týsdagur 20. mars 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 56 - 20. mars 2007
tíðindi
SAMBAND
niels uni dam
nielsuni@sosialurin.fo
tlf 341800
Atlantic Music Event
hevur skipað fyri
kapping, har sóknast
varð eftir einum
búmerkið, ið kundi
vera við til at geva til
takinum ein nýggjan
samleika. Hósdagin
var kunngjørt, at mið
lagrafikarin Bárður
Kruse hevði vunnið
kappingina.
Atlantic Music
Event
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Atlantic Music Event, stytt
AME, er eitt norðurlendskt
sýnisgluggatiltak, har enda
málið er at kunna um norð
urlendskan rútmiskan tón
leik við eitt nú at skipa fyri
nøkrum góðum føroysk og
norðurlendskum konsertum
og framsýningum á høgum
støði. Í samstarvi við Vinnu
vitan og Expert skipaði
AME fyri eini búmerkja
kapping. Altjóða tiltakið
sóknaðist ein nýggjan sam
leika, og nýggja búmerkið
skal vera partur av hesum.
Vinnarin gjørdist Bárður
Kruse, ið er grafikari og
dagliga starvast hjá Føroya
prent.
22 uppskot
Nýggja búmerkið, sum skul
di finnast til tiltakið, skal
nýtast til samskifti og lýs
ingartilfar, og tí skuldi tað á
onkran hátt lýsa endamálið
og uppgávurnar hjá AME.
22 uppskot komu inn til
kappingina. Luttakaraskarin
var breiður. Inn komu upp
skot frá bæði børnum og
professionellum grafikar
um. Í dómsnevndini, ið
skuldi finna trý tey bestu
búmerkini, sótu Niels Arge
Galan, kreativur leiðari á
Reproz, Amariel Norðoy,
listarmaður, Sverri Heine
sen,
sniðgevi,
Ingibjørg
Jacobsen, kreativur sam
skipari og Fróði Vestergaard,
samskipari fyri AME.
Trendy og modernað
Vinnarin Báður Kruse er
miðlagrafikari og vevstjóri
hjá Føroyaprent. Hansara
búmerki ímyndar ein plekta
ra, sum verður nýttur til git
tarspæl, og navnið AME er
teknað sum ein ljóðalda.
Hetta uppskotið, vóru dóm
arnir samdir um, var tað
besta búmerkið, ið luttók í
kappingini. Dómsnevndin
hevði eitt nú hetta at siga
um vinnaran: Vinnaraupp
skotið er modernað, og vísir
AME sum eitt nútíðar og
framsøkið tiltak. Uppskotið
er trendy, altjóða og dyna
miskt. Eisini varð sagt, at
búmerkið hevði eitt einfalt
snið, greiðan boðskap, góð
an stíl, sterkan grafikk og
kann nýtast í øllum litum.
Nýtt myndatól
Umframt heiðurin av at ger
ast nummar eitt, og at hansa
ra búmerkið møguliga verð
ur brúkt í nýggja samleikan
um hjá AME, fekk vinnarin
eisini eitt nýtt myndatól frá
Expert í SMS og tvey
atgongumerkir
til AME
2007, sum verður í Norður
landahúsinum 13. og 14.
apríl.
Nummar tvey í kappingini
gjørdist enn eitt starvsfólk
hjá Føroyprent. Tað var
http://www.foroyaprent.fo/
WEBsidur/Deildir/Undan
prentdeildin.html Rói Wint
hereig, sum er miðlagrafi
karalærlingur í fyritøkuni.
Triðja plássið fekk Leivur
Nygaard, sum rekur lýsing
arfyritøkuna Lýsing á Tvør
oyri. Hesir báðir fáa eisini
vinningar frá Expert og
atgongumerkir til stóra til
takið í Norðurlandahúsinum
eftir páskir.
