mikudagur 28. mars 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
48
Nr. 62 - 28. mars 2007
Mitsubishi eru komir
á marknaðin við
tveimum nýggjum bil
um. Annar er Outland
er, sum eru sonevn
dur SUV, og hin er
Pajero, ið er ein
jeepur av tí góða gam
la slagnum
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Mitsubishi eru kendir fyri
sínar 4x4 offroadarar, serli
ga frá ”Dakar Rally” har
Mitsubishi Pajero er mest
vinnandi bilmerki gjøgnum
tíðina.
Í ár eru liðin 25 ár síðan
Pajero fyrstu ferð kom á
marknaðin. Í hesum sam
bandi eru teir komnir við
einum heilt nýggjum Paje
ro, samstundis sum teir
eisini eru komnir við nýgg
jum Mitsubishi Outlander,
ið er sami bilur sum Peuge
ot 4007 og Citroën C-Cros
ser, ið seinni koma á mark
naðin.
Outlander
Nýggi Outlander er nakað
størri enn forgangarin og
fæst við upp til 7 sitipláss
um.
Outlander er ein arbeiðs
ligur bilur við liðiligari og
praktiskari innrætting, t.d.
er baklúkan tvídeild, soleið
is at lessihæddin er sera
lág (60 cm). Við einum
knøtti í viðførisrúminum
kunnu baksetrini ómakas
leyst leggjast elektroniskt
niður.
2.0 DI-D dieselmotorur
in við 140 hk, ið er frá Vol
kswagen, passar við sínum
snúningsmomenti upp á
310 Nm, væl til bilin so
leiðis at hann er kvikur, or
kar væl og hevur yvirskot
av kraft.
Hóast Outlander er ein
4x4, ber til við einum knøt
ti at stilla um til at drívmeg
in einans er á forhjólunum.
Outlander fæst bæði við 5
og 7 sitiplássum.
Pajero
Mitsubishi Pajero er ein
klassiskur jeepur, ið er ken
dur fyri sínar eginleikar ut
tan fyri vanliga koyrivegin,
og har tað annars er ófram
komiligt.
Við síni vekt upp á 2.310
kg er Pajero ein av ”tungu
dreingjunum” innan jeepar.
Hann verður gjørdur í
tveimum støddum við trim
um og fimm hurðum. Paje
ro við fimm hurðum kann
draga ein viðfestisvogn
upp til 3.000 kg.
Í nýggjastu útgávuni er
Pajero ein sannur luksusbil
ur við leðurkabinu og nóg
vari útgerð.
Motorurin er ein 3.2 litur
4 syl. við 170 hk og einum
snúningsmomenti upp á
373 Nm.
Outlander og Pajero
Mitsubishi Outlander fæst
í tveimum 2.0 DI-D útgávu
num: Intense og Instyle
(við 7 setrum), sum kosta
ávikavist 350.000 (vøruvog
nur 279.000 v/mvg) og
399.000 (vøruvognur
299.000 v/mvg). Bilarnar
eru sera væl útgjørdir, In
tense útgávan hevur m.a.
18” alufelgur, heilautoma
tiskt klimaanlegg, leðurróð
ur við innbygdari audiofjar
stýring og fartpilot. Haraf
turat hevur Instyle útgávan
leðurkabinu, Xenon lyktir
framman, bluetooth og útv.
stylingpakka o.m.a.
Mitsubishi Pajero kostar
520.000 (vøruvognur
384.000 v/mvg) í styttru
útgávuni við trimum hurð
um, og 535.000 (vøruvog
nur 408.000 v/mvg) í lon
gru útgávuni. Í báðum før
um er talan um Intense+ út
gávuna við automatiskum
girum og leðurkabinu.
Bilarnir kunnu síggjast
og roynast hjá Ivan Johan
sen Bilum við Hoyvíksveg
in.
bilar
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf. 341800
bilar
Mitsubishi Outlander / Pajero:
Tveir nýggir Mitsubishi “off-roadarar”
Outlander aftan. Leggið til merkis at baklúkan er í tveimum
Við einum knøtti í viðførisrúminum kunnu baksetrini ómakas
leyst leggjast elektroniskt niður.
Pajero innan
Outlander innan. Flott design
MITSUBISHI PAJERO
MITSUBISHI OUTLANDER