Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VARPIÐ Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2007 Canal+Film1 • Fríggjadagin kl. 19.00 Perfect Opposites Drew og Julia hittast á College og verða forelskað. Tey hava bert kent hvønn annan í nakrar mánaðir, tá tey flyta til Los Angeles, har Drew skjótt kennir seg væl. Julia noyðist tó at ásanna, at stórbýarlívið ikki er júst tað, sum hon kundi hugsað sær. DR1 • Leygardagin kl. 21.35 Liberty Stands Still Liberty rekur ein gevandi vápnahandil saman við manninum. Joe hevur upplivað sorgina, tá dóttirin varð skotin í einum elddysti. Ein dagin hittast tey, og nú noyðist Liberty at rannsaka alt lív sítt. 3+ • Leygardagin kl. 20.00 The Gingerbread Man Rick Maguder er ein væl dámdur suðurstatsadvokatur, sum er á veg heim úr eini veitslu, tá hann hittir ternuna, Mallory. Tey eru saman hesa náttina, og tá Mallory greiðir frá, at hon flýggjar undan svaka pápa sínum, ið hevur lovað at myrt hana, gevur Maguder henni lyfti um, at hann skal senda pápan handan rimar.