Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 61 - 27. mars 2007 Einki kaffi Leiðslan á stóru donsku skipasmiðjuni Lindø hevur fingið at vita frá eigarunum, at skal virksemið á skipasmiðjuni halda fram, skal hvør einasta arbeiðsløta nýtast til fulnar. Millum mannað hevur leiðslan tí sagt starvsfólkinum, at í framtíðini skulu tey møta til ásetta tíð, og tað er einki, sum eitur at drekka kaffi í arbeiðstíðini. Tey, sum ikki leggjast sjúk, fáa eina eyka samsýning. Tað er A.P. Møller-Mærsk, sum eigur Lindø- skipasmiðjuna. Bingjur í ánna Myndugleikarnir í Týsklandi noyddust í morgun at steðga allari skipaferðslu eftir Rhinen-ánni. Orsøkin er eitt óhapp, har tað 105 metrar langa farmaskipið "Excelsior" misti 31 bingjur í ánna nærhendis býnum Køln. 14 av teimum 31 bingjunum fóru til botns, og í morgin skulu stórir kranar royna at fáa tær uppaftur. Sera nógv skip sigla eftir Rhinen hvønn dag, og í morgun lógu 100 skip og bíðaðu eftir at sleppa fram við Køln. Kvinnuhúsfelagið hev­ ur havt aðalfund, og í tí sambandi eftirlýsa tær úrslitið av ar­beiðs­ bólk­in­um um ráð­ge­va­ n­di toymi um kvin­n­ ur. Almanna- og Heil­ su­má­la­ráðið setti bólk­in, men enn hev­ ur onki spurt bur­tur­úr. Kvinnuhúsið Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Kvinnuhúsfelagið hevði að­al­fund 15. mars 2007. Í nevn­di­ni í felagnum sita Ey­ri­th Leyni, forkvinna, Ma­sa Christiansen, næst­for­ kvin­na, Ása Olsen, kas­sa­ meis­ta­ri, Sigrun Samuelsen og Daisy Sloan. Í nevndini fy­ri Kvinnuhúsgrunnin sita Frí­ða Patursson, forkvinna. Bryn­hi­ld Danielsen og An­net­ta Saltá. Eftirlýsing Aðalfundurin endaði við, at lim­ir­nir samtyktu at koma við áheitan til játtandi myn­ dug­leik­ar: Kvinnuhúsfelagið hevur nú virkað í 18 ár og royn­dir­ nar eru, at sam­fel­ags­broyt­ ing­ar­n­ar ikki altíð eru til gag­ns fyri kvinnur og børn, ser­li­ga ikki tá ið talan er um einligar mammur. Kvin­nu­hús­fel­agið hevur vænt­að at sæð ál­it­ um­ ráð­­ge­va­ n­di toymi til kvin­nur til tess at bø­ta um livikor og út­búg­ ving­ar­mø­gu­leik­ ar hjá ein­­lig­­um mammum. Kvin­nu­húsfelagið er vi­tan­di um, at Almanna- og Heil­su­má­la­ráðið hevur sett ar­beiðs­bó­lk at arbeiða við má­lin­um, og at arbeiðið skul­di vera liðugt í mars mán­aða í ár. Enn er einki í­tø­ki­li­gt komið burturúr, okk­um vitandi vegna tvør­r­ an­di játtan til samsýning av for­kvin­nuni og sam­skip­ara­ num. Aðalfundurin hjá Kvin­nu­ hús­fel­ag­num samtykti at hei­ta á landsstýrismannin í Al­man­na- og heilsumálum um at bera so í bandi, at fin­ na loysnir, so at ar­beiðs­bólk­ ur­in kann halda fram við ar­beið­inum um at seta Kvin­ nu­ráð­gev­ing á stovn. Fyrrapartin í morgum varð málið um grova álopið á ein ungan mann í Havnini í vikuskiftinum umrøtt á landsstýrisfundi í Tinganesi Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Á­lop­ið á unga mannin um vi­ku­skif­tið, sum eftir øllum at døma var rasistiskt mo­ti­ ver­ða, hevur nú verið uppi á landsstýrisfundi í Ting­a­ne­ si. - Eitt slíkt álop, sum eftir øll­um líkindum er rasistiskt mo­ti­ver­að, er andstyggiligt og tað vekir djúpa skomm, at slíkt yvirhøvur kemur fy­ri í landi okkara. Her mu­gu myndugleikar, po­li­ tik­ar­ar, foreldur, skúli – ja, hvør og ein okkara gera sítt til, at slíkt ikki fær loyvi at hen­da, sigur Jóannes Ei­des­ ga­ard, løgmaður, í tíð­in­da­ skri­vi. Løgmannskrivstovan boð­ ar frá, at Jacob Vestergaard, lands­stýris­mað­ur í inn­lend­ is­mál­um, nú fer at seta seg í sam­band við løgregluna fy­ri at vita, hvat løgreglan og politiski myndugleikin í fe­lag kunnu gera til tess at fyri­byrg­ja rasismu og harð­ ska­pi millum ung. Harafturat fer Landsstýrið nú í vár undir sonevndu SSP-verkætlanina, sum