fríggjadagur 23. mars 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 23. mars 2007
13
Birtha Eysturoy
Heilsan til mammu á 60 ára degnum
Mamma tú hevur lært okkum:
at gera okkara besta
at lívið er ein gáva
at gera lekrastu oksasteik í verðini
at æra mann sín
at gleðast í at eldast
at hugna sær einsamøll
at verða ein betri mamma
at dansa
at góðtaka onnur
at kærleiki kann vinna á øllum
at klandur loysir einki
at fáa morgunmat, døgverða og nátturða á klokkuslett
at fáa ein ringan feittblett úr einum plaggi
at leggja buksur upp
at gera buding
at familja er tað dýrabarasta ein hevur
at hava ein góðan bonk í køkinum til kaffigestir
at arbeiða í havanum um summarið-sjálvt á miðjari nátt
at klippa frunt
at vera til tíðina
at gera Dallas køku
at takka Gudi fyri dagin
at fara á seiðaberg er heilsubót
at mammur altíð hava rætt
at góð vinarbond við grannar eru umráðandi
at ein nýtist ikki neglalakk og mascara fyri at síggja gott út
at ringja og siga frá hvar man er
at ein er ongantíð ov gomul at læra nakað nýtt
at eitt gott klem kann gera undurverk
at Omega breyð er best at byrja dagin við
at tað er ílagið at grilla á trappuni tá tað er kolandi stormur
at ein skal hava eina skuffu við leikutoy inn í køkinum
at ein ger alt fyri síni børn
at ommur gott kunnu eiga Playstation
at frisørar kunnu ganga í tuflum
at ein láturkrampi er góð heilsubót
at koyra buksurnar í hosurnar áðrenn ein fert í
gummilstilvarnir
at vera spontan
at síggja signingar í tí smáa
Mamma takk fyri
At tú hevur vegleitt okkum
At tú í okkara hjørtum var vakrari enn Krystle í Dollars
At tú hevur verið okkara fyrimynd
At tú ert verðins besta omma
- og mamma.
Rannvá og Sunva
Tað er eitt sindur undarligt at sita í
Danmark og skriva minningarorð um
Brynhild. Tað kom eitt sindur dátt við
at hoyra, at Brynhild var deyð, sjálvt
um heilsan ikki hevði verið so góð í
seinastuni.
Góða Brynhild. Eg, mamma og
systkin míni hava nógv at takka tær
og Hans fyri. Hans doyði tíðliga longu
í 1985. Vit búðu síð um síð, so vit
høvdu nógv saman, og tað var bara
gott. Gekk man uttanfyri, og stóð
Brynhild í vindeyganum, var hon skjót
út á trappuna og spurdi, um vit ikki
komu inn. Tað, sum var so stuttligt
við Brynhild, var, at hon var so góð
og mild, altíð við tí góða og positiva.
Man hoyrdi, hvussu nógv hon helt
av børnunum, og so vildi hon hava at
vita, hvussu vit høvdu tað. tað munnu
vera mong, sum hava fingið ein góðan
drekkamunn frá Brynhild.
Vit búðu í Havn í nógv ár, áðrenn
vit fluttu til Danmarkar at búgva. Siti
og minnist gamlar dagar í Gøtu, tá
vit komu at vitja mammu og pápa,
og børnini vóru smá og lógu í vogni.
Tað var ongantíð nakað í vegin fyri at
lata tey standa uttanfyri í vogninum.
Brynhild hevði ein lítlan urðagarð,
og har var Brynhild í nógvar tímar
tilsamans og sjálvt um stykkið ikki
var so stórt, fekk hon nógv burturúr.
So plagdi Brynhild at siga við meg:
»Eg skal nokk hyggja eftir vogninum.
Eg eri her kortini«.
Ja, góða Brynhild. Eg fari at sakna
teg, tá eg komi heim. Tað var so
deiligt at síggja teg, og sjálvt um tú
ikki hevur búð heima í nøkur ár, sóust
vit av og á kortini. Tú treivst væl í
Gøtubrá. Tú hevði børn, svigarbørn
og ommubørn rundan um teg, og tú
var stolt av teimum øllum. Tú tosaði
altíð um tey, og tú var ein góð mamma
og omma at eiga.
Marita góða. Tú og genturnar vóru
so nógv knýttar at mammu og ommu
tykkara, og tit vóru so nógv at síggja
heimi hjá henni. Góðu tit Líggjas,
Torkil, Sjúrður, Eyðun og Marita. Tit
hava mist eina góða mammu. Hon
var ein góð mamma at eiga. Tit mistu
pápa tykkara í góðum árum. Góðu tit
øll. Saknurin er stórur hjá tykkum, tað
veit eg, men eg vil enda við at skriva.
