Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-19, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 19. mars 2007 29 Stutt sagt Aftur harð- skapur Nógv bendir á, at uppaftur eitt leiðandi umboð fyri and­ støðuna í Zimbabwe hevur fing­ið ringa viðferð frá mynd­ ug­leikunum. Í gjár frættist, at talsmaðurin hjá Rørsluni fyri Demo­krat­iskari Broyt­ ing, Nel­son Chamisa, var vorð­in tikin, tá hann skuldi við flogfari til Bruxelles. Aðal­­skrivarin í rørsluni sigur við tíðindastovurnar, at løg­ reglan tók Nelson Cha­misa, og at hann bleiv buk­aður. Mill­um annað skulu løgreglu­ menninir hava sligið hann í høvdið við jarnstongum. Í síðstu viku mátti leiðarin í størsta andstøðuflokkinum í Zimbab­we, Morgan Tsvangi­ rai, á sjúkrahús við løstum, sum hann hevði fingið, með­ an hann sat í varðhaldi hjá løg­regl­uni. Mátti neyð- lenda Eitt flogfar við avstralska for­ sætisráðharranum, John Ho­ward, umborð noydd­ist leyg­ar­dagin at neyð­lenda á einum flog­vølli í Irak. John Howard hevði verið og vitjað teir avstralsku hermenninar, sum hava støð har suðuri í Irak. Haðani skuldi hann til Bag­dad, men tá flog­farið var á veg hagar, varn­aðist flog­ skiparin brádliga royk í last­ ini á flogfarinum. Hann gjørdi tí av at neyð­lenda á einum flogvølli har suðuri í Irak. Sambært avstralska sjón­varpinum ABC fekk eing­in skaða av tilburðinum, og John Howard helt seinni leiðina fram til Bagdad við einum øðrum flogfari. Dálkað luft Tað hevur ikki regnað har norðuri í Teilandi síðani í november, og í landspart­ inum Chiang Mai er jørð­in so turr, at eitt skýggj av dusti hongur í luftini. Um viku­ skift­ið sendu myndug­leikar­ nir eitt flogfar at spræna eina blanding av kunsttøðum og salti í dustskýggið. Ætlanin var, at blandingin skuldi elva til regn, og royndin eydn­aðist so mikið væl, at mynd­ug­ leikarnir hava gjørt av at endur­taka hana. Tað er í tøkum tíma, tí heilsumyndug­ leikarnir hava leingi ávarað um, at luftin í pørtum av Tei­ landi er so illa dálkað, at hon er heilsuskaðilig fyri fólk. Skógareldar hava herjað Tei­ land í seinastuni, og tað hev­ ur ikki bøtt um støðuna. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk -Vit fara at fylgja Giuliani um alt landið, tí øll skulu fáa at vita, hvussu hann er (Jim Riches, sløkkiliðsmaður). útlond Fyrsta kvinnan Fyri fyrstu ferð hevur svenski javnaðar­ flokkurin fingið eina kvinnu í formans­sætið - Eg eri ómetaliga fegin og ómetaliga stolt av at vera tann fyrsta kvinnan, sum stendur á odda fyri 118 ára gamla flokki okkara, segði Mona Sahlin, tá eyka­lands­ fundurin hjá svenska javnaðarflokkinum valdi hann til formann um vikuskiftið. Mona Sahlin var einasta valevni til formansstarvið. Hon er tann sjeyndi formaðurin í svenska javnaðar­ flokkinum, og felags fyri allar undanmenn hennara er, at allir hava verið svenskir forsætisráðharrar. Um Mona Sahlin eisini megnar at røkka tí málinum, vita vit ikki enn. Tann fyrsta royndin verður um hálvt fjórða ár. Ein spurnarkanning hjá svenska sjónvarpinum vísir, at sviar eru ójavnir á máli um Monu Sahlin. Summi halda, at hon er ein dugnaligur politikari, men onnur halda, at tað er einki nýskapandi við at velja hana til formann. Sløkkiliðsmenninir í New York vilja ikki hava fyrrverandi borgarstjóran í bý­num, Rudy Giuli­ ani, til amerikanskan forseta Giuliani tykist í løtuni vera tann av republikanarunum, sum hevur bestu møgu­leik­ arnar at gerast valevni til for­setavalið næsta ár, men hesum ætla sløkkiliðs­menn­ inir í New York at forða fyri. Í døgunum eftir atsóknina tann 11. september í 2001 bleiv Giuliani, sum tá var borgarstjóri í New York, ofta avmyndaður saman við illa sperdum sløkkiliðs­ monn­um, sum stríddust við at sløkkja eldin í Ground Zero. Hann nýtti ofta somu jakkar og húgvur sum sløkki­liðsmenninir, og hetta gjørdi hann sera væl um­tóktan millum fólk. Men sløkkiliðsmenninir í New York halda lítið av hon­ um. Teir halda, at fyrrver­ andi borgarstjórin vísir lítla virðing fyri teimum 343 sløkkiliðsmonnunum, sum doyðu tann 11. september í 2001, og nú hava teir sett sær fyri at forða fyri, at Rudy Giuliani verður ameri­ kanskur forseti. Kanadiski granskarin Derek Heyes vil vera við, at Noreg kann krevja rættindini til tríggjar oyggjar í útnyrðingspartinum av Kanada. Upprunin til ta heldur sjáld­ somu søguna er, at tað var norski rannsóknarmaðurin Otto Sverdrup, sum fann tær tríggjar oyggjarnar, tá hann var á kanningarferð har um leiðir í árunum frá 1898 til 1902. Tað sermerkta við oyggjunum er eisini, at tær hava norsk nøvn og eru uppkallaðar eftir monnunum aftan fyri tað kenda Ring­ nes-bryggjaríið í Oslo, sum fíggjaði kanningarferðina hjá Sverdrup. Otto Sverdrup kravdi oyggjarnar lagdar undir norsku trúnuna, men Noreg slepti kravinum í 1930, tá kanadiska tjóðartingið rind­ aði Sverdrup 67.000 dollar­ ar fyri dagbøkur hansara og kortið av umráðnum, sum hann hevði kannað. Men nú vísir tað seg, at kortið er ikki at finna ú nøkrum kanad­iskum savni, og Derek Heyes vil vera við, at er kortið í Noregi, kunnu norðmenn framvegis krevja tær tríggjar oyggjarnar. Men Noreg fer ikki at krevja oyggjarnar, sigur Karsten Kleppsvik í norska uttan­ríkisráðnum við Aften­ posten. - Satt at siga haldi eg, at vit eru nøgd við tað, sum vit hava, sigur hann. Vilja ikki hava hann til forseta Rudy Giuliani (við húgvu hjá sløkkiliðnum í New York) saman við George W. Bush, forseta og leiðaranum hjá sløkkiliðsmonnunum í New York, Thomas van Essen. Myndin er tikin nakrar dagar eftirt atsóknina 11. september í 2001. Noreg kann krevja oyggjar í Kanada Tað eru tær tríggjar oyggjarnar longst til vinstru, men Otto Sverdrup fann.