týsdagur 27. mars 2007síða 45
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 27. mars 2007
45
Dreymastarv
Vit ynskja ein nýggjan starvsfelaga, ið kann standa fyri at gera nýggjar
bilar klárar til viðskiftafólk okkara. Arbeiðið fevnir um montering av
eykaútgerð og t.d. at pakka út alt tað, ið bilaverksmiðjan hevur pakkað
inn. Í so máta er tað sum á jólum, nærum hvønn dag.
Tann, ið settur verður, eigur at hava gott handalag, at vera
fyrikomandi og hava eina ósvikaliga fatan av, at í flestu førum kunnu
fólk næstan ikki bíða til arbeiðið er liðugt. Tí er viðkomandi ein so sera
týðandi liður í fyritøkuni Auto Service. Tú leggur seinastu hond á verkið:
Á dreymin, sum er ein nýggjur bilur.
Vit bjóða stak góðar karmar í nýbygdum hølum við nýggjari útgerð og
øllum hentleikum. Løn verður latin eftir nærri avtalu.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband
við Árna Rasmussen, stjóra á tlf. 345400
Umsóknir við viðkomandi skjølum, ið skulu verða okkum í hendi innan
6.apríl, skulu sendast til:
AutoService
Att.:ÁrniRasmussen
ViðOyggjarvegin
www.autoservice.fo
lýsingar