Friður verði við minninum um okkara
góðu grannakonu Brynhild Hansen.
Joan Joensen
Til minnis um Brynhild Hansen, Norðragøtu
f. 1.5.1920 - deyð 17.11.2006
Harry Petersen, Sørvágur, andaðist á Landssjúkra
húsinum týsdagin 20. mars 82 ára gamal. Jarðarferðin
verður lýst seinri.
Sunnvá Háberg, Tórshavn, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum hósmorgunin 22. mars, 89 ára gomul.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Erling Olsen, búsitandi í Køge, andaðist mikudagin
21. mars á Roskilde sjúkrahúsi, 71 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Køge kirkju leygardagin 24.
mars klokkan 11.
Kistan við Thorvald Thorsteinsson, Tvøroyri fer
úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi í kirkjuna
fríggjadagin klokkan 17. Jarðarferðin verður
Tvøroyar kirkju leygardagin klokkan 14. Sungið
verður úr sálmabókini. Tey, ið minnast Thorvald
kunnu lata eina peningagávu til Ellisheimið á
Tvøroyri. Konto í Eik.
Andlát og jarðarferðir
Føroya Banki undirskrivaði
mikudagin lánsavtalu við 21
útlendskar peningastovnar
á føroysku sendistovuni í
London, skrivar bankin í
tíðindaskrivi. Bayerische
Landesbank, Danske Bank
og HSH Nordbank hava
fyriskipað lánið, sum er 155
milliónir evrur ella knappar
1,2 milliardir krónur til
støddar.
Upprunaliga varð lánið
útboðið sum eitt 3-ára
syndikerað lán upp á 75
milliónir evrur, men áhugin
fyri láninum var so stórur,
at tað varð yvirteknað við
meira enn 100 prosentum.
Føroya Banki økti útlánini
í 2006 við 1,3 milliardum
krónum. Við nýggja altjóða
láninum er gjaldførið styrkt
munandi, so bankin kann
halda fram at vaksa.
- At 21 útlendskir peninga
stovnar játta at veita Føroya
Banka hetta lánið, ber týðiligt
boð um, at álitið á bankan á
altjóða lánimarknaðinum er
sera stórt. Styrkta gjaldførið
skal nýtast til at menna Før
oya Banka uppaftur meira,
sigur Janus Petersen, for
stjóri í Føroya Banka, í
tíðindaskrivi.
Í sambandi við undirskri
vingina á føroysku umboðs
stovuni í London vóru møtt
umboð fyri 17 av teimum
21 útlendsku peningastovn
unum. Føroyski sendi
maðurin, Sigmundur Isfeld,
og danski sendiharrin, Birgir
Riis-Jørgensen, vóru eisini
til staðar.
Fyri
Føroya
Banka
undirskrivaðu Janus Peter
sen, forstjóri, og Súni
Schwartz Jacobsen, stjóri,
lánsavtaluna.
Føroya Banki lænir 1.2 mia. krónur
Fýra føroyskar
fyritøkur eru við í
fyritøkuni Munk IT,
sum nú ætlar sær
við KT-skipanum út
á tann europeiska
marknaðin.
Hesar fyritøkurnar
eru EikBanki,
Tryggingarfelagið
Føroyar, Føroya Tele
og Formula.fo.
Kunningartøkni
Snorri Brend
Felags fyri allar íleggjararnar,
sum allir eiga part í móður
felagnum Formula Internati
onal undir leiðslu av Torkili
Holm Petersen, er eitt felags
ynski: At skapa ein stóran
europeiskan veitara av
Microsoft-baseraðum for
rætningsskipanum til smærri
og miðalstórar fyritøkur.
SMB-partnarastjórin hjá
Microsoft, Bo Martinsen
verður stjóri í fyritøkuni,
meðan forstjórin í Munk IT
verður stjóri fyri arbeiðið í
Danmark.
- Her í Danmark síggja vit
nú skapið av eini nýggjari
altjóða fyritøku, við røtum
í Norðurlondum. Vit broyta
spælireglurnar í bransjuni,
tí hinir stóru Microsoft-veit
ararnir av forrætningsskip
anum hava ikki víst SMB-
marknaðinum nóg stóran
áhuga.
- Hetta broyta vit nú, til gagn
fyri kundarnar, Microsoft og
menningina á marknaðinum,
sigur fyritaksstjórin Bo
Martinsen.
Keypsprísurin er ikki
kunngjørdur. Eftir ætlan
verður handilin góðkendur
á aðalfundi í Munk IT, sum
verður 23. apríl.
Um einar 14 dagar ella
so verður navnið á nýggju
fyritøkuni kunngjørt.
Føroyskt KT út á
europeiska marknaðin