hósdagur 15. mars 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 53 - 15. mars 2007
Tónleikur við tilknýti
til Ungverjalands
Næstu dagarnar verða tríggjar konsertir við Tórshavnar Klavertrio, har tónleikur
við tilknýti til Ungverjalands verður á skránni. Trioin er mannað við Sámali
Petersen, fiólleikara, Tóra Restorff Jacobsen, selloleikara og Jóhannesi Andreasen,
klaverleikara. Á konsertunum fer trioin at spæla verk eftir Joseph Haydn, Zoltán
Kodaly og Johannes Brahms.
Fyrsta konsertin verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum nú fríggjakvøldið 16. mars
kl. 19.30. Síðan verður ein konsert í Sandavágs kirkju, sum júst hevur fingið nýtt
klaver. Tann konsertin verður mikukvøldið 21. mars kl. 19.30. Og tann seinasta
konsertin verður so í Læraraskúlahøllini í Havn hóskvøldið 22. mars kl. 19.30.
Somu møguleikar
Meginfelag teirra brekaðu, Ráðið fyri brekað,
Arbeiðsgevarafelagið, Arkitektafelagið, Hand
verkmeistarafelagið og tey bæði kommunu
feløgini hava heitt á lmyndugleikarnar um at
gera eina landsbyggireglugerð, sum skal
tryggja fólki við skerdum førleika somu møgu
leikar, sum onnur hava. Laila Solmunde, for
kvinna í MBF, sigur við Útvarpið, at tað er ein
sjálvfylgja, at tey við skerdum førleika skulu
hava somu møguleikar sum hini.
Enn er óvist, nær
Smyril fær stabilisa
torararnar aftur
Smyril
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Enn ber ikki til at siga,
nær stabilisatorarnir á
Smyrli fara at virka aftur.
Niels Juel Arge, stjóri á
Strandferðsluni, sigur, at
ein
serfrøðingurin
frá
verksmiðjuni, sum ger
stabilisatorarnar, er á veg
til Føroyar at kanna brek
ið.
Hann kemur vónandi
hesa vikuna og tá ið hann
hevur kannað brekið, ber
til at staðfesta um tað
kann umvælast, ímeðan
Smyril er í sjónum, ella
um tað er neyðugt at fáa
hann í dokk til umvæling
ar.
Verður neyðugt at fáa
Smyril dokk, verður kann
að eftir, um tað ber til at
fáa hann í dokk beinan
vegin.
Men stjórin í Strand
ferðsluni sigur, at verður
neyðugt at fáa hann í
dokk, er talan um eina
nýggja støðu, tí so væntar
hann, at miðjað verður
eftir at gera alt eftirlitið,
sum skal gerast, fyri at
sleppa undan at senda
hann í dokk aftur í sep
tember, sum ætlanin ann
ars hevur verið.
Niels Juel Arge sigur,
at tað er í bæði borð, at
stabilisatorarnir eru farn
ir.
Talan er um ein flansi,
sum heldur einum pakn
ingsringi niðri, sum er
farin.
Sostatt lekur olja út
ímillum og fyri at bøta
um heilan fingur, varð
avgjørt at taka stabilisa
torarnir inn til serkønur
frá verksmiðjuni hevur
kannað brekið.
Sáttmáli um bygging
ina verður undir
skrivaður fyrsta dagin
og so verður farið
undir sjálva
byggingina
Skúladepil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er loksins klárt at fara
undir ætlanin at byggja
skúladepilin í Hovi.
Í morgun hevur Løgtingið
endaliga avgreitt málið um
at játta seinastu pengarnar
til ætlanina og nú skal enda
ligur sáttmáli gerast við
MT Højgaard, sum skal
byggja skúlan.
Kristian Rasmussen á
Landsverki, sigur, at tað
verður fyrsta dagin, at
byggisáttmálin verður undir
skrivaður og so verður farið
undir byggingina.
Ætlanin var, at skúlin
skuldi kosta 60 milliónir
krónur, men tá ið lýst var
eftir byggifeløgum, sum
vóru áhugað at bjóða upp á
arbeiðið, var tað bara MT
Højgaard, sum gjørdi vart
við seg.
Síðani varð gjørt av, at
Landsverk skuldi fara undir
samráðingar við byggifelag
ið um eina partalagsavtalu.
Tær
samráðingarnar
vístu, at skúlin fer at kosta
74 milliónir, ella 14 milli
ónir meir enn Løgtingið
hevur játtað.
Tí bað Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður í Menta
málum, Løgtingið játta 14
milliónir afturat.
Og tað gjørdi Løgtingið
endaliga í morgun og sostatt
er klárt at fara undir bygg
ingina.
Royndi til tað síðsta
Tjóðveldisflokkurin royndi
annars til tað allar seinasta,
at forða fyri at hendan ætl
anin verður sett í verk,
soleiðis, sum tað nú liggur í
kortunum.
Tá ið Løgtingið viðgjørdi
málið týsdagin, skeyt Tjóð
veldisflokkurin
upp,
at
skúladepilin verður bygdur í
Vági, at hann ikki skal kosta
meiri enn 60 milliónir og at
arbeiðið verður boðið út.
