Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-26, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mars 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 60 - 26. mars 2007 Ú T B J Ó Ð I N G SKÚLIN VIÐ ÓSÁNNA útbygging og umbygging Klaksvíkar kommuna bjóðar hervið arbeiðið at útbyggja og umbyggja Skúlan við Ósánna út í almenna lisitatión. Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um útbygging á uml. 1545 m² og umbygging av verandi bygningum á uml. 1550 m². Boðið verður út í hesum arbeiðstøkum: Stórabeiðstøka: 1. Jørð-, kloakk- og betongarbeiði, timburarbeiði, snikkaraarbeiði Fakarbeiðstøka: 2. Múraraarbeiði 3. Málaraarbeiði 4. Gólvarbeiði 5. HVS- og ventilatiónsarbeiði 6. El-arbeiði Útbjóðingartilfarið skal bíleggjast í seinasta lagi hósdagin 12. apríl við at venda sær til F U G L Ø A R K I T E K T A R Gerðagøta 12, FO-700 Klaksvík Tlf. 45 78 87 - Fax 45 78 97 ss@fuglark.fo við váttan um at veðgjald á ávikavist kr. 5.000,- fyri hvørja fakarbeiðstøku og/ella 15.000 fyri høvuðsarbeiðstøkuna er goldið inn á konto nr. 4132607 í Norðoya Sparikassa. Tilfarið er tøkt hósdagin 26. apríl 2007. Lisitatiónin verður í býráðshøllini í Klaksvík 24. mai kl. 14.00. Boðini verða tá latin upp, og kunnu teir bjóðandi vera hjástaddir. T V Ø R O Y R A R K O M M U N A Tvørabakka Vatnfelag Aðalfundur verður ónskvøldið 11. apríl 2007 kl. 19.30 í býráðssalinum. Til viðgerðar: 1. Avtøka av felagnum 2. Avhandan av ognum felagsins Nevndin Varaskúlastjórastarv í Tofta skúla Vegna farloyvi verður starvið sum varaskúlastjóri í Tofta skúla lýst leyst. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. august 2007 til 31.07.2008. Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum: • undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans • dugir at samstarva og er fyrikomandi • er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans. Harumframt skal varaskúlastjórin • vera næsti medarbeiðari skúlastjórans • saman við skúlastjóranum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd • undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans • vera førur fyri at loysa trupulleikar • saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri medávirkan og medábyrgd. Førleikakrøv: Umsøkjarin skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggj­ armálaráðið og Føroya Lærarafelag og verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann sum sett/­ur verður, er tænastumannasettur lær­ ari frammanundan. Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 13.apríl kl. 13.00. Nærri fæst at vita um starvið frá Maritu Dals­ gaard, skúlastjóra á tlf. 447332 & 747765. Tofta skúli Heygsveg 28 · FO 650 Toftum Tlf. 447332 · fax 449532 · t­postur: tof@skulin.fo Tofta skúli hevur komandi skúlaár uml. 190 næmingar í 1. – 10.fl. og um 20 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/tof Námsfrøðingur til Barnagarðin í Gerðinum Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til »Barna­ garðin í Gerðinum« at byrja 15.05.2007 ella eftir nærri avtalu. Starvið er í Skúlastovuni. Á stovuni eru 13 børn í aldrinum 5 ­ 7 ár. Um okkum: Barnagarðurin hevur tvær barnagarðsstovur, eina vøggustovu og ein frítíðarskúla við børnum frá 1. og 2. flokki. Vit bjóða: Eitt áhugavert starv í einum umhvørvið tætt at náttúruni, frítíðarøkið og fótbóltsvølli. Vit vænta: At tú hevur umsorgan og virðing fyri børnunum. Hevur áhugað fyri barnavirksemi bæði innandura og uttandura. Hevur góð samstarvsevnir og er fyrikomandi. Setanarviðurskifti: Løn og setanarviðurskifti eru skipað sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommu­ nala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Um námsfrøðingur ikki søkjur um starvið, verður hjálparfólk fyribils sett. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Fríðu Eystberg Johannesen, leiðara tlf. 361202 ella fartlf. 216202. Skrivlig umsókn við prógvi og viðmælum, skal sendast til: Skopunar Kommuna Att: Fríða Eystberg Johannesen, leiðari FO-240 Skopun Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 16.04.2007. Setanarsamrøða verður í viku 16. Skopunar Kommuna START DIN EGEN HALI BUTIK Vi søger forhandlere til salg af lingeri. Kvalitet og pasform er god til kvinder i alle størrelser. Få yderlige oplysninger og se de mange spændende kollektioner på www.hali.dk eller kontakt Hanne Lid eller Mette Fritz­ bøger på mail lid@mail.tele.dk Du kan læse mere om jobbet, som for­ handler på hjemmesiden under job. Hali ApS · Snerlevej 1 DK­3600 Frederikssund Tlf. 0045­47384025 Fax. 0045­47317006 Hali Lingeri er en dansk ejet virksomhed, som har eksisteret i 30 år. Hali ApS designer og producerer lingeri af højeste kvalitet til alle kvinder. lýsingar