Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 52 - 14. mars 2007 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Nú løgtings­nevnd­ irnar blivu valdar av nýggjum, hevur breiða samgongan mist meirilutan í Trivnaðarnevndini NEVNDARVAL Leo Poulsen Leo@sosialurin.fo Tað má metast sum lagn­ unnar speisemi, at breiðasta samgongan í mannaminn­ir nú í hvussu er á pappírinum hevur mist meirilutan í Trivnaðarnevdini. Hetta hendi, tá løgtings­ nevndirnar vórðu valdar av nýggjum mikudagin í farnu viku. Sambandsflokkur­in valdi nevniliga at lata Johan Dahl og Alfred Olsen skifta um sess í ávikavist Trivnaðar- og Vinnu­nevnd­ ini, og tá seinni nevndi greitt hevur meldað út, at hann ikki er partur av sam­ gonguni og tískil ikki stuðl­ ar henni, kann hann heldur ikki metast at vera partur av samgonguni í Trivnaðar­ nevndini. Men hóast Alfred Olsen hevur sagt seg ikki stuðla samgonguni, var hann kortini við til at afturvelja formansskapin í Trivn­að­ar­ nevndini. Har er Jørgen Nicla­sen framvegis for­ maður og Finnur Helmsdal næstformaður. Jørgen Niclasen sigur tó, at hann ikki óttast fyri samstarvinum í nevndini. »Eg havi verið limur í nógvum nevndum, og tað eru fáar, sum hava verið so vælvirkandi sum sitandi Trivn­aðarnevnd. So eg havi fult álit á, at nevndin fram­ haldandi fer at virka eins væl og higartil«, sigur Jørgen Niclasen. Skift um Men samstundis, sum sam­ gongan altso á pappírinum hevur mist meirilutan í Trivnaðarnevndini, hevur hon styrkt sær meirilutan í Vinnunevndini. Har loysir Johan Dahl nevniliga Alfred Olsen av og tað merkir, at samgongan nú hevur 5 av teimum 7 limunum í nevnd­ ini. Annars eru broytingarnar í nevndarlimum hesar: Av fólkaflokslimum hava Óli Breckmann og Jógvan við Keldu skift um sess soleiðis, at Óli nú er limur í Mentan­ arnevndini og Jógvan í Utt­ an­­landsnevndini. Karst­en Hansen úr Mið­flokk­inum og Kári P. Høj­gaard úr Sjálv­ stýris­flokk­inum eru farnir úr Lands­stýris­manna­ nevndini og fyri teir eru komnir Annita á Fríðriks­ mørk úr Tjóð­veldis­flokk­in­ um og Kaj Leo Johannesen úr Sam­bands­flokkinum, og síðani er Alfred Olsen farin úr Rætt­arnevndini og Kaj Leo komin í hansara stað. Annars eru nevndirnar óbroyttar, burtursæð frá onkrari smávegis flyting millum varalimirnar. Tað er væl kent, at Alfred Olsen hevur tik­ið fyri­ varni í sambandi við stuð­ul sín til sam­ gonguna. Alment hevur hann boð­að frá, at sam­ gongan ikki skal rokna við hansara stuðli. Men hettar órógvar ikki Kaj Leo Johannesen, for­ mann Sambands­floks­ ins. »Eg havi alla tíðina sagt, at eg havi fult álit á Alfred Olsen. Eg skal ikki siga, at eg eri samd­ ur við framferðini í sambandi við hetta eina málið, ið førdi til ósemj­ una millum Alfred Olsen og samgonguna, men eingin ivi skal vera um, at Alfred er ein av allarmest seriøsu ting­ monnunum yvirhøvur, og tí havi eg eisini fult álit á, at Alfred fer at atkvøða hareftir«, sigur Kaj Leo Johannesen. Formaðurin í Sam­ bands­flokkinum kennir seg so tryggan í, at Alfred er trúgvur móti Sambandsflokkinum – og harvið pr. definitión samgonguni – at tað als ikki kom honum til hugs at meta Alfred Olsen sum farnan úr sam­ gonguni, tá løg­ tingsnevndirnar vórðu valdar av nýggjum í síðstu viku. - leo Kaj Leo Johannesen: Fult álit á Alfred Løgtingsnevndirnar valdar av nýggjum: Samgongan mist meirilutan í Trivnaðarnevndini Tú kanst: Klænka, styrkja vøddarnar, læra teg at brúka kroppin rætt, betra kropsburðin, betra smidleikan, betra javnvágina og fáa góða heilsu Øll eru vælkomin. Kostnaður: 800 kr. Hetta er fyri allar aldursbólkar – ung sum eldri. Guðrun Malena Hansen er útbúgvin Aerobic-instruktørur og hevur undirvíst í Føroyum og í Danmark Avmarkað luttøka, so ver skjót at tekna teg/tykkum til, fyri at tryggja tær/tykkum pláss Seinasta freist at gjalda er 18. mars Tekning á tel 273164/442166 ella á telduposti: pilates@kallnet.fo Pilates & Slimlift Vektkontrol Venjingar í Pilates, motión og vektkontrol verða í: Losjuni í Gøtu mánadagin 19. mars kl. 19.00-20.00 og hvønn mánadag 10 vikur fram Pilates-instruktørur: Guðrun Malena Hansen Vit síggjast Alfred Olsen hevur tikið stuðul sín til smgonguna aftur, og tí hevur hon ikki longur – á pappírinum í hvussu er – meirilutan í Trivnaðarnevndini. Men Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur fult álit á partamanninum