Hetta uppskotið feldi Løg
tingið.
Og nú Løgtingið viðgjørdi
málið fyri seinastu ferð í
morgun, skeyt flokkurin
einaferð enn upp, at skúla
depilin verður boðin út.
Men hesuferð var kravið
slept um, at hann ikki mátti
kosta meiri enn 60 milliónir
krónur og kravið varð eisini
slept um, at hann skuldi
byggjast í Vági.
Men heldur ikki hesum
fekk
Tjóðveldisflokkurin
undirtøku fyri.
Sostatt hevur Løgtingið
samtykt, at Landsverk skal
gera byggisáttmála við MT
Højgaard um at byggja
skúladepilin í Hovi fyri 74
milliónir krónur.
Sett út av spælinum
Tjóðveldisflokkurin tvíheld
ur um, at skúlin skal bjóðast
út einaferð enn, tí annars
verða marknaðarkreftirnar
skúgvaðar til viks og sostatt
fáa vit ikki at vita, hvar tann
rætti prísurin er.
Flokkurin vísti eisini á, at
høvdu byggifeløgini vita, at
skúlin kundi kosta 74 milli
ónir, høvdu tey eisini kunna
bjóða seg fram.
Men Kristian Rasmussen
á Landsverki tvíheldur um,
at tað er meiningsleyst at
bjóða skúlan út aftur.
- Vit hava lýst eftir fyri
tøkum sum vóru áhugaðar
at byggja skúlan og hava
fingið at vita, at ongin
áhugi var. Tí er ongin mein
ing í at bjóða út aftur.
- Vit halda tvørturímóti,
at verður skúlin bjóðaður
útaftur, gevur tað byggifyri
tøkunum ein trumf at tær
sjálvar áseta byggikostnað
in.
Høvdu fleiri fyritøkur
ikki havt áhugað, vissi tey
vistu, at hann kostaði 74
milliónir í staðin fyri 60?
- Hatta eru eftirrationali
seringar, sum ikki geva
nakra meining. Fyri tað, um
60 milliónir vóru játtaðar,
er tað ikki eitt prógv um, at
skúlin veruliga kostar 60
milliónir, tí hetta er eitt
gamalt tal. Vóru fyritøkur
áhugaðar, høvdu tær meldað
seg til og høvdu biðið um
útbjóðingartilfar, akkurát,
sum MT Højgaard gjørdi.
- Men tað var ongin, sum
bjóðaði seg fram. At so
nágreiningar vístu, at skúlin
verður dýrari er so nakað
annað, sigur Kristian Ras
mussen.
- Ístaðin hava vit samráðst
okkum fram til tann lægst
møguliga prísin. Sostatt er
ongin ivi um, at 74 milliónir
er tann rætti prísurin.
Fáa fult innlit
Í eini partalagsavtalu liggur
eisini í tí, at Landsverk fær
innlit í øll skjøl í sambandi
við byggingina og eisini
innlit í tilboðini frá undir
veitarum hjá MT Højgaard,
sum í allarflestu førum eru
føroyingar – og í stóran
mun eisini fyritøkur í Suður
oy.
- Og kostar skúlin minni
enn 74 milliónir, býta byggi
felagið og Landið vinning
in.
- Verður skúlin dýrari,
betalir MT Højgaard tað
mesta av meirkostnaðinum.
Men hvussu býtið er ímill
um byggifelag og Landið,
vil Kristian Rasmussen ikki
siga, tí tað er innanhýsis
ímillum partarnar.
Í Løgtinginum vísti Tjóð
veldisflokkurin á, at bygg
ingin kann verða steðgað, tí
at spurningurin um vatn og
kloakk er ikki avgreiddur.
- Tað er vanligt, at tann
parturin, sum liggur uttan
fyri matrikulnummarið, er
ikki við í prísinum, tí tað
eru kommunalir spurning
ar.
- Tað sigur seg sjálvt, at
onki er avgreitt, fyrrenn vit
eru farin at byggja. Men tað
er ein kommunalur spurn
ingur og vit samráðast við
Hovs Kommunu um spurn
ingin.
- Hovs kommuna hevur
ætlanir um at leggja nýggja
vatnveiting til bygdina fram
við stykkinum, skúlin skal
byggjast á og vit samráðast
nú um uppíbinding.
- Og tað verður eitt mál,
sum tað ongin trupulleiki er
at loysa í byggitíðini, sigur
Kristian Rasmussen.
Tað, sum liggur í kortun
um, er, at skúladepilin skal
vera liðugur at taka í nýtslu
eftir
summarfrítíðina
í
2008.
Nú er klárt at fara undir
skúladepilin í Suðuroynni
Smyril fer at rulla
í eina tíð afturat
Serfrøðingur er á veg til Føroyar at kanna brekið í
stabilisatorunum á Smyrli og tá fæst at vita um tað
ber til at umvæla brekið ímeðan Smyril er í sjónum,
ella um hann skal í dokk
Nú verður fyrsta dagin farið undir
at byggja skúladepilin í Hovi, tí
í morgun fingust teir seinastu
pengarnar í rættlag