fríggjadagur 16. mars 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 16. mars 2007
41
Suðuroyar
Tjóðveldisfelag
Aðalfundurin verður í Naddoddaneystinum á
Tvøroyri sunnudagin 18. mars 2007 kl: 17:30
Skrá:
• Nevndarval v.m.
• Uppstilling
• Aktuel mál
Møtið fjølment
Nevndin
Til sølu
Motorsúkkla til sølu fyri 58.000 kr. Koyrt
120 km. Motorur: 647 ccm DOHC 90 V2,8
ventilar, vatnkøld. HK: 79+ er tuna.
Tlf 50 55 50
Felagið Sinnisbati
Árligur aðalfundur verður, í Miðlahúsinum
Leygardagin tann 17.Marts. 2007. kl 15:00
Vit seta fokus á aðalevni: Avarðandi.
Sálarfrøðingur Heri Kragesten, heldur fyrilestur um
»Tá verðuleikin tekur teg av fótum«
Aftaná framløguna verður kaffi, spurningar/kjak,
Aðalfundurin byrjar sambart viðtøkurnar
hjá SINNISBATA:
1.Val av orðstýrara
2. Ársfrágreiðing formansins
3. Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta
rakstrarár felagsins
4. Møguligar lógarbroytingar
5. Limagjald fyri komandi ár
6. Nevndarvæl
7.Val av grannskoðara
8. Ymiskt
Vælkomin á aðalfundin.
Nevndin
Soffi Egholm, formaður
Fíggjarleiðari
Søkt verður eftir fíggjarleiðara til
Føroya Stiftsstjórn at taka við starvi
1. mai ella so skjótt til ber.
Føroya Stiftsstjórn umsitur ávís viðurskifti í
fólkakirkjuni so sum kirkjuligar lógir, presta
garðar, og arbeiðsviðurskifti hjá prestunum.
Stiftsstjórnin umsitur eisini Føroya Kirkjugrunn,
sum løgtingið játtar pening til á fíggjarlógini.
Bispur er ovasti kirkjuligi myndugleiki í Føroy
um, hvat prestum og kirkjuráðum viðvíkur, og
hevur umsjón við teimum.
Fíggjarleiðarin hevur høvuðsábyrgdina av rokn
skapinum, bókhaldinum og fíggjarligu viður
skiftunum hjá stiftsstjórnini og kirkjugrunn
inum.
Uppgávurnar eru m.a. hesar:
• Fíggjarætlan og fíggjarstýring
• Prestalønir og skrivstovulønir
• EDVkervið
• Góðkenning av fíggjarætlanunum hjá
kirkjuráðunum
• Ávísing av útgjøldum av kirkjuskattinum
Umframt deildarleiðaran arbeiða 2 fólk parttíð í
bókhaldinum.
Bókhaldsskipanin hjá stiftsstjórnini er netbaserað
– EDV skipan CONCORDE C5. Skrivstovan hevur
elektroniska journalskipan.
Dentur verður lagdur á, at tann, ið settur verður,
hevur góðan kunnleika til EDV og til føroyskt
mál og stavseting.
Starvið verður lønt sambært StKfelagssátt
málanum og felagssáttmála fyri skrivstovufólk
í statinum. Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna,
men kann møguliga gerast longri, eftir at fólka
kirkjan er yvirtikin sum føroyskt málsøki.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um starvs
royndir, avritum av prógvum og viðmælum
verður send Føroya Stiftsstjórn, J. Patursonar
gøta 20, postrúm 8, 110 Tórshavn.
Umsóknarfreistin er mánadagin 28. mars 2007
kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til Margrit Debess, deildarleiðara,
telefon 31 19 95.
Føroya Stiftsstjórn
J. Paturssonargøta 20
Postrúm 12
FO 110 Tórshavn
lýsingar
SoSialráðgevi/málSviðgeri
til BarnaverndartænaStuna í
Suðuroy at Seta SkjótaSt gjørligt
Kundi tú hugsað tær at virka og arbeitt fyri, at
børn og ung í Suðuroy fáa tryggleika, umsorgan
og ein tryggan uppvøkstur? So átti tú tá at umhugsa
at søkt arbeiði á Barnaverndartænastuni í
Suðuroy.
Á barnaverndartænastuni í Suðuroy hava vit brúk
fyri fólki í eitt fulltíðarstarv og eitt hálvtíðarstarv
(20-25 t/v), sum skal hjálpa okkum at bøta um
umstøður og kor hjá teimum, sum ikki hava nóg
mennandi og tryggan barn- og ungdóm.
Barnaverndartænastan sum bjóðar tænastu til
borgarar í øllum kommunum í Suðuroy, húsast í
løtuni í býráðshúsinum á Tvøroyri har 2 fólk
arbeiða. Arbeiði, sum er ógvuliga fjølbroytt
umfatar m.a. heimavitjanir, at ráðgeva børnum
og/ella familjum teirra, at samstarva við og
ráðgeva stuðlar, sum skulu hjálpa og menna
barnið í og uttanfyri heimið. Í arbeiðinum fert tú
eisini at samstarva við nógvar fakbólkar m.a.
innan námsfrøði, sálarfrøði og innan undirvís-
ingarøki. Tú kemur at taka tær av nógvum ymiskum
barnaverndarmálum – gomlum sum nýggjum - og
virkisøkið okkara verður innan karmarnar av
barnaverndarlógini.
Vit vænta av tær:
• at tú hevur hóskandi útbúgving (t.d.
sosialráðgevi, pedagog, lærari, sjukrasystur
el.líkn.)
• at tú ert fleksibul og hevur góð samstarvsevni
• at tú ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og
sjálvstøðug/ur í arbeiði tínum
• at tú hevur gott innlit og evnar at síggja
álvaran í teimum málum tú arbeiðir við
• at tú ert nærverandi og hevur umsorgan fyri
barnsins tørvi
Innlit í og royndir frá barnaverndararbeiði/arbeiði
við børn og/ella familjuráðgeving kann vera ein
fyrimunur, men er ikki eitt krav.
Tann sum verður settur, fær møguleika at fáa ta
útbúgving/eftirútbúgving íð skal til.
Vit kunnu bjóða tær:
• eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði
• møguleika fyri sjálvstøðugari støðutakan
innanfyri avtalaðar karmar
• møguleika fyri flekstíð og fyri sjálvtøðugari at
tilrættisleggja tínar arbeiðstíðir
• Skiftandi arbeiðstíðir kann koma fyri.
Setanarviðurskifti eftir sáttmála við avvarandi fak-
felag.
Meira fæst at vita frá Susanne Madsen á tlf:
371085 ella teldupost: susanne@tvoroyri.fo
Umsókn við relevantum prógvum kunnu sendast til
Suðuroyar Barnaverndartænasta
Tvøroyrar Kommuna
Postboks 80
FO 800 Tvøroyri
Mrk.: starv barnaverndarumsitingin.
Freistin at søkja er: fríggjadagin t. 23/3-07.
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A
Suðuroyar Barnaverndartænasta
www.tvoroyri.fo · susanne@tvoroyri.fo · tlf. 371085
fax 371814 · postboks 80 · FO-800 Tvøroyri