Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mars 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 19. mars 2007 31 tíðindi Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv Søkt verður eftir byggifrøðingi til Húsaumsitingina hjá Tórshavnar kommunu. Arbeiðsøki • at vera við í arbeiðinum at umsita kommunalar bygningar • at skráseta bygningar • at gera útbjóðingartilfar í samband við umvælingar og viðlíkahald av bygningum • at hava eftirlit við arbeiðum • at luttaka í ymsum arbeiði á deildini Førleikakrøv • tú skalt hava útbúgving sum byggifrøðingur, og tað er ein fyrimunur, um tú ert lærdur húsasmiður • royndir við tekning í AutoCad, útbjóðing og eftirliti við arbeiðnum • førleika á brúkarastøði í niðanfyri nevndu forritum • tú skalt hava koyrikort Húsaumsitingin brúkar telduforritið Caretaker til skráseting av kommunalum bygningum, og kemur í framtíðini eisini at brúka skipanina til viðlíkahaldsarbeiði. Harumframt verður arbeitt við Word, Excel, MS Projekt, AutoCad, Microstation og Navision. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast møguligt eftir sáttmála millum Føroya Byggifrøðingafelag og Fíggjarmálaráðið. Starvið er fulltíðarstarv. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mikael Viderø, býararkitekt ella Harald Bjørgvin, leiðara fyri Húsaumsitingina, tlf. 302010. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, FO-110 Tórshavn, í hendi seinasta lagið fríggjadagin 30. mars 2007. Merkið umsóknina „Húsaumsitingin“. Tórshavnar kommuna Byggifrøðingur Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Tórshavnar kommuna søkir eftir einum húsavørði til Dagstovnin við Botnánna og Millum Bóla í Kollafirði og Dagstovnin í Kaldbak. Talan er um eitt fastlønt starv. Arbeiðsøki • røkja bygningarnar og økið uttanum • gera smærri umvælingar • røkja el-, vatn-, hita- og sanitetviðurskiftini • hava bruna- og trygdarútbúnað í lagi Vit rokna við at tú • hevur handverkaraútbúgving sum húsasmiður ella líknandi. • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir • hevur koyrikort Kommunan skipar fyri skeiðum í viðlíkahaldi av bygningum. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og fíggjarmálaráðið. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran fyri Húsaumsitingini, Harald Bjørgvin, 302010 . Umsókn saman við tilmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, postsmogu 32, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30. mars 2007. Merkið umsóknina „Húsaumsitingin“. Tórshavnar kommuna Húsavørður Ph.D. verja á Fróðskaparsetrinum Ph.D.-ritgerð góðkend til verju á Fróðskaparsetri Føroya Mánadagin 2. apríl 2007 fer Bárður A. Niclasen, cand.scient. at verja Ph.D.-ritgerðina "Operative wave model for the Faroe Shelf" við Fróðskapar- setur Føroya. Í dómsnevndini hava sitið Dr. Judith Wolf, granskari við Proudman Oceanographic Labora- tory, Liverpool, Dr. Jaak Monbaliu, professari við Department of Civil Engineering, Katholieka Universiteit Leuven og Bogi Hansen, Ph.D., adjungeraður professari á Fróðskaparsetrinum og granskari á Fiskirannsóknarstovuni. Sjálv verjan, sum er almenn, fer fram í høllini á Føroya Sjómansskúla. Byrjað verður stundisliga klokkan 15.00. Ritgerðin "Operative wave model for the Faroe Shelf" liggur alment frammi á Landsbóka- savninum. Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan J.C. Svabos gøtu 14 100 Tórshavn Tel. 352500 www.setur.fo Ph.D. verja á Fróðskaparsetrinum