fríggjadagur 23. mars 2007síða 1
Tekstur á síðuni
2
Nr. 59 - 23. mars 2007
Týsdagin seinna
partin verða øll
ung millum 15
og 25 ár boðin á
cool dansiskeið í
Eysturskúlanum í
Havn. Tað eru Ung í
MáF sum skipa fyri
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Dámar tær hipphopp, break
dance, ballet, ella dámar
tær rætt og slætt at røra teg,
so fært tú høvi hjá Jamie
Boylan at samansjóða alt
tað, sum tú dugur, og at
flyta teg ávegis, áfram, gjøg
num hamskifti til broyting.
Hetta lova Ung í Máf, sum
hava tikið stig til dansi
skeiðið, har enski dansarin
Jamie Boylan fer at leggja
ungu føroyingunum lag á.
Kendur dansari
– Óansæð hvønn dansin,
tær líkar best, um tú ert
roynd ella óroynd, so er
Jamie Boylan maðurin.
Hansara spennandi máti at
arbeiða við contemporary
dance samansjóðar tað
dynamiska arbeiðið á gólv
inum og rørslur, sum loys
ast, spretta og vaksa út í
rúmið, sigur felagið í tíð
indaskrivi.
Jamie Boylan er onglend
ingur og hevur útbúgving
frá London Contemporary
Dance School. Hann undir
vísir í løtuni á fleiri ymisk
um skúlum í Onglandi, eins
og hann dansar í Aletta
Colins Dance Company og
Arty Physical Intelligence.
Í Føroyum er Jamie Boyl
an best kendur sum dansari
í føroysku operuni “Í Óða
mansgarði”. Meira um
Jamie Boylan á: www.
artyphysicalintelligence.
co.uk
Tekna teg nú!
Dansiskeiðið verður í
Eysturskúlanum týsdagin
27. mars kl. 17-20, og øll
ung millum 15 og 25 ár eru
vælkomin. Tá verður eisini
møguligt at tekna seg sum
lim hjá í Ung í MáF, har
limagjaldið er 100 krónur
árliga. Tekning til skeiði fer
fram hjá MáF í seinasta lagi
mánadagin 26. mars 2007,
og er kostnaður fyri skeiðið
200 krónur.
Samband fæst við Birnu
Heinesen, næstforkvinnu í
MáF á 222443, ella á
birna@hotmail.com. Skriv
stovuna hjá MáF hevur
nummar 315624, ella maf@
maf.fo
Kom og dansið
við Jamie Boylan!
Dagarnar 28. til 30. mars
verður Lene Heiberg frá
Amoena í Føroyum og
hevur viðtalu við kvinnur,
sum er skornar í bróstið.
Hon fer at kunna og veg
leiða um brósthaldarar og
rætta tillaging av bróst
protesum. Tað er Siri Væl
vera, sum hevur boðið Lene
Heiberg hendanvegin.
Strembað verður alsamt
eftir, at ein protesa skal
vera so natúrlig, sum yvir
høvur gjørligt; bæði í
kenslu og útsjónd. Menn
ingin gongur skjótt, og tí
verður støðugt kunnað um
betringar og nýggjar møgu
leikar. Eisini í Føroyum.
Samanumtikið snýr tað
seg um at geva kvinnuni
eina góða kenslu av sær
sjálvari.
Kvinnur, sum hava fingið
bøtt um bróstið, ella hava
fingið skurðviðgerð fyri at
varðveita tað, varnast oft
ani, at sum frálíðir broytist
og minkar bróstið. Her
kann vera nógmikið við
eyka fyllu, ella nýggjari til
laging av brósthaldaranum.
Men, Lene Heiberg
hjálpir og vegleiðir eisini
kvinnum, sum hava brúk
fyri serligum protesum og
bh loysnum. Hon er fremsti
serfrøðingurin í Danmark á
sínum øki og framúr góð í
ráðum.
Av tí at Siri Vælvera í
Havn hevur alt landið sum
starvsøki, fer Lene Heilberg
eisini
út í oyggjarnar at hitta
viðskiftafólk, um áhugi er
fyri tí.
Amoena serfrøðingur vegleiðir um
bróstprotesur og brósthaldarar
Starvið
Høvuðsuppgávan hjá roknskapar-
fólkinum/controllaranum er at menna
fíggjarstýringina á SSL og at halda
fast við menningina, ið hevur verið
seinastu árini. Aðrar uppgávur eru:
• Játtanareftirlit (samlað og fyri
rakstrarstað)
• Uppseting og viðlíkahald av
mannagongdum
• Játtanarlig og roknskaparlig
ráðgeving til deildarleiðarar
• Uppseting av hagtølum
• Ad-hoc lýsingar
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur:
• hevur HA, HD, HH ella líknandi
prógv
• hevur royndir innan bókhald,
grannskoðan e.l.
• er hollur teldubrúkari
• hevur kunnleika og royndir í
Navision-fíggjarstýringsskipanini
og Microsoft Offi ce forritunum
• hevur kunnleika til LøttLøn-
lønarskipanina
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og
hevur lætt við at samstarva
• hevur góð evni at orða teg bæði
skrivliga og munnliga
• hevur góðan røkjuskap
Talan er um eitt starv við stórum
og spennandi avbjóðingum, har ið
tað stundum kann verða talan um
átrokandi uppgávur. Samstundis fært
tú tó møguleika fyri at skipa starvið
sjálvstøðugt út frá givnu karmunum.
Fíggjardeildin
Høvuðsuppgávan hjá Fíggjardeildini
er at veita leiðsluni eina úrslitagóða
búskaparfyrisiting, herundir sam-
skipa, viðlíkahalda og menna
fíggjarstýringina hjá fyritøkuni. Aðrar
uppgávur eru:
• Fyriskiping av roknskaparverkinum
• Uppseting av fíggjarætlanum
• Játtanareftirlit
• Roknskaparlig skráseting
• Roknskaparframløga
• Innkeyps- og goymslustýring
• Lønarfyrisiting
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið, og er lønt í 6.
lønarfl okki.
Arbeiðsstaðurin er í løtuni Yviri við
Strond 4 í Tórshavn. Frá 1. januar
2008 er arbeiðsstaðurin á Tvøroyri.
Umsóknir
Umsókn við próvskjølum skal
sendast til:
Strandfaraskip Landsins
Stílað: Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
og skal vera fyritøkuni í hendi
í seinasta lagi 26. mars 2007
kl. 12.00. Til ber eisini at senda
umsóknina til t-postadressuna:
pah@ssl.fo.
Um tú ynskir nærri upplýsingar,
kanst tú ringja til Jógvan Rubeksen,
virkandi fíggjarleiðara ella Niels Juel
Arge, virkandi stjóra á tlf. 343000 ella
senda t-post: jor@ssl.fo ella nja@ssl.fo
sansir.fo
roknskaparfólk/
controller
Strandfaraskip Landsins er ein landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, og hevur
sum endamál at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan
umsitur 29 farleiðir (22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir). Talið á fl utningsanleggum eru
40 bussar og 8 ferjur. Samlaða talið á starvsfólkum á SSL svarar til 120 ársverk.
Av tí at okkara virkandi fíggjarleiðari – og annars
roknskaparfólk/controllari á Fíggjardeildini
– hevur sagt seg úr starvi, verður starvið sum
roknskaparfólk/controllari lýst leyst til at seta
skjótast gjørligt.
Strandferðslan sóknast eftir