Bárður Kruse
við vinnandi
búmerkinum
(mynd: ame.fo)
AME vil á konsertum í Føroyum og uttandlands skapa
umstøður hjá tónleikarum og fyriskiparum at vísa, hvat
føroyingar og norðurlendingar hava at bjóða umheiminum
á tónlistaøkinum. Endamálið er sostatt at skapa enn størri
áhuga fyri føroyskum og norðurlendskum tónleiki í Føroyum
og uttanlands. Hetta kann viðføra økta sølu og meira
fokus ánorðurlendskan tónleik. Tað eru Norðurlandahúsið,
Menningarstovan og onnur, ið skipa fyri tiltøkunum, sum
vera í ymiskum londum kring heimin. Fyrsta AME-tiltakið
verður 31. mars í NASA í Reykjavík. Í apríl verður eitt AME í
Norðurlandahúsinum, og í september verður enn eitt tiltak
í Vega í Keypmannahavn, eisini verður arbeitt við einum
AME tiltakið í London.
FAKTA
Seinkingarnar og
avlýsingarnar hjá
Norrønu hava sett
summi ferðafólk í
keðiliga støðu, Chris
tian Pauli Jacobsen
mátti sjálvur syrgja
fyri ferð til Føroyar,
og heldur als ikki, at
servisin, ið hann
fekk umborð, var
nøktandi. Av Smyril
Line harmast tey um
tær avleiðingar, ið
seinkingarnar hava
við sær, men vísa á,
at hetta eru treytir
nar, ið tey virka und
ir hesa ársins tíð.
Ferðing
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Norrøna liggur í Bergen í
løtuni, og har verður hon
væntandi liggjandi til í
kvøld. Illveður hevur dar
vað ferjusiglingini millum
Danmark og Noreg um
vikuskiftið, og veðrið hev
ur eisini ávirkað siglingina
hjá Norrønu.
Norrøna kom til Bergen
sunnudagin, sum veðurván
irnar vóru, varð avgjørt at
leggja skipið. Orsakað av
seinkingunum varð Íslands
túrurin hesa vikuna er
avlýstur.
Smyril Line sigur, at
ferðafólk gista umborð á
Norrønu, meðan hon liggur
í Bergen. Smyril Line syrg
ir fyri mati til ferðafólkini,
samstundis sum reiðaríið í
dag og í gjár hevur skipað
fyri ymsum tiltøkum fyri
ferðafólkunum.
Ónøgdur við
Smyril Line
Men ikki øll ferðafólkini
vóru líka glað um støðuna.
Fleiri valdu tí, at fara aftur
til Danmarkar við flogfari.
Kostnaðin fyri hetta mátti
ferðafólkið sjálvi rinda.
Christian Pauli Jacobsen
var eitt av ferðafólkunum,
ið mátti umvegis Kastrup
til Føroyar. Hann greiðir
frá, at fleiri av ferðafólkun
um høvdu spurt manning
ina áðrenn fráferðina, um
veðrið fór at blíva ein trup
ulleiki, men høvdu fingið
boð um, at hetta als eingin
trupulleiki var.
Vakt við ókeypis
máltíð
- Kl. 11 sunnumorgunin
vórðu vit vakt við boðum
um, at ókeypis matur var í
kantinuni. Seinni komu so
boðini um, at orsøkin til
ókeypis matin var tann, at
vit ikki sluppu víðari úr Ber
gen, sigur Christian Pauli.
- Vit fingu at vita, at vit
fingu ókeypis mat umborð
hesar dagarnar, men tá eg
spurdi um drykkivørur,
fekk eg at vita, at eg sjálvur
mátti syrgja fyri.
Harmilig seinking
Christian Pauli heldur tað
vera øgiliga løgið, at man
ikki visti, at har fóru at ver
ða trupulleikar, áðrenn Nor
røna fór úr Hanstholm kl.
22 leygarkvøldið.
- So kundu vit verið farin
til hús aftur og flogið heim
ístaðin fyri at liggja svína
bundin í Bergen, sigur
Christian Pauli og vísir á, at
nógv av ferðafólkunum
vóru úr Jútlandi, og tí rætti
liga skjótt kundu koyrt til
húsar.
