Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 61 - 27. mars 2007 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Næmingar á Tekniska Skúla í Klaksvík vun­ nu skúlakapping við hug­sko­ti, ið bæði lyf­ tir gamlan, føroyskan arv og gongur nýggjar leið­ir KAPPING Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Føroyska endakappingin í Eu­ro­pe­an Business Game var í Norðurlandahúsinum frígg­ja­­dag­in í síðstu viku. Før­oy­ski vinnarin, sum skal til Skotlands at kappast í eu­ro­peis­ku endakappingini í juni, var bólkurin Quality Ma­ri­ne Woolwear frá Tekn­ is­ka Skúla í Klaksvík. Vinnarabólkurin er man­ nað­ur av Kenneth Jørgensen úr Fuglafirði, Kristian Ey­stur­ oy av Argjum, og Mann­bjørn Anthoniussen, Sjúr­ða Jacobsen, og Mariu Brim Joensen úr Klaksvík. Hug­­skot­ið, sum vann, var at framleiða undirklæði úr før­oy­sk­ari ull til at brúka um­ borð á bjargingarbátum. Mánadagin var móttøka á Tekn­iska Skúla, har vin­na­r­ nir fingu heiðursbræv hand­ að frá varaskúlastjóranum, Eyð­gunn Samuelsen, og næm­ing­ar og lærarar á skúl­ a­num og onnur áhugaði fin­ gu høvi at hoyra nærri um verk­æt­lan­ina. Ungu fólkini í Quality Ma­ri­ne Woolwear siga, at tey hava lært ómetaliga nógv av at vera við í hesari kapp­ing. Hetta er ikki sum van­li­gu tímarnir, har lærarin undir­vís­ir, og næmingarnir lur­ ta. Tey hava sjálvi gjørt stutt- tíð­ar og langtíðar virk­is­æt­ lan­ir fyri fiktivu fyritøkuna. Tey hava funnið sam­starvs­ fe­l­øg, tilrættalagt fram­leiðs­ lu­na, kannað marknaðin og or­ða eina ætlan fyri mark­ nað­ar­før­ing­ina. Lærarnir ha­va vegleitt, men arbeiðið ha­va tey sjálvi gjørt. Bjarni Djurholm, landstýr­ is­­mað­ur í vinnumálum, legði í síni setunarrøðu í Norð­ur­landa­húsinum herðs­ lu á, hvussu stóran týdning tað hevur, at í­verk­set­ara­hug­ burð­ur­in verður mentur og styrk­tur í føroyska sam­fe­ lag­num. Og her eiga skúl­ar­ nir ein týdningarmiklan leik­lut. Hugskot úr Sandoynni Verkætlanin, Quality Mar­ ine Woolwear, er eitt virki, ið framleiðir eina bundna og tøvda drakt úr reinari før­ oy­sk­ari ull. Ætlanin er, at drak­tin skal liggja vak­um­ pak­kað í øllum bjarg­ing­ar­ bát­um. Í dag eru bjarg­ing­ar­ bát­ar útgjørdir við teppum, men Quality Marine Wool­ we­ar heldur, at ullint undir­ klæði eisini áttu at hoyrt til stand­ar­d­út­gerðina. Hugskotið stavar upp­runa­ li­ga úr Sandoynni. Bólkurin skriv­ar í síni verkætlan, at Sú­san­na í Jákupstovu av San­di fyri fleiri árum síðani sen­di eina áheitan til land­ stýr­ið um, at tað skuldi vera eitt krav, at føroyskir bjarg­ ing­ar­bát­ar vóru útgjørdir við undirklæðum úr før­oys­ ka­ri ull. Sandoyarkonan hoyrdi on­gan­tíð nakað aftur um hug­ skot­ið. Men umvegis nýgg­ja spunavirkið í Klak­s­ vík náddi uppskotið næm­ ing­ar­nir á Tekniska Skúla, og nú er ein verkætlan gjørd, sum í juni skal royna seg í altjóða kapping við onn­ur góð hugskot. Ullintu bjarg­ing­ar­klæðini eru bæði ný­skap­an­di og siðbundin. Bólk­ur­in hevur kannað mark­nað­in og funnið út av, at ongin higartil hevur framleitt ullint klæði til bjarg­ing­ar­bátar. Men ullint undirklæðir eru sjálvandi ikki ókend fyri føroyskar sjómenn. Sum ein av næmingunum, Mar­ia Brim Jacobsen, sig­ ur: - Føroyska søgan vísir, at ull­int undirklæðir bjarga lív. Nógvir føroyingar hava yvir­li­va á sjónum, tí teir vó­ru í klæðum úr feittutari før­oys­ka­ri ull. Eisini í verki er ætlanin eitt samstarv millum ungt og gamalt. Ungu næm­ing­ar­ nir hava fyrireika vinnuliga part­in, meðan tey hava fing­ ið onnur at standa fyri sjálv­ ari framleiðsluni. Klæðini eru til dømis bundin av eld­ ri klaksvíkskonu á grov­bind­ ara hjá Monu Olsen, sum í mong ár spann og bant ullint klæðir til før­oy­sk­ar sjómenn. Vinnarin av European Business Game: Bjarging í ullintum klæðum Brot úr verkætlanini, Quality Marine Woolwear: Gamla orðatakið »Ull er Føroya Gull« sigur okkum, hvussu føroyingar hava virðismett ullina. Sjómennirnir plagdu enntá at gera hosurnar vátar, áðrenn teir fóru til útróðrar, fyri betur at halda hitanum. Eisini eru nógvar søgur um sjómenn, ið hava ligið á havinum, sum hava bjargað sær lívinum, tí teir hava verið í føroyskum undirklæðum. FAKTA Varðskúlastjórin á Tekniska Skúla í Klaksvík, Eyðgunn Samuelsen, handar næmingunum heiðursbræv Maria Klein frá spunavirkinum Filana hevur bundið bjargingardraktina á gomlu bindimaskinuni hjá Monu Olsen Vinnarnir av føroysku undankappingini til European Business Game, Kenneth Jørgensen, Kristian Eysturoy, Sjúrður Jacobsen, Maria Brim Joensen og Mannbjørn Antoniussen Ullint undirklæðir ella bjargingardrakt? Tekniski leiðarin í fiktivu fyritøkuni vísir vøruna fram