er eitt samstarv millum so­si­a­ la-, skúla- og politi-mynd­ ug­leik­an, og millum annað hev­ur til endamáls at leggja upp fyri slíkum harðskapi. Fyrs­ti SSP-fundur verður 11. mai. Nú er tann sera væleydnaða stevnan Ung í Føroyum Eystur í Runavík av. Teir 24 stevnuluttakarnir millum 13 og 17 ár eru farnir heim eina fantastiska uppliving ríkari. Tey arbeiddu miðvíst og konsentrera báðar dagarnir og sást hetta eisini á teimum einastandandi góðu framførslunum. Tíðindaskriv Jamie Boylan byrjaði dan­si­ verk­smið­juna við upphiting og rørsluserium (frasum), ið gav luttakarunum innlit í con­temp­or­ary dans, ið er han­sa­ra sergrein. Arbeitt var út frá einum brotið í ein­um indianskum sagni úr Norð­ur­am­erika. Søgan er um eina mús, ið byrjaði við at vera so trongskygd, at hon bara sá sítt, men við hjálp av gávum frá teimum djór­um hon møtti á vegnum, lær­di hon at síggja so víða sum ein ørn. Ongin tónleikur varð nýtt­ ur til dansin, rørslurnar skul­ du siga alla søguna. Hetta var heilt øðrvísi enn dan­sa­ rar­nir áður høvdu roynt. Ar­beitt var í størri og smær­ ri bólkum, har m.a. tosa var um, hvussu rørslurnar skul­ du gerast til hesi ymsu brot­ ini í søgugongdini. Eisini fin­gu tey ymisk amboð, ið tey kunnu nýta framyvir í dan­si, til samstarv og dan­si­ ven­jin­gar. Til opnar verk­ smið­jur leygardagin vóru lut­ta­k­ar­nir klárir at sýna fram søguna um músina. Eins og hon høvdu tey fing­ ið eina gávu, ið lærdi tey at sígg­ja víðari fram á leiðini. Í tónleikaverksmiðjuni hjá Dánjal á Neystabø varð byr­jað við at ”fanga” løg. Het­ta hevur eisini in­di­an­ar­a­ røt­ur. Hildið verður, at man ik­ki smíðar løg, men finnur tey við at lurta nóg væl eft­ ir. Við at lurta ”fangaðu” lut­tak­ar­arn­ir ” hvør sítt te­ma, sum tey so fingu am­boð til at arbeiða víðari við til eitt liðugt lag. Verksmiðjan endaði við, at allir átta tónleikararnir høv­du samansjóða eitt lag, ið hevði fýra tema við sjálv­ gjørd­ari útseting og teksti. Ef­tir bert ein dag, varð so eitt lag skapt, ið bæði varð fram­ført og upptikið. Tey flestu á mynd­a­verk­ smið­ju­ni hjá Oggi Lam­hau­ ge høvdu myndir við til fram­sýn­ing­ina tað fyrsta kvøld­ið. Á stevnuni varð so ein stór felagsframsýning skapt. Evni var likamslutir, ið ikki vanliga eru goymdir av klæðum, so sum hendur, føt­ur, andlit o.a. Hetta varð tekn­að, málað og stoypt í gips og sett saman til kom­ po­si­tión­ir á svørtum plátum. So hvørt sum leið út á dag­ in, kom tað at umfata ym­is­ kt annað, ið eisini sást, so sum fruktirnar, ið eisini fin­ gu eina gipsavstoyping, og WC­kum­man, ið varð nýtt sum myndevni í tekn­ing­un­ um. Til framsýningina vóru all­ar tær svørtu pláturnar sett­ar saman til eitt stórt lis­ ta­verk, ið breiddi seg út úr høl­in­um og oman eftir gon­ g­i­ni. Umframt hálvgum ó­hug­na­lig­ar gips­kom­pos­i­ tión­ir av hálvum fingrum og tómum fótum vóru tek­n­ ing­ar, málningar og eitt par av cowboybuksum við gra­ fit­ti. Myndlistaframsýningin ver­ð­ur at síggja á ovaru hædd í kom­mu­nu­skriv­stov­ uni í Runavíkar Kommunu kom­andi vikuna. Tá stevnan endaði kom Ká­ri P. Højgaard vegna Ru­na­vík­ar Kommunu og tak­ka­ði fyriskiparunum fy­ri, at teir høvdu valt kom­ mu­nu­na til Ung í Føroyum Eyst­ur. Hann bað tey ungu ta­ka tað við sær, ið tey her høv­du fingið høvið at upp­li­ va og minnast til at trúgva á seg sjálvi, seta sær mál í lív­ in­um og fylgja teimum. Komandi vikuskifti fer Ung í Føroyum stevnurøðin fy­ri fyrstu ferð til Vágs, har Ung í Føroyum Suður verð­ ur í Pakkhúsinum. Meiri verður at lesa og sígg­ja á heimasíðuni hjá Ung í Føroyum www.un­g­i­ for­oy­um.info Ung í Føroyum Eystur í Runavík Kvinnuhúsfelagið hevur havt aðalfund Landsstýrið við­ ger harðskap