fríggjadagur 23. mars 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 59 - 23. mars 2007
So nógvir grovir feilir eru í
greinunum, sum Jákup
Petersen, yvirlækni hevur
fylt Sosialin við í seinastu
viku, at einki høpi er í
nøkrum. Vónandi kann
hetta rættast, so Føroya fólk
ikki situr eftir við eini
fullkomuliga skeivari mynd
av tí føroyska sjúkrahús
verkinum.
1. Skeiv útreiðslutøl
Við stórum yvirskriftum
førir Jákup Petersen fram,
at 100 – 140 mió.kr verða
søplaðar burtur til onga
nyttu í føroyska sjúkrahús
verkinum. Hetta er eitt
uppáhald, sum er fullkomu
liga skeivt. Tað byggir á
eina skeiva samanbering,
sum hann hevur gjørt av
útreiðslunum í Føroyum og
Danmark. Øll niðurstøðan
og tær stóru yvirskriftirnar
eru burturvið, sum eisini
framgongur av talvuni
niðanfyri.
Jákup Petersen skrivar, at
útreiðslurnar fyri hvønn
sjúkling í Føroyum eru
11.458 kr, men tann rætta
upphæddin er einans 9.731
kr, sum næstan er tað sama
sum í Danmark Munurin
er 58 kr. og ikki 2.150 kr.
Útreiðslurnar til tað før
oyska sjúkrahúsverkið eru
uml. 3 mió.kr. hægri enn í
Danmark og ikki 100 – 140
mió.kr..
Sí talvu.
Enntá eru fleiri orsøkir til,
at lutfalsligu útreiðslurnar í
Føroyum burdu verið mun
andi hægri enn í Danmark:
Útreiðslurnar til bráð
feingis tilbúgving og allar
vaktarskipanir á sjúkra
húsunum í Føroyum eru
lutfalsliga hægri, tí tað eru
færri íbúgvar til hvørt
sjúkrahús í einum so lítlum
samfelagi.
Landafrøðiliga eru Før
oyar fjarðskotnar og hava tí
munandi útreiðslur til
flutning v.m. í samband við
serviðgerð uttanlands.
Primera heilsutænastan í
Føroyum er ikki so væl
útbygd sum í Danmark.
Hetta er m.a. orsøkin til, at
sjúklingar liggja longri inni
á sjúkrahúsinum.
Hinvegin er ein møgulig
orsøk til, at útreiðslurnar í
Føroyum kortini ikki eru
hægri enn í Danmark, at
tað eru færri heilsustarvsfólk
fyri hvønn íbúgva í Føroy
um. T.d. er talið av serlækn
um pr. íbúgva nógv lægri í
Føroyum enn í Danmark og
flestu norðurlondum.
2. Skeiv lóg
Jákup Petersen skrivar, at
lógarkarmurin fyri sjúkra
húsvirksemið er Løgtings
lóg nr. 89 frá 4. juni 1996.
Hetta er ikki rætt. Ein heilt
nýggj sjúkrahúslóg varð
samtykt í 2005. Lógargrund
arlagið hjá sjúkrahúsverk
inum er tí Løgtingslóg nr.
64 frá 17. mai 2005.
Í teirri nýggju lógini er í
§ 1 staðfest, at tað eru 3
sjúkrahús í Føroyum. Í
nýggju lógina er tað sum
nakað nýtt lógarásett, at
sjúkrahúsini skulu sam
starva og veita hvørjum
øðrum tænastur, ið kunnu
betra um viðgerðartilboðini
og raksturin innan sjúkra
húsverkið.
Ógviliga stórar KT íløgur
eru hesi seinastu 3 árini
framdar, til tess at betra um
samskiftið og samstarvið,
millum sjúkrahúsini innan
hýsis og millum sjúkrahús
ini og kommunulæknarnar.
Nýggj talgild røntgenskipan
og laboratoriuútgerð er
tikin í brúk, sum saman
bindir heilsuverkið á hesum
øki. Taldgilda heilsuskip
anin, sum umfatar bæði
sjúkrahúsini og kommunu
læknaskipanina, er við at
vera tikin í brúk.
3. Skeivt tal av
sjúkrahúsum
Hvar Jákup Petersen hevur
tølini frá, um tal av sjúkra
húsum í hinum Norður
londum, upplýsir hann ikki.
