Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-21, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mars 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 57 - 21. mars 2007 SAMBAND Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf. 341800 bilar Nýggjur Honda CR-V Honda CR-V var ein slóðbrótari í sínum klassa, tá hann fyrstu ferð kom á mark­nað­ in fyri 11árum síðan. Um­leið 2,5 milliónir CR-V eru seldir hig­ar­ til. Nú kemur so trið­ ja gen­e­ra­tión Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Nýggi Honda CR-V er ein heilt nýggjur bilur, ein so­nevn­dur SUV við nú­tím­ ans designi og innrætting. Eitt sereyðkenni fyri for­gan­ gar­an var eykahjólið á bak­ lúk­ uni, men tað er nú lagt inn í bilin, har sum tað van­ li­ga plagar at vera. Innrættingin er einføld og lið­i­lig. Girstongin situr sera væl fyri í in­stru­ment­ borð­in­um, og bilurin er lættur at hand­fa­ra og koyra. Við nýgg­ju konstruktiónini er tyng­di­punk­tið lægri, spor­víd­­d­in er økt og 17” hjól eru standard – alt fyri at ge­va optimalar koy­ri­eg­in­ leik­ar umdir øllum koyr­i­um­ støð­um. Bilurin hevur nógvar inn­ byg­dar trygdarskipanir sum t.d. VSA (elektroniskt stab­i­ li­tets­pro­g­ram) við TSA (Trail­er Stability Assist), sum ger tað tryggari at dra­ ga ein viðfestisvogn. Di­e­sel­ út­ gáv­an kann draga ein við­ fes­tis­vogn, sum vigar upp til 2 tons. CR-V fæst bæði sum ben­ sin og diesel: 2,0-litur ben­ sin­mo­tor­in við 150 hk er ein heilt nýggjur motorur við støði í einum motori, sum eisini er í nýggja Hon­ da Civic. Dieselmotorurin er tann sami væl umtókti 2,2-litur við 140 hk, sum ei­si­ni er í forgangaranum. 6-trins girkassi er standard. Nissan Sunny 1.4i Nissan Sunny 1.4i við m.ø. alufelgum, fløguspælara og hita í setrunum, árgang 1994. Vetrardekk á felgum fylgja við. Til sølu fyri kr. 17.000,- Tel. 216135 Einføld og brúkaravinarlig innrætting. Girstongin situr sera væl fyri í instrumentborðinum Eykahjólið á baklúkuni, sum var eitt sereyðkenni fyri forgangaran, er nú lagt inn í bilin Nýggi Honda CR-V er ein heilt nýggjur SUV (Sport Utility Vehicule). Sporvídden er økt, og 17” hjól eru nú standard bilar