Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 16. mars 2007 35 Stjóri til nýggjan stovn Søkt verður eftir stjóra til nýggjan stovn. Landsstýrið hevur tikið avgerð um at uppraðfesta og samskipa umhvørvismál, náttúrumál og lendismál. Fyrsta stigið í hesum sambandi er at savna seks stovnar, ið hvør í sínum lagi arbeiða við hesum málsøkjum, í ein stovn, við einari felags framtíð. Stjórin skal hava visjónina at fi nna gongdu leiðina eins væl og nýggjar leiðir í samsvari við politiska viljan á hesum øki. Stovnarnir eru Matrikulstovan, Tinglýsingin, Lands- fólkayvirlitið, Náttúrugripasavnið, Umhvørvisdeildin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Skógrøkt landsins. Stovnarnir skulu í næstum undir sama tak í posthúsbygninginum á Argjum og undir eina leiðslu í einari náttúru- umhvørvis- og lendisfyrisiting. Avbjóðingarnar fyri framman eru stórar, og m.a. tí er avgerandi, at stjórin hevur røttu eginleikarnar og dirvi til at byggja upp eina umsiting, sum skal mynda føroyskan umhvørvis- og náttúrupolitikk. Stovnurin fær haraftrat ábyrgdina av fl eiri umsitingarliga krevjandi skrásetingum av landi, ogn og fólki (Matrikulstovan, Tinglýsingin og Landsfólkayvirlitið). Ein stór avbjóðing liggur í at byggja upp eina smidliga skipan og umsiting í hesum sambandi. Ein av fyrstu uppgávunum verður at gera uppskot til eina yvirskipaða landsætlan á náttúru- og umhvørvis økinum og uppskot til eina nýggja náttúrufriðingarlóg. Stjórin skal vera bæði til gummistivlar og klædning. Stjórin skal vera framsíggin, hava leiðsluroyndir, og duga væl at samstarva tvørtur um faklig mørk. Stjórin skal vera førur fyri at hava yvirskipaðu ábyrgdina av fíggjarviðurskiftum, umfatandi tøkni og krevjandi skrásetingarskipanum. Stjórin verður settur í eitt fi mm ára skeið. Løn og setanartreytir annars verða avtalaðar millum Innlendismálaráðið og stjóran. Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúna Joensen, aðalstjóra ella Eyðbjørn Larsen, deildarstjóra, á telefon 35 80 80. Umsóknir við CV, prógvum o.ø. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. mars 2007 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: Innlendismálaráðið Tinganes Postboks 159 110 Tórshavn Umhvørvisdeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni Arbeiðsøki hjá umhvørvisdeildini er fyrst og fremst umhvørvisdálking. Bæði á landi og sjógvi. Arbeiðið fevnir m.a. um eftirlit, kanningar og góðkenningar av dálkandi virksemi. Sjey fólk starvast á deildini. Føroya Náttúrugripasavn Arbeiðsøkið hjá Náttúrugripasavninum er gransking og skrásetingar av Føroya Náttúru. Harumframt eru fyrisiting, savnsrøkt og framsýningar . Á savninum er ein djóradeild og ein plantudeild. Í løtuni starvast tíggju fólk á Náttúrugripasavninum: Tinglýsingarstovan Arbeiðsøkið hjá Tinglýsingarstovuni er at skráseta ognarar og ognarpartar til fasta ogn. Fýra starvsfólk eru á Tinglýsingarstovuni. Landsfólkayvirlitið Landsstovnur, sum umsitur persónstalskipanina (P- talið). Allir føroyingar eru skrásettir við navni og p-tali í yvirlitinum. Eitt starvsfólk er á Landsfólkayvirlitinum. Matrikulstovan Arbeiðsøkið hjá Matrikulstovuni er matrikulering, umsiting, innan og uttangarðsútskiftingar, kortlegging og uppmátingar, umsiting av fi xpunktsgrundarlagnum og umsiting av landsadressuskránni. Á Matrikulstovuni starvast í dag seytjan fólk. Skógrøkt landsins Skógrøkt Landsins er í dag stovnur undir Innlendis- málaráðnum. Arbeiðsøkið er at røkja gamlar og nýggjar viðarlundir og aðrar frílendisuppgávur, sum hoyra uppí. Somuleiðis rekur stovnurin Gróðurstøðina við plantualing, plantusølu og arboretvirksemi. Átta fólk starvast hjá Skógrøkt landsins. INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Tel 35 80 80, Faks 35 80 85, Postboks 159 110 Tórshavn imr@imr.fo, www.imr.fo sansir.fo lýsingar