Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 54 - 16. mars 2007 Suzanne Brøgger I Sum barn vildi eg verða bókavørður júst sum skótaleiðarin, ið æt Hugsa, og sum brúkti varralit. Hugsa tær, at verið bókavørður, sum setti allar bøkurnar upp á pláss sum visti, hvar ið tær vóru, so hevði tú vitað, hvør tú var - bókavørður við varraliti. At verið bókavørður og vita, hvar bøkurnar standa og hvat stendur í teimum og kunna siga, at hetta ævintýrið skalt tú lesa. At vera bókavørður við einum stempulblýanti og einari lítlari stempulpútu og einum stempli í einum lítlum fýrakantaðum formi, sum líkist einum rúti og geva bót upp á fimmogtjúgu oyru og vísa øllum hvussu havsbrúgvin sær út. II At koma á eitt bókasavn og síggja bøkurnar standa á vognum á hjólum minnir um vognarnar á sjúkrahúsinum, sum stillisliga koma koyrandi við heiliváginum. Her kemur heilivágurin, mítt innanlív, rullandi á hjólum. At síggja ommuna koma heim av bókasavninum við posanum fullum av bókum, bjargingartiltak, Dostojevskij og André Gide. At fara eftir heilvági fyri mammu sína hjá læknanum og eftir bókum á bókasavninum, lækna-bókasavn, Graham Greene og Marcel Proust, Kjarni málsins í leitanini eftir horvnu tíðini. At læna bøkur til sín sjálvs og stápla tær oman á hvørja aðra niður við seingini, Ditte menneskebarn, Barndommens gade, Den gode jord. At leggja lívið við koddan og at sova óttaleys, tí at onnur hava lisið somu bøkur einaferð í tíðini langt áðrenn eg sjálv var til, og tey vóru komin ígjøgnum lívið, høvdu hildið hesi somu bókini í hondini, og tí høvdu tey eisini hildið í mína hond, og vit góvu bøkurnar víðari til hvørt annað, fullar av livaðum lívi, vit góvu lívið víðari. At koma á bókasavnið í Slagelse og biðja um eina bók úr New York: “Alone, Alone – Lives of some Outsider Women,” um kvinnur, sum spældu ella sum ikki vildu spæla, soleiðis sum hini vildu hava tær at spæla. At vera høvundur og verða keypt av bókasavninum. At verða vigað og funnin ov lætt ella ov tung á ummælaraseðlum og verða lænt út til fólk, tú ikki kennir. Nærsýnt og langsýnt við yvir- og undirbiti. At hitta lesararnar á bókasavninum, at vera ein giraffur, sum øll vilja síggja. Er høvundurin eitt menniskja, sum tey sjálv, ella er hon eitt sindur fyri seg? Kanska ein gepardur? At koma á bókasavnið og fáa at vita, at Espen Snarre bygdi kirkjuna í Kalundborg, at Kingo var hjálparprestur á Sæbygård og at Antvorskov er størsta Johanittar- kleystrið í Norðurlondum. At koma á eitt bókasavn, smáar oyggjar av siðmenning, sum enn verja borg ímóti Bilka, Kvikly og Remo Túsund. At vera ein gamal maður sum fer á bókasavnið leiðandi eina smágentu. Hann hevur ongantíð verið har áður, tað er hon, sum veit vegin. Alt sítt lív hevur hann lagt vegin undir í asfalt og betong, men hann hevur ongantíð verið inni á bókasavninum. Nú er tað tann fýra ára gamla gentan, sum vísir vegin og hon blaðar í bókunum, sum vóru tær næstringar hennara, hon tosar við, og nú fer hesin gamli eisini at tosa, ja, sjálvt við bókavørðin. Skap alheimsins hevur altíð hugtikið hann, hvussu hava teir hugsað hetta frá tíðarinnar morgni. Við sær av bókasavninum undir arminum hevur hesin gamli fingið “Søgu heimspekinnar,” meðan gentan hevur lagt sær “Kettuna við teimum bláu eygunum” í reyðu smyrslskjáttuna. III At verið eitt lítið hvítt slott handan trøini, fult av bókum við reyðum, grønum og bláum bindum við gullbókstavum og numrum á rygginum. At vera eitt gylt tal á einum ryggi at vera sett á rað, at vera ein bók á einum bókasavni og at hava funnið sína røttu hill. At vera eitt bókasavn av Borges, eitt heimsbókasavn ella eitt lítið bygdabókasavn í Høng, sum í sínari varðveitslu hevur handskrivaðu endurminningarnar hjá Mads Jensen sóknarfúta, og har trøllkonurnar á staðnum kundu fáa hendur á teirri ræðuligu bókini, hvørs heitið ikki kann berast fram á torg. Bøkur úr steini, bøkur úr brendum talvum, úr pappíri frá trøunum úr skógunum, bøkur úr papyrus og talgildir bókstavir og tekn á skíggjum – talgildir portalar til Alexandria, Pergamon, Efesos og Tann svarta diamantin. At verið ein alheimur við smáum lágum rimaverkum úr gulli og spiraltrappu og hýsa øllum heimsins skráum, teirri loyniligu bókini við lummaspeglinum, tí stóru rundu bókini við tí óendaliga rygginum, sum fer eftir øllum veggjunum uttan viðmerkingar. At verið ein alheimur, bergtikna bókasavn Borges, skaldið, sum sá, at Mannaættin fór at doyggja út, men bókasavnið fór at liva. Upplýst, einsamalt, uttan enda, á tremur við dýrabarum bindum. Nyttuleyst, ævigt og loyniligt. At verið ein alheimur ein vitanaralheimur við einari vitan Ad libitum. Neyðars tann, sum í dag er býttur, nú vitan er alt og vísdómur er skemt úr onkrari kjallaragoymslu: Kenn teg sjálvan, var tað onkur, sum segði, men hann var ljótur og løgin og hevði vána stíl. Hann kann sleppa at goyma seg aftanfyri dagblaðið á lesistovuni, so at hann ikki stirðnar í hel. Tað, hann sigur, kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst, sjálvt um øll hava atgongd til málið. At kenna seg sjálvan er ikki í staðin fyri nakað annað, men ein ferðaseðil til tokið, sum er farið. At verið eitt bókasavn, sum hýsir øllum tí gloymda, og minnir okkum á okkurt, sum nívir. Men í dag heiðra vit Bókasøvnini, sum vóru tey okkara annað heim, fróðskaparrúm og veðurglas. Martin Næs týddi Yrkingin varð skrivað í sambandi við 100-ára dagin hjá Danmarks Biblioteksforening og framborin av yrkjaranum 25. november 2005 í Svarta diamantinum í Keypmannahavn. Kvøða til fólkabókasøvnini