Men sambært nýggjastu
tølunum frá norðurlendsku
hagtalsstovunum yvir talið
av vanligum sjúkrahúsum,
so eru tølini hjá Jákupi heilt
við síðuna av.
Sí talvu.
4. Skeiv leiðsla?
Jákup Petersen trívur eisini
í sokallaðu DIOS frágreið
ingina, sum varð gjørd fyri
meiri enn 10 árum síðani
um leiðslubygnaðin í før
oyska sjúkrahúsverkinum.
Orsøkin til, at júst henda
frágreiðingin verður drigin
fram og ikki onkur onnur,
er helst, at nakrir yvirlæknar
opinbart halda, at allir
trupulleikar høvdu verið
loystir, um bert yvirlækn
arnir stýrdu sjúkrahúsu
num.
So einfalt er tað als ikki.
Tvørturímóti er tað soleiðis,
at tey sum fáa mest mót
støðu frá hesum somu yvir
læknum, eru læknarnir í
leiðslustørvum á sjúkra
húsinum. Í royndum verður
eingin leiðsla góðtikin og
tað er ein fullkomuligur
illoyalitetur móti bæði
organisatión og leiðslu í
nógvum førum. Tað ber
ikki til, at hetta heldur á
fram!
Í roynd og veru liggur
núverandi leiðslubygnaður
á Landssjúkrahúsinum
ógvuliga tætt upp at
grundtankunum í DIOS-
frágreiðingini, men størri
rúm er givið fyri røktarøki
num og øðrum fakbólkum.
Grundtankin er, at leiðslan
skal vera eintýðug og tað
fakliga virksemið verða
skipað í deplar.
Í tí ovastu leiðsluni á
Landssjúkrahúsinum, sum
er eitt tað størsta arbeiðs
plássið í landinum, er tað
sjúkrahússtjórin, sum hevur
tað avgerandi orðið at siga.
Fyri at brúka eitt hugtak,
sum er betri kent frá størri
privatum fyritøkum, kann
sigast, at sjúkrahússtjórin
er ”forstjóri”. Tað er sjúkra
hússtjórin, sum myndar
sjúkrahúsið út eftir og
hevur ábyrgdina mótvegis
myndugleikunum. Men
sjúkrahússtjórin má hava
fakfólk afturat sær. Har er
tað skilagott at hesi hava
Jákup Petersen úr vón og viti – í f
ákærum móti sjúkrahúsverkinum
Jákup Petersen
Fakta
Føroyar 2004
Sjúkrahúsútreiðslur
550
470
Mio.kr.
Íbúgvatal
48.000
48.262
íbúgvar
Sjúkrahúsútreiðslur pr. Íbúgva
11.458
9.731
kr.
Danmark 2004
Sjúkrahúsútreiðslur
52.277
Mió.kr.
Íbúgvatal
5.404.523
íbúgvar
Sjúkrahúsútreiðslur pr. Íbúgva
9.308
9.673
kr.
Munur
2.150
58
kr
”Meirútreiðslur” í Føroyum íalt
103
3
Mió.kr.
Kelda: Hagstova Føroya, Føroya Gjaldsstova, Danmarks Statistik, Indenrigs- og
Sundhedsministeriet.
landsstýrismaður
Hans Pauli
Strøm
Blå Danmark í Miðlahúsinum
Mánadagin kemur ein sokallað útbúgvingar-karavan til Føroya. Talan
er um »Det Blå Danmark«, sum er ein roynd at fáa ung fólk inn í
donsku sjóvinnuna. Mánakvøldið 26. mars klokkan 20 er karavanin í
Miðlahúsinum í Vágsbotni, týsdagin 27. mars at hoyra í morgunsend
ingini í Útvarpinum, klokkan 10 í Kommunuskúlanum í Havn og frá
klokkan 14.45 í Tvøroyar Skúla og klokkan 20 í Miðnámsskúlanum í
Vági. Mikudagin klokkan 14 á Tekniska Skúla í Klaksvík og klokkan
20 á Studentaskúlanum í Kambsdali. Hósdagin klokkan 08 á Fiskiv
innuskúlanum í Vestmanna og klokkan 14.30 á Vinnuháskúlanum í
Havn.