týsdagur 13. mars 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2007
31
Súrhoyggjballur
2. sláttur
Kg turrstoff pr. fóðureind...........1,28
Kg/Fe......................................2,83
PBV .......................................... 65
Ráprotein ................................1,63
Prísur, leverað á keiini í Tórshavn
Kr. 795,- u/mvg.
Hvør balla vigar 515 kr.
Tlf. 595800 / 328058
Avloysarastarv sum tollari
Við tolleftirlitið hjá Toll- og Skattstovu Føroya,
Norðurøki, er eitt avloysara starv, sum tollari
leyst at seta frá 1. apríl 2007 fram til 1. apríl
2008.
Arbeiðsuppgávur
Høvuðsuppgávan er vanligt tolleftirlitsarbeiði,
íroknað eftirlit við flutningsførum og ferðandi.
Førleikakrøv
Tann, sum settur verður skal helst verða til aldurs
um 25-35 ár og hava góða heilsu. Hava lokið
eina miðnámsútbúgving td. HF-, FHS-, HH-prógv
ella aðra útbúgving. Dentur verður lagdur á, at
viðkomandi hevur lætt við at samstarva, er
fyrikomandi, er arbeiðssamur og kann arbeiða
sjálvstøðugt. Koyrikort til bil krevst.
Vit kunnu bjóða
Eitt spennandi starv við avbjóðingum, sum
samstundis er eitt fakliga krevjandi og sjálv-
støðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi.
Setanartreytir
Starvið er ikki tænastumannastarv, men verður
lønt eftir lønarflokki 23. á byrjunarstigi eftir
sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Tæn-
astumannafelag Landsins.
Nærri frágreiðing um starvið
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Ingolf Lamhauge, økisstjóra, á tlf. 352600
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og upplýsingum
um viðkomandi starvsroyndir, skulu verða okk-
um í hendi í seinasta lagi 19. mars 2007.
TOLL- OG SKATTSTOVA FØROYA
Traðagøta 39
Postrúm 2151
FO-165 Argir
Toll- og Skattstova Føroya
Norðurøki
Sjálvuppgávan 2006
Løntakarar, ið hava fingið sjálvuppgávu og
ognaruppgerð fyri 2006, skulu lata hesar inn til
Toll- og Skattstovuna í seinasta lagi 15. mars
2007.
Um talan er um uttanlandsinntøku skal serstakt
fylgiskjal eisini sendast inn saman við sjálv-
uppgávuni. Tey, ið hava brúk fyri hesum skjali-
num og ikki hava fingið tað, fáa tað við at
venda sær til Toll- og Skattstovuna, tlf. 352600
ella á heimasíðuni: www.tollskatt.fo
Skattgjaldarar, ið hava fingið skattauppgerð,
skulu kanna um allir upplýsingar eru við og at
teir eru rættir. Eru upplýsingar skeivir ella
mangla, skulu hesi senda sjálvuppgávu við
rættaðu upplýsingunum innan 15. mars 2007.
Eisini skulu tey, ið hava fingið skattauppgerð,
har allir upplýsingar ikki eru við, senda inn
sjálvuppgávu við rættaðu upplýsingunum.
Sjálvuppgávu at fylla út finnur tú í bóklinginum
»Skatturin 2006«, sum varð sendur út í hvørt hús
í januar mánað, ella við at venda sær til Toll- og
Skattstovuna.
Allir skattgjaldarar hava fingið sendandi kapital-
vinningssjálvuppgávu eisini. Á hesari eru prent-
aðir upplýsingar um rentuinntøku og rentuskatt
frá føroyskum peningastovnum og í ávísum
førum eisini vinningsbýti og vinningsbýtisskattur
frá føroyskum partafeløgum.
Eru upplýsingarnir á kapitalvinningssjálvuppg
ávuni rættir og fullfíggjaðir, er ikki neyðugt at
senda hesa inn aftur.
Men mangla upplýsingar, skal kapitalvinnings-
sjálvuppgávan fyllast út við fullfíggjaðum upp-
lýsingum og sendast til Toll- og Skattstovuna
innan 15. mars 2007 við møguligum skjalprógv-
um.
Sjálvuppgávan og kapitalvinningssjálvuppgáv-
an kann, um talan ikki er um B-inntøku, eisini
sendast inn umvegis internetið www.tollskatt.fo
Roknskaparskyldug hava freist til 1. mai 2007 at
senda sjálvuppgávuna og roknskapin inn.
Um fullfíggja sjálvuppgáva og ognaruppgerð
ikki verður send inn rættstundis verður áløgd
sekt upp til 5.000 kr.
TOLL- OG SKATTSTOVA FØROYA
Toll- og Skattstova Føroya
Urguleikari
Søkt verður eftir urguleikara til Skopunar kirkju.
Frobenius-urgan er frá 1965 og hevur 6 røddir, 1
manual og pedal.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:
Petsy Nielsen
Jákup R. Hansen
kirkjuráðsformann
sóknarprest
tlf. 361630 ella 222665
tlf. 361033
Ársaðalfundur
Vestmanna Fiskavirki hevur ársaðalfund
tann 28. mars kl. 17.30 í hølum felagsins.
Dagsskrá sambært viðtøkum felagsins.
Nevndin
VestmaNNa FiskaVirki
Frítíðaravloysarar
Søkt verður eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum
1. juni til 30. septembur 2007 fyri:
• sjúkrarøktarfrøðingar
• sjúkrahjálparar/heilsuatstøðingar
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við ávikavist
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar/Almanna-
& Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi størvunum fáast við
at venda sær til fyristøðukvinnuna Sunnevu Petersen
tlf. 37 16 66 lok. 147.
Umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
Suðuroyar Ellis- & Røktarheim
att. umsjónarmaðurin
800 Tvøroyri
Umsóknarfreist: 30. mars 2007.
Suðuroyar Ellis- & Røktarheim
FO-800 Tvøroyri
Tlf: 37 16 66 Fax: 37 11 42
Námsfrøðingur til
spælistovuna hjá
dagrøktini í Leirvík
Søkt verður eftir námsfrøðingi ella fólki við við
komandi útbúgving til Dagrøktina í Leirvík at
arbeiða 24 tímar um vikuna, til setan 1. apríl 2007
ella eftir avtalu.
Í Dagrøktarskipanini eru 52 børn í aldrinum 0 – 4
ár og 12 dagrøktarar.
Vit ynskja at tú:
• hevur hug at arbeiða við børnum
• ert kreativur
• hevur góð samstarvsevnir
Arbeiðið verður at samskipa virksemið í spæli
stovuni og at arbeiða, sum avloysari.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda
gogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Før
oya.
Nærri upplýsingar starvinum viðvíkjandi fáast
frá dagrøktarleiðaranum á tlf. 443251 ella á tlf.
743251.
Leirvíkar Kommuna tilskilir sær rættin til at lýsa
starvið av nýggjum um ov fáir umsøkjara eru.
Skrivlig umsókn skal verða Dagrøktini í hendi í
seinasta lagi 26. mars 2007 kl. 12.00.
Dagrøktarskipanin í
Leirvíkar Kommunu
Kulibakki 15 · 520 Leirvik
lýsingar