Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 57 - 21. mars 2007 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Regn og skriðjulop órógvaði ferðsluna Nógvur kavi eftirfylgt av grovum regni megin­partin av nátt­ ini órógvaði sjálvandi ferðsluna fleiri staðni í morgum. Ringast var í Kollafjarðardali, Kaldbaksfirði, Leyn­ um, Skælingi og á Vatnsoyrum TOYBIL Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Arbeiðsferðslan var nógva­ staðni órógvað millum klokk­an sjey og átta í morgum, áðrenn grankýr­ nar hjá Landsverk høvdu ruddað vegirnar fyri krapa og skriðjulop. Serliga var tað í Kollafjarðardali og sunnanfyri Kaldbaks­tunn­ ilin, at grimdaregn saman við bráðnaða kavanum elvdi til trupulleikar av tiptum áum. Løgreglan hevur ikki fingið fráboðan um nakran skaða- bert seinkingar. Røðin av bilum í Kald­ baksfirði gekk langt inn í tunnilin úr Kollafirði. Um áttatíðina var koyr­ andi aftur á hesum strekki­ num, sigur Regin Árting frá Landsverk, sum vísir á, at ein afturvendandi trupu­ leiki fyri teir, ið rudda, er, at bilarnar koyra ov nær upp ímóti gravkúnum. – Hetta er óheppið, tí tað seinkar ruddingini. Eisini undir vanligum kava­ grevstri, sigur Regin Ár­ ting. Ongin stórvegis materi­ ellur skaði er hendur, uttan á Vatnsoyrum, har krapi og mold er skolað oman í bygd­ ina. Sagt verður av Vatns­ oyrum, at sjálvt um talan verður um nógv at rudda burtur, so hevur onkuntíð fyrr verið størri materiellur skaða enn hesaferð. Tó hevur kjallarin í einum ný­ ístandsettum húsum fingið skaða, tí nógv vatn var runnið inn. Í Leynum og Kvívík hava brandmenn hjálpt til við at leiða vatnið burtur. Aðrir vegir, ið hava verið darvaðir av krapa og skriðjulopi er Vesmannavegurin, Sela­ træð­svegurin, Eiðis­vegur­ in, Hovsvegurin og Skæl­ ingsvegurin, sum ikki var opin fyrr enn um 10-tíðina fyrrapartin. Óneyðugt er at staðfesta, at nógv vatn var á vegnum her í Kollafjarðardali í morgum Mynd: Jens Kristian Vang Vatsnoyrar er ivaleyst tað plássið, har mest vatn, krapi og skriðja er skolað oman yvir bygdina Mynd: Anna Jacobsen Tað tók okkurt um ein tíma hjá maskinunum hjá Landsverki at rudda vegin sunnanfyri Kaldbakstunnilin aftan á skriðjulopið, sum nógva regnið í nátt elvdi til Mynd: Jens Kristian Vang