Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 52 - 14. mars 2007 Dýrari diesel ES-nevndin ætlar sær nú at hækka avgjaldið á dieselolju fyri at tálma útlátinum frá dieselbilum. Eftir uppskotinum hjá nevndini verður ein litur av dieselolju umleið 2,60 krónur dýrari í 2012 enn nú, og longu tvey ár seinni, í 2014, skal prísurin eitt vet upp afturat. Týskland hevur longu hækka avgjøldini á dieselolju fyri at fáa fólk at koyra minni, men tað vísir seg, at nógvir týskarar fylla tangan í Póllandi ella Kekkia, har oljan er bíligari. Hvør sína song Annað snorkar, og hitt vil sleppa at hyggja í sjónvarp. Nei, tað er ikki altíð líka lætt at semjast um, hvat skal henda í songini og nær. Í USA vísir ein kanning, at alt fleiri hjún velja at sova í hvør sínari song, og tað sama hendir eisini í Danmark, sigur DR. Pia Olsen, sum hevur verið gift við sama manni í 31 ár, sigur, at hon og maðurin sova í hvør sínum kamari. So kann annað snorka, meðan hitt hyggur í sjónvarp ella lesur, sigur hon. Føroysku sjúkra­ húsini eru so illa rikin, at tilsamans søplar heilsuverkið einar 100-140 milli­ ónir burtur um árið. Tey smáu sjúkra­hús­ ini verða ikki tikin í álvara og gera vit ikki broytingar, nyttar onki at hækka játt­ anina meir, tí vit fáa onki fyri pengarnar, sigur bersøgin yvir­ lækni á Landssjúkra- húsinum Heilsuverkið Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vit fáa alt ov lítið fyri tær hundraðtals milliónirnar, sum vit hvørt ár játtað til tað føroyska heilsuverkið. Tað sigur Jákup Petersen, yvirlækni á Lands­sjúkra­ húsinum. Jákup Petersen hevur man­gan lagt upp til kjak um viðurskiftini í føroyska heilsuverkinum. Og í Sosial­ inum í dag og tær næstu dag­arnar, sigur hann sína hjartans meining um støð­ una hjá okkara sjúkrahús­ verki. Og hansara niðurstøða er, at føroyska heilsuverkið er so illa skipað, at hvørt ár verða einar 100-140 milli­ ónir krónur søplaðar burtur í heilsuverkinum, uttan at skattgjaldarin fær nakað fyri pengarnar. Eftir hansara tykki, eru tað fleiri viðurskifti, sum gera seg galdandi. Men í høvuðsheitunum finst Jákup Petersen at bygn­ aðinum í Sjúkrahúsverk­ inum. Leiðslan er ikki ein eind Hann minnir á, at fyri næst­ an 10 árum síðani, varð danska serkøna fyritøkan, DIOS, biðin at kanna bygn­ aðin á Landssjúkrahús­in­ um. - DIOS kom við eini greið­ari niðurstøðu, men hon varð ikki fylgd. DIOS mælti til, at Landssjúkra­hús­ ið, og seinri alt sjúkra­hús­ verkið, skuldi leiðast av ein­ um sjúkrahússtjóra og ein­ um varasjúkrahússtjóra. Undir teimum skuldu fýra deplar skipast. Tríggir av hesum deplum skuldu leiðast av læknum, styrktir við yvirsjúkrasystrum við­ víkjandi røktini. Fjórði dep­ ilin skuldi vera ein tæn­astu­ depil, har búskaparfrøðingur skuldi standa á odda. Men hendan skipan ong­ antíð dagsins ljós orsakað av fakfelagsstríði. Og tað endaði við, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum varð skipað sum eitt slag av súlu­ skipan, har ovasta leiðslan varð mannað við einum lækna, eini sjúkrasystur og einum sjúkrahússtjóra. Eis­ ini depilsleiðslurnar vórðu broyttar. - Hetta er ein skipan, sum ikki virkar nakra aðrastaðni og hon hevur heldur ikki virkað hjá okkum. Jákup Petersen sigur, at úteftir letur leiðslan sum um at hon arbeiðir sum ein eind. Men inneftir er tað sum tað altíð hevur verið við troykaleiðslum: Hvør limur í leiðsluni roynir í sínum lagi at leggja ábyrgdarøki inn undir seg, tey seta seg sjálvan sum formann í nevndum, tey fegnast