hósdagur 15. mars 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 53 - 15. mars 2007
- Nei, tað er ikki okk
ara skylda at útvega
kost og uppihald til
fólk, sum ætla sær við
strandfaraskipunum,
men sum ikki sleppa,
sigur setti stjórin á
Strandferðsluni, Niels
Juel Arge.
Ferðafólk
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Teistin: Eftir at Teistin bar
við land í Skopun sunnu
kvøldið, varð øll siglingin
avlýst hetta kvøldið.
Siglingin um Skopunar
fjørð
varð
ikki
tikin
uppaftur
fyrrenn
eftir
middag mánadagin.
Hetta førdi við sær, at flei
ri fólk ikki sluppu av oynni
ella til oynna, eins og tey
høvdu ætlað.
Men strandferðslustjórin
slær fast, at stovnurin hevur
ikki ábyrgd av teimum í lan
di.
- Tey fáa heldur ikki
endurgjald fyri mista inntø
ku, um tey ikki sluppu til
arbeiðis sum ætlað, sigur
Niels Juel. Hetta er greitt
sagt frá í ferðaseðlaskipan
ini.
Av hesi somu orsøk hevur
Strandferðslan heldur onga
tíð útgoldið eitt slíkt endur
gjald!
Undir ella yvir
Mong av teimum ferðandi,
sum vóru við Teistanum het
ta kvøldið fingu ein rættilig
an skelk, tá skipið brádliga
bar við land í innsiglingini í
Skopun. Myrkt og vindur
vóru hetta kvøldið, og gjør
di hetta sítt til at fólk óttað
ust tað ringasta.
Okkurt av ferðafólkunum
fekk snuddir og onkur bilur
fekk skaða í brestinum, ið
kom púrasta óvart á tey
ferðandi.
Tað var somuleiðis súður
í innsiglingini, og førdi het
ta við sær at Teistin kom at
liggja heldur tvørt fyri.
Skipið fekk eina buglu av
harða stoytinum, eins og
tvær rivur vóru at síggja.
Skipið fekk eina fyribils
umvæling í Skopun, áðrenn
siglt var yvir á Gomlurætt,
har tann størra umvælingin
fór fram.
Fleiri fólk av Sandoy hal
da seg vita, at báturin lak
sjógv inn, tí onnur rivan var
undir vatnganginum.
Men strandferðslustjórin
kundi mánadagin kortini
upplýsa fyri Sosialinum, at
báð ar rivurnar vóru oman
fyri vatngangin.
Reglugerð
Á Strandferðsluni hava tey
eina serliga reglugerð, sum
snýr seg um skaðar við
Oyggjaleiðum.
Her verður sligið fast, at
ferðafólk, motorakfør og
viðføri verða flutt samsvar
andi øllum reglum í sjólóg
ini um ábyrgd og endur
gjald.
Bilførarar hava millum
annað skyldu at fylgja boð
unum frá manningini, tá
koyrt verður umborð og í
land. Hendir okkurt óvænt
að umborð, kunnu tey ferð
andi bert rokna við endur
gjaldi, um skaðin stendst av
ósketni hjá manningini og
ógvusligum veðri.
Sagt verður, at Strand
ferðslan hevur útgoldið end
urgjald til bilførarar fyri
skaða á akfør teirra.
- Hetta er alt gjørt í mun
til skylduna, sigur stjórin.
Betri kunning
Fleiri ferðafólk ynskja sær
eisini betri kunning um
avlýsingar og seinkingar
hjá skipunum og bussunum
hjá Strandferðsluni.
Í hesum føri hevur Strand
ferðsluna ta siðvenju, at
roynt verður at veita teimum
ferðandi ta best møguligu
kunningina.
Her verður roynt at brúka
miðlarnar, og annars heima
síðuna hjá stovninum ella
ljóstalvur, har tær finnast.
- Vit hava onkutíð tosað
um at fáa okkum eina sms-
tænastu. Men henda tænas
tan krevur, at ferðafólkini
hava teknað seg til eina áví
sa leið.
- Og tað krevur so eisini,
at vit hava starvsfólk at
umsita eina slíka skipan,
sigur Niels Juel Arge.
Til Aberdeen í mai
atlantic.fo
Tel 34 10 10 · Fax 34 10 01
Vikuskifti í Aberdeen,
frá fríggjadegi til mánadag.
Galdandi 11. mai - 11. juni
3183,-
Gisting í einari frálíkari íbúð hjá Skene Houses
Íroknað er: Flogferð við øllum avgjøldum og innivist í 3 nætur við morgunmati. Á Rosemount er sjálvgerðar-
morgunmatur, meðan á Whitehall og Holburn er morgunmatur í morgunmatarstovuni. Skene Houses eru øll
roykfrí, men serlig støð eru gjørd uttanfyri til roykjarar. www.skene-house.co.uk
Íbúð til 2
persónar,
fyri hvønn
Rousemount
Whitehall
Holburn
3348,-
3373,-
Íbúð til 2
persónar,
fyri hvønn
Íbúð til 2
persónar,
fyri hvønn
2994,-
Íbúð til 4
persónar,
fyri hvønn
3171,-
3221,-
Íbúð til 4
persónar,
fyri hvønn
Íbúð til 4
persónar,
fyri hvønn
2994,-
Íbúð til 6
persónar,
fyri hvønn
3069,-
Íbúð til 6
persónar,
fyri hvønn
Gisting á Brentwood Hotel
3405,-
Fyri hvønn í dupultkamari
Í einakamari 3689,-
Íroknað er: Flogferð við øllum avgjøldum. Innivist á frálíka hugnaliga Brentwood
í 3 nætur við tí stóra skotska morgunmatinum. Royn eisini matstovuna á kvøldi.
Hon borðreiður við frálíkum mati. www.brentwood-hotel.co.uk
Gisting á Patio Hotel
3689,-
Fyri hvønn í dupultkamari
Í einakamari 4638,-
Íroknað er: Flogferð við øllum avgjøldum. Innivist á tí
nýtímans Patio Hotel við skotskum morgunmati.
Hotellið hevur svimjihyl, sauna, venjingarrúm og eina
frálíka matstovu og barr. www.patiohotels.com
sansir.fo
Bílegg ferðina hjá Atlantic Airways ella frá:
Faroe Travel, tel 34 26 00 · Flogfelag Føroya, tel 34 00 00 · Fonn Flog, tel 47 63 63
Útvega ikki kost og uppihald