Thomas Magnussen, stjó
ri á Smyril Line, sigur við
Sosialin, at tílíkar avlýsing
ar og seinkingar sjálvandi
eru harmiligar. Men at hetta
eru treytirnar, ið tey virka
undir hesa ársins tíð. Hann
vísir aftur, at Smyril Line
hevði avgjørt ikki at fara
víðari úr Bergen, longu tá
hon fór úr Hanstholm
leygardagin.
- Tað er eingin ivi um, at
veðurforsøgnin ikki var
serliga góð, tá vit fóru úr
Hanstholm, men tær broyta
seg alla tíðina, tí kundu vit
ikki vita, hvussu veðrið fór
at verða, tá vit skuldu víðari
úr Bergen, Norrøna er eitt
stórt skip, og veðrið skal
vera øgiliga ringt, fyri at vit
setast aftur. Tí kundu vit
illa boða fólki frá, at vit
ikki fóru víðari. Eg meini
annars, at skiparin, tá hann
fer avstað, kunnar um
veðrið,
sigur
Thomas
Magnussen
Ongin hjálp at fáa
Christian Pauli heldur als
ikki at servisin var nóg góð,
tá avgjørt var at avlýsa
ferðina:
- Vit royndu at práta við
manningina og fáa hjálp til
at sleppa víðari við flogfari,
men fingu at vita, at Smyril
Line ikki skipar fyri øðrum
transporti. Tí máttu vit
antin bíða til mikudagin,
ella sjálvi syrgja fyri aðrari
ferðing, greiðir hann frá.
Thomas Magnussen vísir
á, at tað stendur í ferðaseð
lunum, tá tú keypir hann,
hvørjar treytirnar eru.
- Atlantic hevur heldur
ikki tilboð um ferðaseðlar
við skipi, um teirra flogfar
ikki flýgur. Vit kundu tí
ikki bjóða annan flutning
til ferðafólkið.
Íslendingar í
aðrari støðu
Men meðan føroyingarnir
sjálvir máttu gjalda fyri
ferðina heim, so varð skip
að fyri flogferð til Íslands,
soleiðis, at tey, ið skuldu
higar vóru flogin uttan
kostnað.
- Vit frættu, at íslendar
arnir vóru sendir heim við
flogfari, og hetta haldi eg
vera øgiliga keðiligt, at
man soleiðis ger mismun
á fólki, sigur Christian
Pauli.
Heindrik Egholm Sølu-
og marknaðarstjóri hjá
Smyril Line, heldur ikki
at talan er um mismun.
- Vit taka støðu í hvør
jum einstøkum føri. Her
er talan um tvær rættiliga
ymiskar støður. Túrurin til
Íslands er heilt avlýstur
hesa vikuna. Tey, ið skuldu
tann túrin mugu tí bíða í
longur enn eina viku, um
líkindini yvirhøvur verða
tá. Meðan tey, sum skuldu
til Føroyar, vóru 3 dagar
seinkaði. Nú ætlaða frá
ferðin verður ein dag fyrr,
so verður í veruleikanum
talan um tveir dagar. Tí
avgjørdu vit, at skipa fyri
flogferð til teir seks íslend
ingarnar, meðan vit valdu
at syrgja væl fyri føroying
unum umborð, og skipa
fyri nøkrum útferðum og
tílíkum. Hetta er ikki
fyrstu ferð, at vit gera
tílíkt. Tá Norrøna fór í
dokk 12. februar, flugu vit
trý flogfør við ferðafólki
upp til Føroyar. Vit hava
eisini onkuntíð, tá Norrøna
ikki er komin til Bergen
bjóðað at flúgva ferðafólk
ið heim, ella at rinda fyri
eina viku afturat í Noregi.
Hetta er ein standard pro
sedura, at vit taka støðu
um, hvat vit meta vera rím
iligt í hvørjum føri, sigur
Heindrik, ið væl skilur, at
tað kann vera hugstoytt,
ikki at sleppa til Føroyar,
tá man ætlaði.
-Vit liva av føroyskum
ferðafólki, og hava als
ongan áhuga í at gera
mismun ímóti teimum,
heldur hann fram.
Mátti sjálvur orna ferð heim
AME hevur fingið
nýtt búmerki
Vinnandi búmerkið hevur ta
styrki, at tað kann nýtast í
øllum litum