Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 16. mars 2007 37 Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Søkt verður eftir leiðara til Dagstovnin í Løkjatúni at byrja 1. juli 2007 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Stovnurin er skipaður við eini vøggustovu við 10 børnum, eini barnagarðsstovu við 16 børnum og frítíðarskúla við 1. og 2. flokki úr Argja skúla. Vit bjóða • eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum, og spælið fyllir nógv • møguleika at seta dám á stovnin • møguleika fyri ráðgeving • møguleika fyri eftirútbúgving Vit vænta at tú • er útbúgvin pedagogur og hevur leiðsluroyndir • kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir • hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni, ið rúmar bæði vøggustovu, barnagarðs- og frítíðarskúlabørnum • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum • hevur góð evni at umstilla teg í einum broytiligum umhvørvi • sær møguleikar framum vansar • hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir • kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur • dugir væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis • hevur teldukunnleika á brúkarastøði Setanarviðurskifti løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Frígerð Sundskarð, varaleiðari, tlf. 302010 / 214097 ella Katrin Petersen, deildarleiðara, tlf. 302010 / 214032. Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Tórshavnar kommunu, Vaglið, postboks 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 12. apríl 2007. Tórshavnar kommuna Leiðari til Dagstovnin í Løkjatúni Reyði Krossur Føroya Aðalfundurin er sunnudagin kl. 15.00. Møtið FjølMent Konditara lærlingur Bakaríið Grón Hoyvíksvegur 65 Tlf. 23 62 11 ella 31 21 61 Hevur tú hug at útbúgva teg innan bakara­ yrkið, hava vit eitt lærupláss leyst at søkja. Bakaríið Grón hevur eina sera fjølbroytta framleiðslu innan alt kondittarahandverk, har tú kemur at arbeiða í einum góðum arbeiðsumhvørvi saman við nógvum røskum fólki. Kondittaralæran er ein fjølbroytt útbúgving, ið gevur fleiri framtíðarmøguleikar. Nøkur velja at halda fram har tey hava, meðan onnur vilja royna okkurt annað. Eitt nú starvast fleiri kondittarar umborð á cruise­ skipum, í oljuvinnuni og innan hotelvinn­ una. Kondittaralæran gevur eisini møguleika fyri víðariútbúgving, til m.a. matvørutøkning. Lærutíðin til kondittara er 3 ár og 7 mðr., harav 38 vikur eru á tekniskum skúla í Danmark. Ætlanin er at tú skal byrja skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til okkara og spyrja eftir Eli Andrea­ sen. AvloysAri fyri lAborAnt á mikrobiologisku kanningarstovuni Starvslýsing Í sambandi við farloyvi, verður søkt eftir laboranti til mikrobiologisku kanningarstovuna á Heilsu­ frøðiligu starvsstovuni. Arbeiðið sum laborantur fevnir um vanligar mikrobiologiskar kanningar av mati, drekkivatni og øðrum. Krøv til útbúgving og kunnleika Tú skalt hava lokið prógv sum laborantur. Royndir innan vanligar mikrobiologiskar kanningar, góð­ skustýring og EDV á brúkarastøði eru ein fyri­ munur, men eingin treyt. Tú skalt hava góð samstarvsevni, vera nærlagd­ ur/nærløgd og duga at arbeiða miðvíst og sjálv­ støðugt. Tíð og setanarviðurskifti Starvið er fulla tíð. Setanin byrjar 1. mai 2007, ella sum skjótast eftir hetta, og er fyribils til 1. mars 2008. Lønin verður í 4. lønarflokki sambært sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum. Sí heimasíðuna hjá Lønardeildini: www.lnd.fo. Umsóknin Umsókn til starvið, við avriti av prógvum, starvs­ royndum og møguligum viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 10. apríl 2007. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Birnu Mørkøre, deildarleiðari, tlf. 35 64 68 / birnam@ hfs.fo, ella Beintu Niclasen, yvirlaborantur, tlf 35 64 67 / beintan@hfs.fo. Stovnurin Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur sum endamál at gera lógarásett eftirlit og starvsstovukanningar innan matvøru­, veteriner­ og umhvørvisøkið og at fremja gransking og menning við tilknýti til hesi øki. Á mikrobiologisku kanningarstovuni eru til­ samans 10 fólk. Kanningarstovan er altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025 og er undir eftirliti av DANAK. Sí nærri upplýsingar á www. hfs.fo. Heilsufrøðiliga Starvsstovan Tórshavnar kommuna Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 22. februar 2007 samtykti broyting í byggisamtyktini fyri Kollafjørð. Ætlaða broytingin er, eitt økið uppá uml. 82.000 m2 vestan fyri landsvegin til tunnulin í Kollafirði, í Oyrareingjahaga, verður broytt frá landbúnaðarøki til B8 vinnuøki. Broytingin umfatar matr. nr. 319b og part av 319a, Kollafjørð. Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina liggur frammi í Snar- skivuni á Vaglinum og á www.torshavn.fo, frá 19. mars til og við 9. apríl 2007, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 19. juni 2007. Kunngerð Norðstreymoyar Javnaðarfelag Aðalfundur verður í hølunum hjá Kollafjarðar bjargingarfelag sunnudagin 18. mars kl. 19. Skrá sambært lógum felagsins. Norðstreymoyar Javnaðarfelag lýsingar