetta ynskið – ella
krav – hevur Poul Michelsen
ikki fingið uppfylt.
- Men hann hevur so fing
ið hálvan fót innum, tí hann
er vorðin varalimur hjá mær
í uttanlandsnevndini, sigur
Anfinn Kallsberg.
Men Anfinn Kallsberg
skilir ikki, hvussu Poul
Michelsen kann fáa tað til
eina revsing, at hann hevur
mist ein sess, hann ikki hev
ur fingið, og tí avsannar
hann tað, sum Poul Michel
sen kallar eina revsing aftur
fyri, at hann legði fram mál
ið um sendistovuna í Reykj
avík og flaggstríðið.
- Eg má heilt erliga siga,
at hetta er púrasta nýtt fyri
mær. Poul Michelsen hevur
ongantíð vent sær til mín
við málinum viðvíkjandi
sendistovu í Reykjavík. Eg
má eisini staðfesta, at hetta
er fyrstu ferð í tey 27 árini,
eg havi verið í politikki, at
ein tingmaður Fólkafloksins
leggur eitt slíkt uppskot fyri
tingið uttan at tosa við floks
felagarnar um tað fyrst, sig
ur Anfinn Kallsberg, sum
fyrstu ferð hoyrdi um sjón
armiðini hjá Poul Michel
sen, tá hann læs um tað í
Sosialinum.
Anfinn Kallsberg leggur
dent á, at allir í Fólkaflokki
num eru samdir við Poul
Michelsen um flaggspurn
ingin.
- Men hatta er ikki rætti
mátin at gera tað uppá –
hatta er nýggj kotuma, sum
vit ikki hava sæð í Fólka
flokkinum fyrr, sigur An
finn Kallsberg. Hann sigur,
at aðrir fólkfloksmenn sjálv
andi eisini kundu hugsað
sær at fara í sjálvdrátti við
hvørt við onkrum smámáli,
men tað er ein óskrivað lóg,
at soleiðis gera man ikki í
Fólkaflokkinum,
sigur
Anfinn Kallsberg.
Formaður Fólkafloksins
sigur, at hann ikki ætlar sær
í stríð við Poul Michelsen í
fjølmiðlunum
um
hetta
mál. Men hann viðgongur,
at hetta er drepandi fyri
flokkin, men at málið eigur
at verða viðgjørt innan
veggja í samgonguni.
- Poul Michelsen kravdi mín sess í uttanlandsnevndini
- Vit hava umrøtt málið um at broyta nevndarsessirnar hjá Fólkaflokkinum, men tað var tí, at
Poul Michelsen kravdi at fáa mín sess í Uttanlandsnevnd Løgtingsins, sigur Anfinn Kallsberg
- Hetta er púrasta nýtt fyri mær. Poul Michelsen hevur ongantíð vent sær til mín
við málinum viðvíkjandi sendistovu í Reykjavík. Hetta er fyrstu ferð í tey 27 árini,
eg havi verið í politikki, at ein tingmaður Fólkafloksins leggur eitt slíkt uppskot fyri
tingið uttan at tosa við floksfelagarnar um tað fyrst
Anfinn Kallsberg, formaður Fólkafloksins