hósdagur 22. mars 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 58 - 22. mars 2007
tíðindi
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
Føroya Arbeiðara
felag og arbeiðara
feløgini í Havn og
Klaksvík heita nú á
løgtingið um at
avtaka ætlaða skatta
lættan fyri 2008.
Hann er sosialt órætt
vísur og gevur eini
vanligari arbeiðara
inntøku einans 700
kr. í lætta, meðan ein
dupult so stór inn
tøka fær 6000 kr.
SKATTALÆTTI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Arbeiðarafeløgini
í
Føroyum hava sent út eina
yvirlýsing, har heitt verður á
Føroya løgting um at avtaka
skattalættan fyri 2008.
Tað kann í sjálvum sær
ljóða undarligt, at fakfeløg
takka nei til skattalætta, men
í hesum førinum meta tey
ikki, at nevndi lætti til arbeið
aran er »stríðið vert«.
Ein einføld útrokning vísir,
at ein vanlig arbeiðaraløn
bert verður ávirkað 700 kr.
um árið positiva vegin av
ætlaða skattalættanum.
- Ein vanligur arbeiðari,
sum fær hvønn einasta tíma
í árinum, forvinnur 207.000
kr. Ætlaði skattalættin hjá
hesum merkir altso 700
kr. í lætta um árið. Men
taka vit eitt dømi, har ein
forvinnur tað dupulta av
eini
arbeiðsmannaløn,
fær viðkomandi 6000 kr. í
skattalætta. Og tað er bara
við til at økja um gjónna
millum lág- og hálønt,
sigur Sonja Jógvansdóttir,
samskiftisráðgevi hjá FA
og HA.
Sambært Sonju er talan
tí um so lítlan lætta hjá van
ligum arbeiðarum, og lut
falsliga stórum hjá teimum
betri løntu, at peningurin
nógv heldur átti at verið
nýttur til onnur og meiri
gevandi endamál.
Kanna sosialu
viðurskiftini
Ávaringar eru allastaðni frá
um nógva ferð á føroyska
búskapinum, og tí er stund
in ikki hin rætta at geva
skattalætta, vísa fakfeløgini
á. Talan er heldur ikki um
rættiligan skattalætta til
vanliga arbeiðaran.
- Stundin er komin til
politiskt inntriv at minka
um gjónna millum há- og
láglønt, og tí hevði ein rætti
ligur skattalætti til vanliga
arbeiðaran komið ógvuliga
væl við. Men tað uppskotið,
ið fyriliggur, økir bara
um sosialu gjónna í sam
felagnum, og tí er betur, at
uppskotið verður tikið aftur,
sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon vísir á, at politiskt
hevur ongatíð verið áhugi
fyri at vita, hvussu sosialu
viðurskiftini eru í samfel
agnum. Alskyns kanningar
verða gjørdar, og alt gott um
tað, men áhugi átti at verið
fyri sosialu viðurskiftunum
í landinum.
Eingin rættiligur skatta
lætti hevur verið givin
í Føroyum síðani 2003.
Okkurt av inntrivunum í
skattapolitikkinum er tó
kærkomin, eitt nú at skavað
er av toppskattinum á með
alinntøkunum. Men skattur
er eitt gott amboð at javna
út í samfelagnum. Tíverri
hevur sitandi samgonga valt
ikki at nýta hetta amboð til
fyrimunar fyri meðal- og
láginntøkurnar, sigur Sonja
Jógvansdóttir.
Tað eru Føroya Arbeiðara
felag, Havnar Arbeiðsmanna-
og –kvinnufelag, og Klaks
víkar Arbeiðsmanna- og
–kvinnufelag, ið hava sent
út yvirlýsingina.
Arbeiðarafeløgini heita á løgtingið:
Skattalætta til
láginntøkur - ella einki
Sonja Jógvansdóttir er samskiftisráðgevi hjá FA og HA
Vit haVa heilt Víst eisini okkurt til tín
Falkavegur
100 tórshavn
tel 35 46 80
faks 35 46 81
Mánadag – hósdag ...09.00 – 17.00
Fríggjadag.................09.00 – 18.00
Leygardag .................10.00 – 14.00
Framsýning av
Elipse stellinum
4 stk. døgurða tallerkar
NÚ 129,- SPAR 67,-
4 stk. nátturða tallerkar
NÚ 119,- SPAR 37,-
Bollar og heitt kakao er
at fáa. Børnini fáa eisini
ballónir.
Lat seðilin inn til Ide Møblar fríggjadagin 23. ella
leygardagin 24. mars áðrenn kl. 14.00.
Drigið verður um eitt gávukort áljóðandi kr. 1.000,-
Navn:
Bústaður:
Tlf. nr:
Kapping
Hvussu nógvir ymiskir deilir eru til Elipse stellið?
4 deilir
6 deilir
8 deilir
Í sambandi við yrkisroynd mína
bjóði eg tykkum øllum inn á
gólvið hjá Ide Møblum
Sýnt verður fram Elipse stellið,
sum fæst í 6 ymiskum deilum.
Hey, Nú verði eg
skjótt útlærd
Hanna