fríggjadagur 30. mars 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 64 - 30. mars 2007
K R E A . F O . TEL 47 80 80
HTM er stovnur undir Almannastovuni og umsitur hjálpartól, umbyggingar í heiminum og avlamisbilar til fólk, ið bera brek. Í løtuni
starvast 12 fólk á HTM. Uppgávurnar hjá HTM umfata m.a.: 1) upplýsing, ráðgeving og leiðbeining til brúkarar, almennar myndug-
leikar o.o. um hjálpartól og byggi- og bústaðarspurningar. 2) útlán og endurnýtslu av hjálpartólum. 3) viðgerð og støðutakan til
umsóknir um sertillagað hjálpartól, bústaðarbroytingar og avlamisbilar. 4) tvørfakligt samstarv – innan- og uttanhýsis.
htm@almannastovan.fo . www.almannastovan.fo
Ergoterapeutur / Fysioterapeutur
til Hjálpartólamiðstøðina
Hevur tú hug at arbeiða á
einum almennum stovni, har
arbeiðsdagurin ikki stendur
stillur og uppgávurnar eru
nógvar og fjøllbroyttar – ja
so hava vit júst brúk fyri tær!
K R E A . F O . TEL 47 80 80
Á HTM er eitt fyribilsstarv, fyri
eitt av starvsfólkum okkara, sum
hevur hug at royna aðrar leiðir í
eina tíð, leyst at seta frá 1. mai
2007 til 31. des 2007. Talan er
um fulltíðarstarv á 40 tímar um
vikuna sum ráðgevandi/máls-
viðgerandi Ergoterapeutur/
Fysioterapeutur.
Vit sóknast eftir einum
starvsfelaga sum hevur
• útbúgving sum ergoterapeutur/
fysioterapeutur.
Ynskiligt er at umsøkjari hevur
• royndir frá líknandi arbeiði
• kunnleika til at arbeiða við fólki
við niðursettum førleika
• kunnleika til almannalóggávuna
• evnir at seta í verk fyriskipanir
• góð samstarvsevnir
• góð evnir at orða seg
bæði munnliga og
skriftliga
• telduførleika á
brúkarastøði
Vit kunnu bjóða
• sjálvstøðugt arbeiði
• flextíð
• tætt samstarv við
starvsfelagar
• tvørfakligt samarbeiði
• fakligt mennandi
umhvørvi
Løn og setanartreytir
sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og
viðkomandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um
starvið við at venda sær
til Palla Mortensen
leiðara á HTM,
telefon 358300.
Umsókn við avriti av
viðkomandi skjølum skal
sendast til
Hjálpartólamiðstøðina,
Postboks 1049,
110 Tórshavn.
ella við telduposti til
htm@almannastovan.fo.
Umsóknarfreist
Fríggjadagin 17. apríl
2007.
Frá Havnar Arbeiðsmannafelag
Til limirnar
Viðvíkjandi aðalfundinum hjá Felagnum og Eftirlønar
grunninum 2007.
Sum kunnugt hevur verið arbeitt við at umskipa eftirlønar
grunnin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hetta arbeiði tekur longri tíð enn roknað hevur verið við
og er tíanverri ikki komið á mál enn.
Nevndin hevur tí avgjørt at útseta aðalfundin hjá felagnum
og eftirlønargrunninum, sum ætlandi skuldi vera hildnir
tann 31.mars 2007.
Nærri verður lýst um fundirnar seinni.
Nevndin
www.haf.fo
TiNgHúSVEgur 7 · BokS 305 · TlF. 312106 · FAkS. 319857 · EpoST: HAF@HAF.Fo