Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-23, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 59 - 23. mars 2007 Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Søkt verður eftir málsviðgera til heilsu- og umhvørvisdeildina hjá Tórshavnar kommunu. Viðkomandi, sum settur verður í starvið, skal taka sær av heilsu- og umhvørvismálum í kommununi. Bygnaður og starv Heilsu- og umhvørvisdeildin er ein undirdeild hjá tekninsku deild við tilvísing til býarverkfrøðingin, sum er deildarleiðari. Á heilsu- og umhvørvisdeildini arbeiða tvey starvsfólk, sum burturav taka sær av heilsu- og umhvørvismálum. Starvið snýr seg í høvuðsheitum um málsviðgerð, eftirlit við virkjum og samskifti við borgarar. Førleikakrøv Hægri útbúgving innan umhvørvi, lívfrøði ella annað. Góðan kunnleika til EDV og skal duga væl at samskifta á føroyskum máli. Royndir Til starvið er umráðandi, at umsøkjarin hevur royndir innan arbeiðið við heilsu- og umhvørvismálum og innan almenna fyrisiting. Persónligir eginleikar Dentur verður lagdur á, at tú skalt: • vera fyrikomandi, duga væl at arbeiða sjálvstøðugt og hugsa skynsamt • Virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og onnur sum arbeiða hjá kommununi Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Boða Haraldson, býarverkfrøðing, ella Anniku Berg, verkfrøðing, á tlf. 302010. Umsókn Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og møguligum viðmælum skal sendast til Tórshavnar kommunu í seinasta lagi fríggjadagin 13. apríl 2007. Viðmerkjast skal á brævbjálvan: „Málsviðgeri til Heilsu- og umhvørvisdeildina“. Tórshavnar kommuna Málsviðgeri Tórshavnar kommuna Mentanarstuðul Møguleiki er nú at søkja stuðul frá menta- málanevnd Tórshavnar býráðs. Fyri at fáa stuðul, skal vera sýnt í verki, at álvara er aftan fyri tiltakið. Grundgevast skal fyri umsóknini, og eigur fíggjarætlan/roknskapur at fylgja við umsóknini, so metast kann um studnings- tørvin hjá viðkomandi felagi ella persóni. Nærri fæst at vita um stuðulin við at venda sær til Jákup Simonsen, mentamálaleiðari, tlf. 302010. Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu, postsmogu 32, 110 Tórshavna í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. apríl 2007. Merkið umsóknina „Mentanarstuðul“. Tvær ferðir um árið, um várið og um heystið, er møguleiki at søkja um stuðul frá menta- málanevndini. Stuðulin verður veittur einstaklingum og feløgum í kommununi til tiltøk, ið verða mett at hava týdning fyri mentanarlív kommununnar. Lesið Sosialin - so eru tit við Sjúkravikarur søkist Søkt verður eftir sjúkravikari til barna­ ansingina í Leirvík. Lønin er sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag. Nærri upplýsing um starvið fæst við at venda sær til leiðaran tlf. 743325 Skrivlig umsókn skal sendast til Leirvíkar kommunu innan 19.04.07. Leirvíkar Kommuna Postboks 42 · 520 Leirvik Kunngerð um broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt 13. mai 1992, um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum boðað frá, at Vestmanna Bygdarráð á fundi 1. mars 2007 hevur samtykt at gera niðanfyri standandi broyting í byggisamtyktini fyri Vestmanna. nýtt alment øki á grønanesi Í sambandi við samtykt um at staðseta ætlaða røktarheimið á Grønanesi verður partur av verandi havnaøki broytt til øki til alment endamál. Broytingin umfatar hesar matriklar ella partar av teimum: 36c, 42b og litra “b”. Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð frá 28. mars til 18. apríl 2007 – báðir dagar íroknaðir. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig, skulu verða Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi 28. juni 2007. Vestmanna Kommuna Hús at keypa Eg vil keypa hús í Havn. Tlf. 21 23 58 lýsingar