um at trupulleikar eru, sum ein sjálvur kunnu “loysa”, tey skapa sær vald og ávirkan við at spjaða og ráða. Og samstundis verða fleiri trupulleikar skaptir enn teir, sum verða loystir. - Á henda hátt kunnu tey einstøku í leiðsluni fáa makt og ávirkan. Tílíkt hev­ ur ført við sær, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum í stór­ an mun ikki hevur tikið sær nóg mikið av spurningum sum hon fyrst og fremst eig­ ur at taka sær av, nevniliga búskapi, lønum, sjúk­linga­ hagtølum, góðskutrygging, rokniskapi, innkeypi o.s.fr., sigur yvirlæknin. - Við eini tílíkari leiðslu­ skipan er framburður úti­ hýstur, leggur hann afturat. Tí mælir hann til, at bygn­ aðurin á Landssjúkra­húsi­ num verður broyttur, so at hann líkist tí, sum DIOS skeyt upp. - Hetta fer so eisini í longd­ini at føra øll trý sjúkra­húsini undir sama stjórahatt og fáa deplarnar at gjalda fyri øll trý sjúkra­ húsini, og harvið eisini tryggja tey smáu sjúkra­hús­ ini, sigur Jákup Petersen. Smáu sjúkrahúsini takast í álvara Tað verður staðfest í lógini, at tað eru trý sjúkrahús í land­inum og at øll trý sjúkra­ húsini hava rætt til at seta á stovn sergreinir, samstundis sum tað skulu vera minst eitt medisinskt og eitt kirurg­ iskt yvirlæknastarv á hvørj­ um sjúkrahúsi. Men hann heldur, at tað, sum hevur eyðkent ymisk arbeiði, frágreiðingar og til­ mæli um sjúkrahúsverkið, er, at tað verður mett sum ein forðing og ikki ein møgu­leiki at tað skulu vera trý sjúkrahús. - Hetta hevur serliga ging­ ið út yvir tey smærru sjúkra­ húsini, sum ikki heilt verða í álvara og annars eru slopp­ in at siglt sín egna sjógv. - Tílíkt hevur so ført við sær ónøgd frá sjúkrahúsum og politikarum og tað endar við væntandi samarbeiði, óneyðugum illgrunum, in­effektiviteti og sostatt hevur ov lítið verið fingið úr givnum játtanum, sigur Jákup Petersen. Hann heldur, at tað er av stórum týdningi, at tað framyvir verða gjørdar ætl­ anir har øll trý sjúkrahúsini verða tikin í álvara, so at tey kenna seg trygg og so­leiðis at tey óttaleys kunnu ganga inn í eitt frukta­gott samarbeiði. - Tað er onki sum talar ímóti, at vit kunnu fáa eina nøktandi dygd á øllum trimum sjúkrahúsunum við at gera ein góðan bygnað og skipa eitt gott samarbeiði, leggur hann afturat. Sjúkrahúsini til sjálvsognarstovnar Annars vísir Jákup Petersen á, at seinastu árini er játt­an­ in til sjúkrahúsverkið hækk­ að einar 100 milliónir. Men hann heldur, at vit hava lítið og onki av týdn­ ingi fingið burturúr hesi hækkingini. Fyri at fáa meiri burturúr, heldur hann, at tað er neyð­ ugt, at broyta játtanar­skip­ anina. - Játtanin sum verður brúkt í dag kann kallast ein rammujáttan. Politikarnir játta eina upphædd til eitt sjúkrahús og vóna so, at hetta sjúkrahúsið fær sum best burturúr. - Tað liggur í áhuganum hjá sjúkrahúsunum at fáa rammujáttanina hækkaðar hvørt ár og í tí sambandi. Men rammuáttanir bera ikki í sær nakran áhuga til at økja um effektivitet og kvalitet ella rationalisera og økja tænastuna. Hann sigur, at londini rundanum okkum eru farin frá rammujáttanini sum ein­ asta játtanarhátt og eru farin yvir til kontraktjáttanir, at peningurin fylgir sjúkling­ unum o.s.fr. Í hesum sambandi nevnir hann møguleikan fyri at gera sjúkrahúsini til sjálvs­ ognarstovnar fyri at skilja játtandi myndugleikar og sjúkrahúsini frá hvørjum øðrum. Verða sjúkrahúsini gjørd til sjálvsognarstovnar, kundi ein nevnd undir Lands­stýrinum keypt vegna borg­ararnar. Føroysku sjúkrahúsini søpla 100 m