Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 16. mars 2007 39 Eftirlitsfólk Søkt verður eftir eftirlitsfólkum til Toll- og Skattstovu Føroya, Miðøki, til at byrja 1. mai ella skjótast til ber. Vit vanta at tú hevur eina útbúgving frá hægri lærustovni, so sum HA, HD, Cand. Merc. Aud. ella líknandi útbúgving innan rokniskap. Eisini vanta vit at tú ert arbeiðssam­ ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni. Viðkom­ andi arbeiðsroyndir hava eisini okkara áhuga. Uppgávurnar hjá eftirlitsfólkunum verða m.a: • at fremja eftirlit og grannskoðan av skatti, meirvirðisgjaldi og tolli • at vitja fyritøkur • at málsviðgera • at gera váðametingar • at ummæla kærumál og dómsmál Vit kunnu bjóða Eitt áhugavert og fakligt mennandi starv við nógvum avbjóðingum. Góðir møguleikar eru eisini fyri eftir­ útbúgvingum. Setanartreytir Løn­ og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvs­ royndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøki Setanarøkið er Miðøki, men starvið fevnir annars um allar stovnar undir Fíggjarmálaráðnum. Umsóknir Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Eyðun Joensen, deildarleiðara, ella til Vilhjálmur Gregoriussen, økisstjóra, á tlf. 352600. Umsóknir Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, ummælum og upplýsingum um starvsroyndir skal vera Toll­ og Skattstovu Føroya í hendi í seinasta lagi: 10. apríl. 2007. 15. mars. 2007 Toll- og Skattstova Føroya Miðøki Postsmoga 2151 FO­165 Argir Toll- og Skattstova Føroya Toll­ og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll­ og avgjalds­skattalógina og skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 130 starvsfólk og er skip­ aður við einum stýri og trimum økisskriv­ stovum. Stýrið heldur til á Argjum og høvuðs­ skrivstovurnar í Norðurøki, Miðøki og Suðurøki halda til í ávikavíst Saltangará, Tórshavn og á Tvøroyri. Á Miðøki, har viðkom­ andi kemur at starvast, eru 52 starvsfólk. Lýsingin sæst eisini á heimasíðu okkara www.tollskatt.fo E­mail: tollskatt@tollskatt.fo KRAN E Lastvognsásettur krani yvir 25 tonsmetur Skeið byrjar mánakvøldið 19. mars kl. 18 Tilmelding á tel. 31 62 22 Vinnukortið FØROYA HANDILSSKÚLI Marknagilsvegur 75, Postrúm 3239, 110 Tórshavn tel 318813, Fax 313374, info@skeidsdepilin.fo, www.skeidsdepilin.fo Leiðslumenning vár 2007 Coaching hold 6 Grundleggjandi leiðaraútbúgving hold 10 Persónlig førleikamenning hold 3 KVIK- temadagur KIP - temadagur Innanhýsis skeið Lesið meira um skeiðini á ella ringið 318813, tilmeldast kann beinleiðis á heimasíðuni. 24 tímar 19; 20. apríl 23. mai , kl. 09.00-16.00 Tilmelding: áðrenn 5. apríl 2007 96 tímar 30. apríl; 1; 2. mai 21; 22. mai 20; 21; 22. aug. 17; 18. sept., kl. 09.00-16.00 Tilmelding: áðrenn 16. apríl 2007 24 tímar 2; 3. mai. og 8. juni, kl. 09.00-16.00 Tilmelding: áðrenn 18. apríl 2007 8 tímar 9. mai kl. 09.00-16.00 KVIK - sjálvseftirmeting í praksis, leiklutur og uppgávur hjá “toghaldarum” Innihald Málbólkur Skeiðleiðarar frá Statens Center for Kompetence- og Kvalitetsudvikling, lesið meira á www.sckk.dk. Tilmelding: áðrenn 18. apríl 2007 8 tímar 10. mai kl. 09.00-16.00 KIP - Førleikamenning í praksis Innihald Málbólkur Skeiðleiðarar frá Statens Center for Kompetence- og Kvalitetsudvikling, lesið meira á www.sckk.dk. Tilmelding: áðrenn 18. apríl 2007 Seinastu árini er vorðið alt greiðari, hvussu umráðandi tað er, at leiðarin kennir coach-amboðini. Við tí professionellu samrøðuni sum amboð lærir leiðarin at arbeiða til- vitað við menning av sínum starvsfólkum. Øll kunnu læra at gerast ein góður coach. Útbúgvingin vendir sær til nýggjar og komandi leiðarar. Vilt tú hava eitt størri leiðslufakligt støði, so er útbúgvingin nakað fyri teg. Royndir leiðarar, sum hava fingið nýggjar arbeiðs- og leiðslufunktiónir kunnu eisini taka hesa útbúgving. ? Hevur tú skil á tínum egnu sterku síðum? ? Hevur tú eina mynd av, hvussu onnur uppliva teg? ? Sjálvsálit í tín virkisstíl og førleikar økir um tín møguleika at virka betur. Skeiðið gevur tær eina mynd av tínum persónligu førleikum og hvørja atferð ein oftast velur - og íblástur, ítøkilig amboð og persónliga sparring til virkni og menning. KVIK er eitt góðskuamboð til menning, nýskapan og førleika. Temadagurin gevur góð ráð til design og fremjing av sjálvseftirmetingini og ger “toghaldaran” føran fyri at taka sær av teimum uppgávum sum mannagongdin krevur. ? Tilrættaleggjan av mannagongd fyri sjálvseftirmetingina ? Fremjan av ymisku stigunum í sjálvseftirmetingini ? Avbjóðingar í “toghaldara” leiklutinum, herundir góð ráð til býti av leiklutum og uppgávum “Projektleiðarar og toghaldarar” í einari sjálvseftirmetingarmannagongd, bæði nýbyrjarar og meira von. Temadagurin er eisini týðandi fyri leiðarar á fakligum felagskapum og málsviðgerum, ið arbeiða við strategiskari førleikamenning. Temadagurin gevur tær góð ráð, um tú ert í ferð við at leggja eina strate- gi fyri førleikamenning. Ella, um tú hevur tørv á hugskotum til, hvussu strategiin verður brúkt í praksis, ella um tú hevur tørv á íblástri til MUS. ? Menning av organisatoriskum førleikum fyri at eydnast í praksis ? Læringsumhvørvi hvat og hvussu? ? Førleikastrategi ? MUS sum liður í førleikamenningini Leiðarar, starvsfólkaleiðarar,fakfelagsleiðarar, HR starvsfólk, málsviðgerar. Innanhýsis skeið verða skipað í tøttum samstarvi við kundan. Fyrimunir við innanhýsis skeiðum eru m.a., at kundin hevur møguleika sjálvur at velja evni, tíð og stað ? undirvísingin er tillagað tørvin hjá luttakarunum, stovninum ella fyritøkuni ? uppgávur og dømi frá gerandisdegnum verða nýtt ? innanhýsis skeið eru bíligari fyri hvønn luttakara www.skeidsdepilin.fo lýsingar